Jógvan við Keldu
------
Eg havi ikki viðgjørt leyst prát “amatør-kjak undir húsahornunum”, um hvør fekk starv og ikki, tí hesi uppáhald hava verið ivaleys av í okkara lítla landibæði innan alment og privat virksemi
Fari at koma við nøkrum viðmerkingum til seinastu greinina hjá Hans Andriasi Sølvará, undir heitunum: “Nei-Jógvan skilir framvegis ikki”, ella í onkrari aðrari yvirskrift: “Nei – Jógvan skilir einki”.
Tað undrar meg, av teirri orsøk at hetta vóru viðmerkingar til mínar tvinnu greinar, at hann brúkar so nógv av greinini til at viðgera mál, sum eg enn ikki havi viðgjørt, so sum Kjølbro fyritøkuna, at Rubek-Nielsen var svágur Ewald Kjølbro, og so hetta afturvendandi “amatør-kjakið” um at, “..síðani Jógvan fór at skriva um hetta evnið, hava fólk sett seg í samband við meg við ítøkiligum dømum um arbeiði hjá Kjølbro, har brøður vóru valdir fram um fólk, sum ikki vóru brøður – enntá fram um ikki-brøður, ið vóru nógv betri skikkaðir til viðkomandi starv” o.s.fr.
Alt hetta hevur onki við mínar báðu greinir at gera, men er í nógvum førum leyst prát“undir húsahornum”, um hvør fekk starv og ikki. Vit sum kenna Føroyar meiri og minni, hava livað her í mong ártíggir, hava hoyrt hesi – í evarska lítlan mun prógvað – men vanliga fullkomiligu próvleysu uppáhaldini um alt landið, innan so væl privata sum almenna virksemið.
Hetta havi eg ikki viðgjørt enn, og veit ikki hví alt hetta fær høvuðsleiklutin í aftursvari hansara.
Tað er seinasta brotið - Hans Andrias
Hinvegin, tað sum eg í fyrstu syftu havi viðgjørt er hesin setningur, sum púra rætt sum Hans Andrias sigur, eg havi tikið út úr bæði fyrilestrinum og er lutvíst sagt í práti í Útvarpi Føroya: “En betydningsfuld faktor var også, at J. F. Kjølbro, den største arbejdsgiver i bygden, var baptist, og i første række gav arbejde til dem der hørte til baptistmenigheden. Det førte tit til, at mange, også af økonomiske grunde, lod sig gendøbe”. Undirstrikaði sjálvur seinasta partin.
Hetta og onki annað av øllum Hans Andriasar innihaldi havi eg viðgjørt. Hinar partarnar verður tíð til at koma inn á seinni, um lív og heilsa gevst.
Tí hevði mær dámt, at hann helt seg til málið meiri enn bara tað, at hann sigur í greinini: “Sjálvur taki eg ikki støðu til, um alt tað, sum Josias Matras heldur uppá er satt – havi heldur ikki gjørt neyvar kanningar, sum kundu givið greiðari ábendingar um tað...”. Jú, eg skilji brúkið!
Vekir úr skrivligum dvala
eftir hálva øld
Tað sum eftir stendur frá hansara síðu, og sum hann hevur vakt aftur til lívs, eftir ein langan skrivligan dvala, ikki tí, at hetta var tikið fyri at vera sannaleiki – tvørturímóti, er ein fatan ella varhugi av, at samkoman í Betesda er grundað á: ...”Det førte tit til, at mange, også af økonomiske grunde, lod sig gendøbe”. – Hetta er álvarsom ódokumenterað ákæra bæði móti samkomuni, Kjølbro og mongd av fólki.
Liðin er meiri enn hálv øld, síðani hesi orð vórðu skrivað, og so vítt eg veit, hevur verið meiri ella minni skrivlig tøgn um hetta, inntil søgufrøðingurin, ikki bara sum sagt, heldur lívið í tí, men blæsur nýtt lív í, og fer út um tað “ganska land” við meiri enn einum ferili av staðfestingum við ódokumenteraðari leikmannakeldu, og hevur brúkt hana undir fleiri viðurskiftum.
Ein “farsa ella veruleiki”
Í Danmarkskrønike 1953-57 hevur Paul Hammerich - sum eisini er ein av høvundunum til áhugaverdu sjónvarpsrøðina Matador - eitt brot. Hann sigur m.a.: “I Klaksvik var kampen om sjælene socialt lagdelt: baptist-sekten Plymouthbrødrene havde stærkt tag i over- og mellemklasserne, mens indbyrdes stridende indremissionske bevægelser huserede blandt de lavere indtægtskiler”.
Eg tók hesi orð fyri tað mesta ongantíð fyri meiri enn eina “farsu”. – Mær vitandi eru ongantíð gjørdar kanningar og enn minni granskingar á hesum øki. – Men fyri nøkur eitt gott og lætt undirhald.
Høvdu fleiri góðar samtalur
Áðrenn eg endi í hesum umfari, fari eg at taka eitt brot úr greinini hjá Hans Andriasi, har hann av órøttum ger seg inn á tekstin hjá mær: “Jógvan roynir hinvegin við beinleiðis óviðkomandi og ósakligum tilsipingum, t.d. at Josias Matras bara var leikfólk og “bådejer”, og við ongum grundgevingum at sáa iva um trúvirðið hjá Josiasi Matras. Men Josias Matras var ikki hvør sum helst. Eins og Jógvan var hann virkin vinnulívsmaður, skipari og sat í sóknarstýrinum í 1951, 1952, 1953 og í 1954 var hann sóknarstýrisformaður. Hann var kirkjuráðsformaður í nógv ár og fekk riddarakrossin, tá ið Christianskirkjan var vígd í 1963”.
Her fer hann aftur lætliga um mark. Fyri tað fyrsta, havi eg ongastaðni sagt, at hann “bara var”. Hinvegin eru vit báðir leikfólk í søguskriving. Tað skuldi ikki verið “nøkur skomm”. Fyri tað annað, so kennir hann meg illa, tá eg kalli ein “bådejer” fyri “bara at vera”. Titulin í bókini var “bådejer”, og tað er tað. Rokni við, at Hans Andrias er samdur við mær um, at eg havi altíð sett vinnulívið høgt í metum. Fyri tað triðja, so kendi eg Josias Matras, eg virdi hann, og vit høvdu ikki so fáar samtalur bæði um andalig- og samfelagsviðurskifti, aftaná hansara framløgur bæði um hesi viðurskifti og bíbliutýðingina. Eg viðgeri bara tað, sum er skrivað.
Epilog
Til seinast hesaferð! Kom at hugsa um Hans Andrias, tað sum eg havi sæð týska høvundin Christian Morgenstern siga onkunstaðni fyri einum 100 árum síðani, nakað soleiðis: “Tað eru fólk, sum altíð billa sær sjálvum inn, at tað er eitt álop at tey, um onkur hevur eina aðra ella sigur sína meining”. – So siga vit, at kjakmentanin í Føroyum er komin longri!
Nei, her er ikki talan um álop, ella, sum hann sigur, ..”illviljaðar og ógrundaðar skuldsetingar”, men veika og svíkjandi grundarlagið, sum kemur at standa eftir søgufrøðinginum í hesum broti langt inn í 21. øld og longri.