Jógvan við Keldu
----
At eitt og annað verður skeiklað søguliga, er ikki óvanligt, men tá tað »frøðiliga« beinleiðis verður endurgivið sum partur av misfatan ella kanska einum subjektiviteti, fyri at fáa tað at ganga upp, eigur at verða rópt varskó
Av teirri orsøk at eg ikki var heima, tá fyrilesturin um »læknastríðið í Klaksvík« varð hildin í Klaksvík av søgufrøðingi og lektara á Fróðskaparsetri Føroya, Hans Andrias Sølvará, las eg hann í Norðlýsunum 26. september, 4. og 11. oktober.
Haldi fyrilesturin er áhugaverdur, viðkomandi og virðismikið er eisini, at so nógv av hendingum og meiningum, sum fóru fram og eru havdar, verður savnað undir einum. Hetta er serstakt søgubrot úr føroyska gerandisdegnum og ikki minst úr Klaksvík seinast í 1940num og í 1950unum, og er onki løgið í, at meiningarnar eru sera ymiskar.
Fari annars ikki at koma inn á sjálvan fyrilesturin og enn minni geva nakað ummæli, og tað er heldur ikki tí, at eg trái eftir at grava upp í gomlum óhepnum frásøgnum frá leikfólki, sum søgufrøðingurin ikki heldur seg aftur við at brúka, hóast upprunakeldan er ódokumenterað, men av teirri orsøk, at tað av og á er frammi av leikfólki sum einfaldur sannleiki, fari eg ikki at lata hetta »bara« standa, sum søguligur veruleiki.
So søgan ikki verður falsað
Fyri nú mongum árum síðani, tá Klaksvíkar Kommuna helt hátíðardag, hevði eg samrøðu við J. Símun Hansen, lærara og samfelagsfrøðing, sum legði bókligt søguligt stórverk úr hondum. Hann tók soleiðis til: »Hjá einum søgufrøðingi er umráðandi, at hann greiðir rætt frá søguni, keldurnar eru álítandi, so hon ikki verður falsað«.
At eitt og annað verður skeiklað søguliga, er ikki óvanligt, men tá tað »frøðiliga« beinleiðis verður endurgivið sum partur av misfatan ella kanska einum subjektiviteti, fyri at fáa tað at ganga upp hjá einum sjálvum, eigur at verða rópt varskó, og tá ivasamt er, um keldan nú er álítandi. – Tað er tað ætlanin er við hesi grein.
Ljót atsókn at trimum pørtum
Í 1960 verður útgivin bók á Lohse forlagnum, sum fekk heitið »Men Gud greb ind« skipað av John Munck, sum eina tíð var trúboðari í KFUM&K í Klaksvík. Í bókini, sum er ein fitt bók við umleið 125 blaðsíðum, eru eini tíggju áhugaverd brot skrivað av virdum fólkum sum Clement Eliassen, trúboðara, Høgna Poulsen, presti, Jákupi Johansen (Kass) skipsreiðara o. ø. - Las hana tá hon kom út, og havi av og á síðani havt hana í hondum.
Ein av høvundunum í bókini er Josias Matras, har titulin er »bådejer«. Í einum broti ger hann eftir míni meting – og hetta var eisini nógv frammi, tá bókin kom út - eitt ódokumenterað og ljótt álop á tríggjar partar: samkomuna í Betesda, Kjølbro og eina fjøld, har hann m.a. sigur:
»En betydningsfuld faktor var også, at J. F. Kjølbro, den største arbejdsgiver i bygden, var baptist, og i første række gav arbejde til dem der hørte til baptistmenigheden. Det førte tit til, at mange, også af økonomiske grunde, lod sig gendøbe«. (Undirstrikað av gr.skrivaranum).
Søgufrøðingur skal til eina og hvørja tíð kunna prógva, at keldan hann brúkar í fyrilestri, er álítandi, og tá hann tekur upp keldu, sum ikki ber til at prógva, t.d. hetta at, »Det førte tit til, at mange, også af økonomiske grunde, lod sig gendøbe«. Møguliga kann Hans Andrias Sølvará prógva, at kelduúrvalið hann brúkar út frá hesum í sínum fyrilestri, er skottrygt - ella!
Hevur Sølvará tørv á vitan
Kanska er í hesum føri áhugavert at venda okkum til bókina, »Bíblian á føroyskum í hálva øld« – søgubrot um bíbliutýðing Victor Danielsens og sálmaskaldskap hansara«, skrivað av Zacharias Zachariassen, útgevari er Forlagið Leirkerið í Gøtu. Hetta er í nógvum førum endurgivnar blaðgreinir úr sokallaða »bíbliustríðinum«.
Á síðu 196 verður endurgivin grein úr Norðlýsinum 4. januar 1952 skrivað av sama Josiasi Matras, her er hann í holt við at viðgera bíbliutýðingina, har skrivar hann m.a.: »Eg haldi, at hvør hugsandi maður og kvinna fata tað, at ein slík umseting av teirri heiløgu skrift, sum varð gjørd av Victor Danielsen við ein skund, ikki hevur møguleikar at vera dygdarverk, hvørki so ella so, sammett við ta týðing, sum próst Dahl, sáli, og nu seinri, Viderø prestur, hava gjørt«. Nú veit eg ikki, men eg ivist í einum breiðari førleika hjá honum at døma um hetta.
Í Dagblaðnum nr. 10 og 11, ávíkavist 29. januar og 1. februar 1952 svarar Andrew Sloan honum aftur í drúgvari grein undir yvirskriftini: »Opið bræv til Josias Matras í Klaksvík«.
Andrew Sloan byrjar aftursvarið við hesum orðum: »Mær var ógvuliga dátt við, tá ið mær varð víst blaðgrein tygara í »Norðlýsinum« 4. jan. í ár, og loyvi mær tí at skriva tygum hesar reglur alment. Persónliga kenni eg tygum ikki, men havi hoyrt tygum umrøddan av brøðrunum innan samkomur okkara sum ein álvarsaman trúgvandi mann. Og eri eg tí so mikið meiri bilsin við, at tygum hava skrivað, sum tygum gera....«. Síðani hevur Andrew Sloan drúgva og gjølliga frágreiðing um arbeiðið hjá Victori, um drúgvu tíðarlongdina, við ávísingum, spurningum og viðgerð í sínum aftursvari. (Er áhugi, kann aftursvarið lesast á síðunum 216 -225).
Kundi lært av David Trads
Av og á kann vera ivasamt um keldutilfarið bara verður tikið, tí einum hóvar at trúgva tí. Eisini eigur at vera munur á leikmanni og persóni, ið kallar seg og verður endurgivin søgufrøðingur.
Fyri kortum kom kendi og annars dugnaligi danski tíðindamaðurin, David Trads, í satt ódnarveður av teirri orsøk, at hann fyri eini níggju árum síðani - uttan veruligt prógv - ákærdi Henrik Gade Jensen, ráðgeva hjá kirkjumálaráðharranum Tove Fergo, at vera nazi-viðhaldsmaður. Hetta fekk tær álvarsligu fylgjur, at ráðgevin misti starvið.
Hetta málið hevur seinastu árini hingið sum dapurt skýggj yvir journalistinum David Trads, og hevur nú verið viðgjørt m.a. í Journalisten, sum er fakmiðil fyri miðlafólk v.m. Har verður endurstaðfest, nakað sum er sjálvsagt viðvíkjandi ó- og álítandi keldutilfari og sum David Trads sjálvur endurtekur, eftir veruliga at sigla í »tungum sjógvi«: »De to vigtigste ting, jeg har lært, er for det første, at man altid på et medie skal være helt hundrede procent sikker på, at de påstande man afleverer, de er korrekte. Og hvis man ikke er helt sikker, så skal man lade være med at bringe dem. Det er jo en grundsætning i journalistikken«.
Kendi seg »tarvelig og ussel«
Síðani tá var so mikið dygt trýst lagt á David Trads, at hann meðan hann var í USA fyri at siga frá forsetavalinum, var noyddur, enntá við Hvítu Húsunum í baksýni at »skrifta« í Deadline, at tað var bæði »usselt og tarveligt« ikki at biðja um fyrigeving fyri sekivleikan »fyrr enn nú«!
Hetta var so ein kendur og dugnaligur danskur tíðindamaður, sum veruliga varð kroystur at siga sannleikan. Kundi hugsað mær, at fyri eftirtíðina og søgusannleikan eigur ein søgufrøðingur at vera uppaftur meiri varin, eftirfarandi og nágreiniligur við sínum keldutilfari, so hann ikki gongur á tunnum ísi við óalítandi og ókannaðum leikmanna keldutilfari ella kanska rættari »við ivasomum fólkatosi sum rættleikan«.
»Syngjandi vísmaðurin«
Kann vera áhugavert í hesum høpi, bara fyri at vísa á, hvussu søgur koma í, at nevna úr bókini »Den syngende vismand« hjá Anders Ølgård, sum var ráðgevi hjá danska forsætisráðnum í føroyskum viðurskiftum, tá hann skrivar um læknastríðið. Har sigur hann m.a. á síðu 198: »I Danmark var det Klaksvig affæren, der satte gang i den brede offentlige interesse for Færøerne. Klaksvig er den største by på de nordlige øer og stod traditionelt i et modsætningsforhold til Torshavn. Byen var økonomisk domineret af J. Kjølbro, og en svigersøn af ham, Olaf Halvorsen, var blevet konstitueret som overlæge på det lokale sygehus...«! Altso kan ein fáa burtur úr hesum, at »Halvorsen var versonur Kjølbro« – Ella? – Ja, soleiðis verður »jonglerað« við søguligu vitanini. Tó skal verða sagt fyri rættleikans skuld, at hesin er ikki søgu- men búskaparfrøðingur.
Fari ikki í hesum umfari at viðgera meiri, hóast eg haldi, at soðið er summastaðni í so tunt og við heldur óviðgjørdari breidd og hevur innihaldið eftir míni meting ávíst hall. Men sum sagt, so ber illa til at meta søgufrøðingin treytaleysan álítandi, tá keldutilfarið verður viðgjørt soleiðis, at tað tykist, sum tað hóvar betri áhuganum hjá einum sjálvum.