- Eg vænti, at teir, sum høvdu sína hýru umborð á Fríðborg, høvdu mist hana kortini - antin fyrr ella seinni, soleiðis sum gongdin hevur verið, sigur Jan Højgaard. Formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, er ikki so skakkur av, at rækjutrolarin Fríðborg nú er seldur. Hann sigur, at hetta var væntandi, tí sum hann hevur skilt, er skipið dýrt í rakstri, og trupult hevur verið hjá felagnum, sum eigur skipið, at fáa endarnar at røkka.
Jan heldur, at teir menn, sum vóru knýttir at skipinum, høvdu mist sína hýru kortini - antin fyrr ella seinni, soleiðis sum gongdin hevur verið.
Sum formaður í Fiskimannafelagnum hevur Jan Højgaard leingi fýlst á, at útlendingar umborð á føroyskum rækjuskipi ikki hava siglt undir somu treytum sum føroyskir fiskimenn annars.
- Vit hava tapt rættarmál í Føroya rætti móti felagnum, sum eigur rækjutrolaran Arctic Viking. Vit hava valt at royna málið í Eystara Landsrætti, har málið kemur fyri hin 23. mars ? ella um júst ein mánaða.
Jan heldur, at hetta er eitt mál, sum ikki bara viðkemur limunum í Fiskimannafelagnum, men føroysku arbeiðarafjøldini í síni heild.
- Tað eigur ikki at lata seg gera at hava útlendingar umborð á føroyskum fiskiskipum, ei heldur á føroyskum arbeiðsplássum fyri minni løn og verri sømdir enn okkara egnu fólk fáa. Sum tjóð eiga Føroyar at halda seg langt burtur frá trælahaldi, sum hann tekur til.
Avgjørda niðurstøðan hjá Jan Højgaard er, at prosentini, sum limirnir í Fiskimannafelagnum sambært sáttmála eiga í sín part av veiðini, ikki skulu fella í hendurnar á øðrum.
- Um vit tapa málið í rættarskipanini í Føroyum, verður málið lagt fyri altjóða dómstólin í Haag, sigur hann.










