Hans Andrias Sølvará
----
Takk fyri viðmerkingina, Jógvan, men eg noyðist at koma við eini rættleiðing afturat. Tí antin skilir Jógvan framvegis ikki, at tað ber til at brúka keldur á ymiskan hátt, ella vil hann bara ikki skilja tað.
Staðfestar sannroyndir
Eg fari ikki at endurtaka tað, sum eg skrivaði í seinastu rættleiðing míni, men tað er hugvekjandi, at Jógvan ikki vil vera við, at tað er staðfest sannroynd, at summi í Klaksvík hildu Kjølbrofyritøkuna hava ov stórt vald í Klaksvík í árunum undan og kring læknastríðið. Hetta er m.a skjalfest í grein frá 1960, sum snýr seg um trúarligar vekingar í Klaksvík í 1920 og 30 árunum, skrivað av Josiasi Matras (f 1904), einum missiónskum bygdamanni hjá Jógvani, ið liggur í síni grøv, og sum Jógvan uttan nakað prógv leggur undir at siga ósatt. Her tekur Josias Matras soleiðis til: “En betydningsfuld faktor var, at J. F. Kjølbro, den største arbejdsgiver i bygden, var babtist, og i første række gav arbejde til dem, der hørte til babtistmenigheden. Det førte tit til, at mange, også af økonomiske grunde, lod sig gendøbe”. Hetta at summi – fyri ikki at siga nógv – hildu, at Kjølbrofyritøkan hevði ov stórt vald í Klaksvík, er eisini so týðiligt í læknastríðnum, at tað als ikki er til at koma uttanum.
Jógvan kann samanbera hesa søguna við skaldskapin hjá Hans Kirk, men hvørki Josias Matras ella tey, sum settu seg upp ímóti Kjølbrofyritøkuni í 1950 árunum, skrivaðu ella hildu seg vera leikarar í eini skaldsøgu. Sjálvur taki eg ikki støðu til, um alt tað, sum Josias Matras heldur uppá er satt - havi heldur ikki gjørt neyvar kanningar, sum kundu givið greiðari ábendingar um tað. Hinvegin havi eg onga grund til at halda, at Josias Matras bara fann uppá hetta um Kjølbro - sjálvur man hann hava upplivað tað soleiðis. Josias Matras og Kjølbro vóru báðir fólkafloksmenn og undir læknastríðnum vóru báðir 5 arar. Heldur ikki er talan um eitt óumhugsað illsinnisgleps frá Josiasi Matras, men talan er um grein í bókini “Men Gud greb ind” (Munck, John, ritstj.), sum var givin út á Lohes Forlag í 1960. Í øllum førum er greinin hjá Josiasi Matras - einum eygnavitni í Klaksvík frá umleið 1920 til 1960 - góð kelda til spurningin, hvussu Kjølbro varð sæddur av fólki uttanfyri brøðrasamkomuna. Eg kann eisini upplýsa, at síðan Jógvan fór at skriva um hetta evnið hava fólk sett seg í samband við meg við ítøkiligum dømum um arbeiði hjá Kjølbro, har brøður vóru valdir fram um fólk, sum ikki vóru brøður - enntá fram um ikki-brøður, ið vóru nógv betri skikkaðir til viðkomandi starv.
Jógvan roynir hinvegin við beinleiðis óviðkomandi og ósakligum tilsipingum, t.d. at Josias Matras bara var “leikfólk” og “bådejer”, og ongum grundgevingum at sáa iva um trúvirðið hjá Josiasi Matras. Men Josias Matras var ikki hvør sum helst. Eins og Jógvan var hann virkin vinnulivsmaður, skipari, og sat í sóknarstýrinum í 1951, 1952 , 1953 og í 1954 var hann sóknarstýrisformaður. Hann var kirkjuráðsformaður í nógv ár og fekk riddarakrossin, tá ið Christianskirkjan varð vígd í 1963.
Tá Jógvan skrivar um tekstin hjá Josiasi Matras, at , “Tað gerst ikki meira satt, Hans Andrias, fyri tað, um hetta er skrivað og útgivið í bók”, so er tað sjálvandi rætt, men Jógvan prógvar bara enn einaferð, at hann ikki hevur skilt poengið: “Poengið, sum Jógvan ikki tykist skilja er, at tann sannroynd, at teksturin hjá Josias Matras yvirhøvur er til, prógvar, at tað vóru fólk í Klaksvík, sum hildu, at Kjølbro hevði ov stóra ávirkan á lívið í Klaksvík.”. Tað er ikki meir at siga um hetta.
Hetta uppáhaldið hjá mær hevur einki við skaldskap at gera. Hetta er staðfest søgulig sannroynd.
Annars brúkti eg í fyrilestrinum hesa meira óheftu orðing, tá eg metti um tann týdning, sum Kjølbro hevði fyri lívið í Klaksvík í 1930 árunum og tann týdning, sum hann hevði fyri, at brøðrasamkoman fekk so stóra undirtøku í Klaksvík: “Tað var serliga Kjølbro, tann dugnaligasti vinnulívsmaðurin í Føroyum, sum kom at seta dám á samfelagsgongdina í Klaksvík. ... Kjølbro, sum í 1920 hevði latið seg doypa til læru brøðranna, ið óivað eisini av tí grund fekk óvanliga stóra undirtøku í Klaksvík, fekk ómetaliga stóran týdning fyri alt lív í Klaksvík ... “. Hesa orðing havi eg ikki hug til at broyta.
Ógrundaðar illgitingar, hall og søgufalsan
Hvørji orð um dóp eg brúkti í eini knappari vending í sendingini um brøðurnar minnist eg ikki neyvt, - eg tími í veruleikanum heldur ikki at eftirkanna tað - men í fyrilestrinum bæði skrivaði og las eg, “doypa til læru brøðranna”. Um hendan orðingin sigur nakað um, hvussu perifer mín vitan um brøðurnar er, so vil eg fegin fáa tað at vita, heldur enn bara ógrundaðar illgitingar frá Jógvani.
Eg kann ikki svara Jógvani uppá ódámligar illgitingar, men kann bara staðfesta, at hevur Jógvan rætt í, at Josias Matras sigur ósatt, so er hann lítið betri sjálvur. Hann hevur sjálvur roynt at sáa iva um trúvirðið hjá mær við ógrundaðum skuldsetingum um, at mín gransking skal vera við ávísum “halli”, vanta “objektivitet”, at keldurnar eru valdar eftir “áhuganum hjá” mær og “søgureingjan”. Hetta eru einans leys uppáhald, spjadd ymsastaðni í viðmerkingini, uttan skugga av skjalprógvi.
Hetta kemur frá einum manni, sum stríðist fyri at strika skjalprógvað sjónarmið úr søguni.
Skaldskapur og søguskriving
Um skaldsøguna hjá Hans Kirk, Fiskerne, sum Jógvan onkursvegna vil hava við í sítt svar, skrivar hann: “Alt hetta kann vera vælskrivað, høvundurin sær tað út frá sínum upplivingum, gevur ávísa mynd av tíðini, men einfaldur og ævigur sannleiki er hetta ikki. Tað kundi eg hugsa mær, at Hans Andrias gevur mær rætt í. - Her er aðalmunur á skaldsøgu og veruligari próvfastari søguskriving.” Eg skal geva Jógvani rætt í, at skaldsøgan hjá Hans Kirk ikki er ”ævigur sannleiki”, men tá hann tykist halda uppá, at m.a. hetta skal vera aðalmunurin millum skaldsøgu og veruliga søguskriving, fari eg at loyva mær at ivast eitt sindur. Í fyrra lagi eru skaldsøgur eisini søguligar keldur, sum søgufrøðingar gera nýtslu av til at lýsa ymisk viðurskifti. T.d. kunnu skaldsøgurnar hjá Hans Kirk vera ógvuliga avgerandi keldur hjá einum søgufrøðingi, sum skrivar eina ævisøgu um Hans Kirk, meðan tær óivað eru minni góðar keldur til onnur søgulig viðurskifti. Soleiðis er tað við øllum keldum, men hóast eg royndi at greiða frá hesum - t.e. at keldur eisini kunnu brúkast sum leivdir - so greitt sum eg kundi í míni fyrru rættleiðing, so tykist Jógvan framvegis ikki hava skilt tað. Sum leivdir kunnu skaldsøgur í veruleikanum vera heilt góðar keldur um ta tíð, sum tær eru vorðnar til í.
Í øðrum lagi er verulig søguskriving ikki ”ævigur sannleiki” ella ”próvfast…”, sum Jógvan tykist vilja vera við. Tann, sum hevur fingist nakað við søgu veit, at tað eru fleiri líkleikar millum skaldsøgur og søguskriving, men heldur Jógvan, at søgufrøðingar skulu lesa greinina hjá Josiasi Matras sum skaldskap, so hevur hann lítið og einki skil fyri teimum ymsu tekstasløgunum. Hetta ætlaði eg mær kortini ikki at koma so nógv inn á, men skuldi greinin hjá Josiasi Matras verið ein skaldslig stuttsøga, so hevði hon framvegis avdúkað ein hugburð og kunna verið brúkt til at skjalprógva, at onkur í Klaksvík helt, at Kjølbrofyritøkan hevði ov stóran týdning. Her fari eg bert at vísa á, at keldurnar hjá søgufrøðingum altíð eru avmarkaðar í nøgd, - ikki minst, tá talan er um eldri søgu - sera ymiskar í dygd, ongantíð fullkomnar, og at søgufrøðingar við orðunum hjá danska søgufrøðinginum Erik Arup noyðast ”at yrkja yvir sannroyndirnar, ið veruliga kunnu skiljast burturúr keldunum sum álítandi, yvir tær allar, ikki ímóti og ikki út yvir tær”. Tað er v.ø.o. sjáldan, fyri ikki at siga ongantíð, at søgufrøðingar koma tættari søguliga veruleikanum enn at festa á blað eina frásøgn, sum við støði í ófullkomnum keldum tykist teimum mest sannlík. Søgufrøðingar seta ikki fram ”ævigar sannleikar”, men royna at skapa ein størri karm, sum greiðir frá sannroyndunum; ”próvfastari søguskriving” kunnu teir bert uppnáa í brotum, meðan tann stóra myndin altíð er til diskussión. Tá vit seta sannroyndirnar í læknastríðnum inn í eitt størri høpi, har m.a. mótstøðan móti Kjølbrofamiljuni gjørdist týðandi dimensión í stríðnum, so tykist tað tá samanum kemur rættiliga sannlíkt, at tað, eins og Josias Matras leggur upp til, var ein ávís misnøgd millum ávísar bólkar av klaksvíkingum við leiklutin hjá Kjølbrofyritøkuni í árunum undan læknastríðnum. Og at hetta var ein av fleiri orsøkum til, at ein banal læknasetan mentist til eitt drúgt læknastríð Tað er í øllum førum ein størri karmur, sum samsvarar rættiliga væl við sannroyndirnar. Ein karmur, sum neyvan nakrantíð verður ”próvfastur”, men ein karmur, sum tykist vera sannlíkur. Tað verður í øllum førum trupult at greiða frá gongdini í læknastríðnum, m.a. at Rubek Nielsen varð spiltur út og ongantíð slapp til Klaksvíkar at virka sum sjúkrahúslækni, m.a. tí hann var svágur Evald Kjølbro, um so er, at eingin misnøgd var við Kjølbrofamiljuni í Klaksvík í árunum undan læknastríðnum. At hendan misnøgdin eisini hevur verið til staðar í árunum undan læknastríðnum - í øllum førum implisit - sæst eisini týðiliga í áganginum móti Kjølbrofamiljuni frá 95 arum undir læknastríðnum, sum síðan onkuntíð kom til sjóndar í hesum orðunum frá 95 arum: “Tey” – t.e. Kjølbrofamiljan – “ráða yvir okkara lívi, skulu tey nú eisini ráða yvir okkara deyða”, har tann fyrri parturin er søgan, meðan tann seinni parturin sipar til, at tað í apríl 1953 var Eivind Rubek Nielsen, sum var svágdur við Evald Kjølbro, ið hevði fingið læknastarvið við sjúkrahúsið í Klaksvík ístaðin fyri Halvorsen. Ivast Jógvan framvegis í, um tað var misnøgd í Klaksvík við leiklutin hjá Kjølbro í 1930 árunum, so kann hann lesa Norðlýsið frá 1938, har Kjølbro hóttir við at flyta part av virkseminum á Kunoyarnes, meðan sóknarstýrisformaðurin leggur hann undir at hava havt ætlanir at flyta virksemi til Funningsbotn.
Eg havi sum søgufrøðingur onga ambitión um at skriva ”æviga sannleikan” um læknastríðið, men hevði eg megnað at sett hetta stríðið inn í ein sannlíkan søguligan og samfelagsligan kontekst og kanska lagt okkurt afturat tí, sum vit frammanundan vita, so hevði eg verið avbera væl nøgdur.
Jógvan skilir framvegis einki
Samanumtikið kann eg staðfesta, at Jógvan ikki tykist hava skilt nógv av mínum fyrilestri, tá hann tekur eitt gamalt sitat úr heildini, uttan yvirhøvur at skilja, hvussu tað verður brúkt í fyrilestrinum, og uttan at sipa til nakra aðra keldu leggur Josias Matras undir at reingja veruleikan. Jógvan tykist rímiligvís heldur ikki vita, at keldur kunnu gagnnýtast á ymiskan hátt og heldur ikki hevur hann nakran kunnleika um, hvat søguskriving yvirhøvur er fyri nakað. Hansara illviljaðu og ógrundaðu skuldsetingar um, at fyrilesturin hjá mær kann samanberast við skaldskap, tí eg siteri ein av hansara farnu bygdamonnum, sum hann tykist leggja undir at lúgva, fara fólk vónandi ikki at taka í álvara.
Hetta er bara prógv um, at Jógvan roynir at sannføra sínar lesarar við skaldskapi - uttan Keldu.









