Og dansen den går…

Mánadagin 14. mai fer Norrøna á kvæðacruise til Íslands við umleið 300 kvæðagestum

Nú skal serliga kvæðamentanin setast í hásæti í fýra dagar umborð á Norrönu.
Tá Norröna leggur frá bryggju mánadagin klokkan 14, er tað við umleið 300 kvæðafróum – og kvæðafróðum – gestum.
Leiðin liggur til Seyðisfjarðar, og har verður gjørd onkur útferð. Millum annnað verður vitjað á Skriðuklaustri, sum kann kallast mentunarháborgin í Eysturíslandi. Skriðuklaustur hevur nógv áhugavert at vísa fram, bæði innan søgu og mentan.
Ein útferð verður eisini gjørd til Egilsstaðir at vitja dansifelagið "Fíðrildin". Dansifelagið Fíðrildin kemur eisini umborð í Íslandi at at vísa onkrar gamlar íslendskar dansir.
Umborð verða hildir tveir fyrilestrar. Rasmus Joensen, formaður í landsfelagnum hjá føroyskum dansifeløgum, Sláið Ring, fer at halda fyrilestur um Grettiskvæði og Hanus Kamban heldur ein fyrilestur um Runsivalsstríði. Aftaná báðar fyrilestrarnar verður fari upp á gólv at kvøða ávíkavist Grettiskvæðið og Runsuvalastríðið.
Sjálvandi verður møguleiki at taka aðrar vísir og kvæði, og løgi skuldi verið, um ikki til dømis Vaagen verður tikin, ið just snýr seg um eina ringa ferð av Seyðisfirði til Føroya.
Tað er annars Sláið Ring, sum skipar fyri føroyska dansinum, men høvi verður hjá øllum, sum hava hug, at skipa onkra vísu ella okkurt kvæði.
Talan er um fýra dagar av føroyskari kvæðamentan, og tað skuldi verið nóg mikið at fylt allar tangar, til kvæðatíðin byrjar aftur í heyst.
Men alt verður ikki kvøðing og kvæðamentan, annað undirhald er eisini á skránnið á túrinum. Nevnast kann, at Terji Rasmussen spælir í Naust barrini og harmonikan fer eisini at runga á skipinum.
Er tað onkur, sum ætlar sær við, men enn ikki hevu keypt ferðaseðil, so eru enn nøkur heilt fá pláss eftir til túrin, sigur Smyril Line.