Føroyska Sjómansmissiónin hevur fingið eina heilsan frá Jákup Jakobsen, sum hevur verið maskinmeistari umborð á Maersk Pacer seinastu sjey árini. Í heilsanini greiðir hann frá, hvussu tað kendist á seinastu ferðini, áðrenn skipið varð upphøgt. Um hetta kann lesast á Facebook-síðuni hjá Føroysku Sjómansmissiónini.
- Tað var við sorgblídni fríggjakvøldið 8. september 2017, at vit við Mærsk Pacer drógu akkerið fyri seinastu ferð. Síðan sigldu vit undir brúnni og út av Guanabara-víkini í Rio de Janeiro - við kós móti Aliaga í Turkalandi, har skipið skuldi høggjast upp.
Jákup Jakobsen vísir á, at teir komu til Aliaga í Turkalandi fríggjamorgunin hin 29. september klokkan 8, og longu klokkan 13.15 sigldu teir við stívliga 13 míla ferð upp á strondina, har skipið lyfti seg uppá sandin og síðan stóð fast.
- Allar maskinur vórðu steðgaðar, alt bleiv lukkað niður og skipið lagt svart. Ein tíma seinni fóru vit av skipinum og flugu heim. Eftir sjey ár við Mærsk Pacer, harav hálvt fimmta ár út frá Rio de Janeiro, var tað við blandaðum kenslum, at vit nú sigldu skipið til upphøggingar.
Maskinmeistarin sigur, at teir hava havt tað sera gott umborð á hesum skipi - í góðum eins væl og í ringum veðri. Her hava teir stríðst við ymiskar avbjóðingar og trupulleikar, sum teir hava loyst frá ferð til aðra.
- Her kendi eg sum maskinmeistari eftirhondini hvørja skrúvu, hvørja rørslu og hvørt ljóð umborð. Hetta skip hevur verið mítt arbeiðspláss - og annað heim kann eg siga - seinastu sjey árini, sigur Jákup Jakobsen í heilsanini til Føroysku Sjómansmissiónina.
Maersk Pacer var bygdur í 1991; skipið var 73,6 metrar langt og 16,7 metrar breitt.