Tóra við Keldu
-----
Eftir myrkur kemur ljós, eftir kulda kemur hiti og eftir vetur kemur vár. Hesir aldargomlu sannleikar, sum menniskju onga ávirkan hava á, kunnu setast saman við, eftir kreppu koma góðar tíðir, eftir kríggj kemur friður og eftir ójavnvág kemur javnvág – ella kunnu teir tað? John Lennon sang “Kríggj er søga, um vit vilja tað!” Ella eru vit bara bundin av egna sannleikanum, at lívið er ein ringrás, sum vit onga ávirkan hava á?
Bønin “Gev okkum í dag okkara dagliga breyð” sipar neyvan bara til, at vit fáa mat og drekka her og nú. Men hon sipar eisini til alt tað, sum gevur okkum nýggja orku og fær okkum at liva. Luther vísir nevniliga á, at “gev okkum í dag okkara dagliga breyð” er bønin um alt tað, okkum tørvar til lívsins uppihald – mat, heim, frið, góðar vinir og grannar, gott stýrislag í landinum, góða og trúfasta yvirvøld, bara fyri at nevna nakað.
Eftir dagin í dag kemur morgindagurin við sínum lívi. Hvat verður tá? Tørvir, vit høvdu fyri ársskiftið, verða óivað júst teir somu komandi árið. Spurningurin er tá, um vit gleða okkum til nýggja dagin – til morgindagin? Ella eru vit um eitt ár, tá ið jólini aftur standa fyri durum, í somu støðu, sum nú?
Fernando Savater leggur lívinum hesar eginleiar: “Lívið hevur eina meining, eina meining, sum ikki kennir sín líka. Lívið fer, uttan at nakar gevur tí ferð, leikir kunnu ikki takast aftur, og vanliga kann einki verða rættað. Tí er neyðugt at hugsa um, hvat vit vilja og leggja merki til, hvat vit gera.”
Í einum samfelag, har umleið 500 umsóknir eru til jólahjálp, kunnu vit spyrja, hvar eru hesi um eitt ár? Ella hvar eru tær 630 einligu mammurnar um eitt ár - og hvar eru páparnir at børnunum tá? Og orð sum stakir uppihaldarar, sperdar barnafamiljur og ungdómar við færri møguleikum enn fyrr - hvar eru øll hesi um eitt ár? Verða tey tá í somu støðu, ella eru tey tá komin víðari og hava fingið dirvi at gera av, hvat tey vilja og hava vón fyri framtíðina?
Møguliga duga vit ov illa at síggja avleiðingar? Tí hóast foreldur vita, at børn teirra ynskja, at tey eru saman, fara tey hvør frá øðrum. Hóast fólk vita, at útbúgving er ofta vegurin til persónligt frælsi, velja mong tað frá. Hóast politikarar vita, at fólkið troyttast av kegli og klandri, eru bløðini, útvarpið og sjónvarpið full av hesum. Møguliga fara vit í ár at gerast vísari.
Víst vísa útlendsk hagtøl, at børnini ofta arva sosialu umstøðurnar frá foreldrum sínum. Væl vitandi um, at øll vælferðarsamfeløg hava menniskju, sum skulu og eiga at fáa hjálp úr almennu skipanini, so havi eg hug at spyrja, hvussu nógv av hesum, eru júst í somu støðu komandi ár, sum tey eru í ár? Tað er navnliga áhugavert, tí um eingin vón er fyri at hesi, ella um bara ein lítil partur av teimum komandi ár er komin upp á turt og hava fingið eitt sjálvbjargið lív, so verður hesin bólkurin vaksandi.
Ella eru vit bara bundin av egna sannleikanum, at lívið er ein ringrás, sum vit onga ávirkan havi á? Hesi orð við vón um eitt gott og eydnuberandi nýggjár fyri land og fólk okkara, har vit øll leggja okkum í geyma, at vit hvønn dag hava fyri neyðini at fáa dagliga breyð okkara.










