Má verða tryggari hjá Smyrli í Suðuroy

Hendir eitt óhapp, verður skaðin óbótaligur

- Tað má verða tryggari hjá Smyrli at liggja í ferjuleguni á Krambatanga í Suðuroy.

 

Tað staðfestir Hendrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum.

 

Ferjulegan á Krambatanga hevur eina atløgusíðu og tað stendur ofta á at hava skipið liggjandi trygt, tí har er rættiliga vindhart.

 

Smyril brúkar fyri stórar upphæddir um árið í trossum, tí teir slitna so illa og Strandferðslan tað er eisini hent, at tey hava verið noydd at liggja heilar nætur við fullari kraft á skrúvunum fyri at halda skipinum at.

 

Tosað hevur verið um at leingja atløgubryggju eftir molanum út á fjørðin, so at hann kann skifta ímillum, alt eftir sum vindur og ætt er.

 

- Hevði tað borið til, hevði Smyril ligið trygt, sigur Hendrik Old.

 

Og hann heldur, at tað hevur stóran týdning at bøta um trygdina, tí hendir eitt óhapp, so at róðrið tekur í, ella onkur annar skaði, má Smyril av landinum og so eru suðuroyingar illa farnir, bæði vinnulív og ferðafólk.

 

Peningur er játtaður at leingja atløgubryggjuna út eftir molanum, seks metrar. Men Hendrik Old heldur, at tað er ikki stór nytta at gera tað, skal tað standa einsamalt, tí ta atløgubryggjuna kann Smyril ikki brúka.

 

Tríggjar milliónir eru játtaðar til endamálið og sostatt kosta tað 500.000 fyri meturin.

 

Men Hendrik Old hevur nú tikið spurningin upp um at hækka játtanina, so at 30 metrar av bryggjukanti kunnu gerast úteftir molanum, tí har kann Smyril liggja.

 

Hann sigur, at verða allir 30 metrarnir gjørdir ísenn, kostar tað niður ímóti 250.000 krónur meturin.

 

- Tað  er burturvið at gera slíkt arbeiði í smáum, tí upp á seg er tað nógv bíligari at gera alt í senn, sigur hann.