Hans Andrias Sølvará
-----
Takk fyri viðmerkingina, Jógvan.
Eg noyðist at koma við eini stuttari rættleiðing, tá Jógvan við Keldu ikki tykist skyna ímillum, at tað eru fleiri mátar at brúka søguligar keldur uppá. Søgufrøðingar kunnu brúka keldur sum frágreiðingar um hendingar, sum eru farnar fram. Tá keldur verða brúktar sum frágreiðingar, er sjálvandi neyðugt at meta neyvt um søguliga trúvirðið í tí, sum sagt verður frá. Skal eg t.d. meta um søguliga trúvirðið í øllum tí, sum Jógvan ber fram í síni grein, so noyðist eg at viðgera og eftirkanna allar upplýsingar, sum Jógvan við Keldu ber fram í greinini. Men tað ber eisini til at brúka keldur á ein annan hátt. Eg kann t.d. brúka greinina hjá Jógvani sum skjalprógv fyri, at tað í 2013 eru fólk í Klaksvík, sum eru ósamd við Josias Matras í tí, sum hann bar fram í 1960 um støðuna hjá Kjølbro í Klaksvík í 1930 árunum. Brúki eg greinina hjá Jógvani soleiðis, er ikki neyðugt hjá mær at eftirkanna, um alt tað, sum Jógvan ber fram, er satt. Bara tað, at greinin hjá Jógvani er til, er skjalprógv um, at hesi sjónarmiðini eru til í Klaksvík í 2013. Her brúki eg ikki greinina hjá Jógvani sum frágreiðing um søguligar hendingar, men eg brúki hana sum eina leivd frá tí tíð, hon er vorðin til í.
Á sama hátt kann eg brúka greinina hjá Josias Matras sum skjalprógv fyri, at tað í 1960 vóru tílík sjónarmið í Klaksvík um leiklutin hjá Kjølbro í Klaksvík. Tann, sum lesur greinina hjá mær, sær skjótt, at tað er soleiðis eg brúki tekstin hjá Josias Matras – sum leivd. Eg taki als ikki støðu til, um sjónarmiðini hjá Josias Matras eru røtt ella ikki, men eg staðfesti bara, at sjónarmiðið var har. Heldur ikki dugi eg at síggja, at her er nakað hall til nakra síðu í frágreiðingini. Eg endurgevi úr greinini Norðlýsinum: “Tað var serliga Kjølbro, tann dugnaligasti vinnulívsmaðurin í Føroyum, sum kom at seta dám á samfelagsgongdina í Klaksvík. … Kjølbro, sum í 1920 hevði latið seg doypa til læru brøðranna, ið óivað eisini av tí grund fekk óvanliga stóra undirtøku í Klaksvík, fekk ómetaliga stóran týdning fyri alt lív í Klaksvík – vinnuliga eins og átrúnaðarliga, summi vilja siga alt ov stóran týdning. Í eini grein frá 1960 tekur Josias Matras, eitt eygnavitni, soleiðis til um tann týdning, sum Kjølbro hevði á Klaksvík í 1930´árunum:” So kemur sitatið, sum Jógvan ikki heldur, at søgufrøðingar kunnu brúka, tí hann ikki heldur, at tað samsvarar við veruleikan. Poengið, sum Jógvan ikki tykist skilja er, at tann sannroynd, at teksturin hjá Josias Matras yvirhøvur er til, prógvar, at tað vóru fólk í Klaksvík, sum hildu, at Kjølbro hevði ov stóra ávirkan á lívið í Klaksvík. Hetta er ikki nakað, sum eg sum søgufrøðingur kann “censurera” burturúr søguni bara tí, at Jógvan ikki dámar uppáhaldið. Og uttan mun til, hvat Jógvan heldur um tað, so er sjónarmiðið dokumenterað í skrivaðum søguligum heimildum.
Uppgávan hjá mær sum søgufrøðingur er ikki at síggja burtur frá skjalprógvaðum sannroyndum (t.e. misnøgd við ráðandi støðuna hjá Kjølbrofamiljuni í Klaksvík í 1950 árunum), bara tí at øll ikki vóru/eru tað, men uppgávan er at royna at lýsa støðuna frá øllum síðum, soleiðis at til ber at skilja upprunan til læknastríðið.
Um eg havi gjørt tað nóg gott, mugu onnur sjálvandi meta um, men misnøgd við ráðandi støðuna hjá Kjølbrofamiljuni í Klaksvík, sum m.a. er skjalprógvað í greinini hjá Josias Matras, er týðandi partur av hesum.