varin, eftirfarandi og nágreiniligur við sínum keldutilfari, so hann ikki gongur á tunnum ísi við óalítandi og ókannaðum leikmanna keldutilfari ella kanska rættari »við ivasomum fólkatosi sum rættleikan« [...] Jógvan við Keldu ---- At eitt og annað verður skeiklað søguliga, er ikki óvanligt, men tá tað »frøðiliga« beinleiðis verður endurgivið sum partur av misfatan ella kanska einum subjektiviteti, fyri at fáa [...] holt við at viðgera bíbliutýðingina, har skrivar hann m.a.: »Eg haldi, at hvør hugsandi maður og kvinna fata tað, at ein slík umseting av teirri heiløgu skrift, sum varð gjørd av Victor Danielsen við ein
Tóra við Keldu ----- Eftir myrkur kemur ljós, eftir kulda kemur hiti og eftir vetur kemur vár. Hesir aldargomlu sannleikar, sum menniskju onga ávirkan hava á, kunnu setast saman við, eftir kreppu koma [...] landinum, góða og trúfasta yvirvøld, bara fyri at nevna nakað. Eftir dagin í dag kemur morgindagurin við sínum lívi. Hvat verður tá? Tørvir, vit høvdu fyri ársskiftið, verða óivað júst teir somu komandi árið [...] hvar eru páparnir at børnunum tá? Og orð sum stakir uppihaldarar, sperdar barnafamiljur og ungdómar við færri møguleikum enn fyrr - hvar eru øll hesi um eitt ár? Verða tey tá í somu støðu, ella eru tey tá
Hans Andrias Sølvará ----- Takk fyri viðmerkingina, Jógvan. Eg noyðist at koma við eini stuttari rættleiðing, tá Jógvan við Keldu ikki tykist skyna ímillum, at tað eru fleiri mátar at brúka søguligar keldur [...] Jógvan ber fram í síni grein, so noyðist eg at viðgera og eftirkanna allar upplýsingar, sum Jógvan við Keldu ber fram í greinini. Men tað ber eisini til at brúka keldur á ein annan hátt. Eg kann t.d. brúka [...] brúka greinina hjá Jógvani sum skjalprógv fyri, at tað í 2013 eru fólk í Klaksvík, sum eru ósamd við Josias Matras í tí, sum hann bar fram í 1960 um støðuna hjá Kjølbro í Klaksvík í 1930 árunum. Brúki eg greinina
Jógvan við Keldu ...... Meðan skaldsøga er ábending við listarligum innihaldi og meiri enn lutvíst verður brúkt til undirhald, har stundum gjørt verður av og helst onkuntíð skrøggað, skal hon takast fyri [...] skilir! Annars fari eg, sum fyrr sagt, at venda aftur seinni við onkrum brotum við tørvandi breidd í fyrilestrinum, uttan at tað sum so hevur við beinleiðis “læknastríðið” at gera. [...] so mongum sambondum, heldur hann, kanska uttan at kenna varhugan av álvarseminum, fram við hesi søgureingjan, við áhaldandi trongd eftir at fáa hetta til “sannleika”. Tað er m.a. her, hann sum søgufrøðingur
Nielsen, sum var svágdur við Evald Kjølbro, ið hevði fingið læknastarvið við sjúkrahúsið í Klaksvík ístaðin fyri Halvorsen. Ivast Jógvan framvegis í, um tað var misnøgd í Klaksvík við leiklutin hjá Kjølbro [...] kann eisini upplýsa, at síðan Jógvan fór at skriva um hetta evnið hava fólk sett seg í samband við meg við ítøkiligum dømum um arbeiði hjá Kjølbro, har brøður vóru valdir fram um fólk, sum ikki vóru brøður [...] betri sjálvur. Hann hevur sjálvur roynt at sáa iva um trúvirðið hjá mær við ógrundaðum skuldsetingum um, at mín gransking skal vera við ávísum “halli”, vanta “objektivitet”, at keldurnar eru valdar eftir “áhuganum
Jógvan við Keldu ------ Eg havi ikki viðgjørt leyst prát “amatør-kjak undir húsahornunum”, um hvør fekk starv og ikki, tí hesi uppáhald hava verið ivaleys av í okkara lítla landibæði innan alment og privat [...] “amatør-kjakið” um at, “..síðani Jógvan fór at skriva um hetta evnið, hava fólk sett seg í samband við meg við ítøkiligum dømum um arbeiði hjá Kjølbro, har brøður vóru valdir fram um fólk, sum ikki vóru brøður [...] sagt, heldur lívið í tí, men blæsur nýtt lív í, og fer út um tað “ganska land” við meiri enn einum ferili av staðfestingum við ódokumenteraðari leikmannakeldu, og hevur brúkt hana undir fleiri viðurskiftum
marknaðarpartin í Evropa Tað skrivar Vinnuhúsið í dag, sum vísir til Intrafish sum keldu. - Toskakvotan í Barentshavinum økist við 33% í 2013, og toskaprísirnir kunnu tí væntast at falla. Um prísurin á toski
byggivinnuni, har produktiviteturin í miðal er minkaður við umleið 1% um árið seinastu 15 árini. Tað sigur Vinnuhúsið, sum vísir á Dansk Industri sum keldu. - Hóast positivan produktivitetsvøkstur í nýbygging [...] nýbygging, er negativa gongdin í viðlíkahaldi og serliga annleggsarbeiði við til at hála samlaða talið niður. Í eldri frágreiðingum er víst á, at produktivitetsvøksturin í donsku byggivinnuni í longri tíð hevur
byrjaði nýggja árið við einum lesarabrævi fyri Marknagilsdeplinum, har hon lastaði politisku skipanina fyri at sáa iva um og harvið skapa ófrið um depilin. Men ófriðurin hevur sína keldu úr hennara egna flokki [...] floksins, Jørgin Niclasen, og formaður í tingbólkinum, Jákup Mikkelsen, atkvøddu báðir tveir, saman við gamla formanninum Anfinn Kallsberg, móti skúladeplinum í Marknagili. Tað vil siga, at í toppinum í [...] hevur fleiri ferðir verið úti og vart Marknagil fyrr og heitt á landsstýrismannin um ikki at drála við æltanini, so seint sum í desember gjørdi hann greitt, at Marknagilsdepilin mátti byggjast nú ella ongantíð