Búskapur og vinna

  

BA skerjir rutur

Bretska flogfelagið British Airways arbeiðir við ætlanum um at skarva ein fjórðing av rutunum, sum felagið flýgur í Evropa. Felagið hevur sum er 62 rutur millum evropeisk lond, og sambært BBC ætlar leiðslan at strika 15 teirra.

Orsøkin til skerjingina er, at ferðafólkatalið um allan heimin er minkað nógv síðani yvirgangsatsóknirnar í USA tann 11. september.

Sambært BBC vil stjórin í British Airways, Rod Eddington, ikki siga, hvørjar rutur hjá felagnum verða tiknar burtur.
??????????????????


Hørð tiltøk

Argentinar eru í øðini, eftir at stjórnin hevur samtykt nýggjar reglur, sum avmarka rættindini hjá fólki at nýta pengarnar, sum tey hava standandi í bankunum.

Sambært teimum nýggju reglunum verða allar lønarkonti við meiri enn 10.000 dollarum frystar í eitt ár, og tað sama verður gjørt við uppsparingarkonti, har meiri enn 3.000 dollarar standa á. Reglurnar siga eisini, at fólk kunnu einans taka 1500 peso av sínari lønarkonto og 1200 peso av sínari uppsparingarkonto um mánaðin.

Stjórnin sigur, at tiltøkini eru neyðug fyri at verja bankarnar.

Argentinski gjaldoyramarknaðurin hevur verið stongdur seinastu tíðina, men lat uppaftur í gjár.
?????????????????


Fleiri millióningar

Ein kanning í Noregi vísir, at um ársskiftið áttu norðmenn 850 milliardir norskar krónur í bankum og sparikassum. Tað er munandi meira enn fyri fimm árum síðani, tá talið var 578 milliardir. Men yvirlitið vísir eisini, at norðmenn samstundis skylda munandi meira nú enn fyri fimm árum síðani. Við árslok í 1996 var skuldin 610 milliardir krónur, men nú er hon næstan 1100 milliardir.

Men norsku millióningarnir gerast altsamt fleiri, og tað eru serliga teir, sum eiga meira enn tvær milliónir krónur, sum økjast í tali. Fyri einum ári síðani áttu næstan 30.000 norðmenn meira enn tvær milliónir krónur í banka ella sparikassa. Fimm ár frammanundan vóru teir 21.000 í tali.

Teir 30.000 norðmenninir, sum eifa meira enn tvær milliónir krónur á banka- ella sparikassabók, eiga tilsamans 445 milliardir norskar krónur.