Granskingarskip við Íshavnina

Í morgun kom Vædderen á Havnina, sum liggur skipið við Ískeiina í Havn í dag. Ein føroyskur skúlanæmingur skal vera við á rannsóknarferðini hjá skipinum, umframt at tveir aðrir føroyingar eru partur av manningini

Tíðliga í morgun kom Vædderen á Havnina, og klokkan tíggju varð boðið til tíðindafund umborð á verjuskipinum. Danska verjuskipið er tikið úr vanligu siglingini hjá sær, og skal komandi átta mánaðirnar røkja uppgávuna sum granskingarskip.
Vædderen er umbygdur til granskingarskip, og tað sæst millum annað aftur í, at vanligi tyrlupallurin á skipinum er burtur, og í staðin standa bingjur í hópatal, fullar av granskarum og granskingarútbúnaði.
Bingjurnar vóru upprunaliga tómar, tá tær komu umborð, men síðani eru tær útgjørdar við alskyns granskingarútbúnað, sum ger, at granskararnir hava fantastiska góðar umstøður umborð.
- Ja, hetta er í roynd og veru ein flótandi granskingardepil, var tað onkur sum helt fyri á tíðindafundinum í morgun.
Men soleiðis kemur skipið bara at síggja út næstu átta mánaðirnar til rannsóknarferðin er av, og fer Vædderen tá undir vanligu sigling sína aftur.

3 føroyingar við
Vanliga telur manningin umborð á Vædderen góð 60 fólk, men í hesum døgum eru tey akkurát 99 umborð, har ein stórur partur er granskarar frá ymsum lærdum háskúlum og stovnum, og so eru eisini fjølmiðlafólk og skúlanæmingarnar.
Millum skúlanæmingarnar er 14 ára gamli vestmenningurin Andreas Eriksen, og haraftrat eru tveir aðrir føroyingar partur av starvsfólkunum umborð.
Av teimum tingunum, ið granskað verður í í Føroyum, eru millum annað streymviðurskifti, luftdálking og eisini verða kanningar gjørdar av krabbum.
Umframt granskingarvirksemið er eisini annað á skránni, nú Vædderen er í Føroyum. Í kvøld verður skipað fyri almennum fyrilestrum og kunning um Galathea 3 rannsóknarferðina í Norðurlandahúsinum.
Haraftrat verður opið skip við Ískeiinihavnina, har øll áhugaði kunnu sleppa umborð á Vædderen at hyggja eftir hvussu umstøðurnar eru umborð.