Hevur Fólkaflokkurin altíð arbeitt móti Marknagilsdeplinum?

Hallur av Rana
-----
Lat meg gera tað greitt beinavegin. Tað var aldrin ætlanin hjá oddamonnunum í dagsins Fólkaflokki, at Marknagilsdepilin yvirhøvur skuldi byggjast. Formaður floksins, Jørgin Niclasen, og formaður í tingbólkinum, Jákup Mikkelsen, atkvøddu báðir tveir, saman við gamla formanninum Anfinn Kallsberg, móti skúladeplinum í Marknagili. Tað vil siga, at í toppinum í Fólkaflokkinum í dag, finst ein mótstøða móti størsta byggiprosjektið í føroysku søguni.
Møguliga er tað frágreiðingin uppá ta lunkaðu støðu, ið Fólkaflokkurin tykist at hava tikið teir síðstu mánaðar, tá kjak hevur staðist um skúlan.
Tá man veit hvat støðan er í floksleiðsluni, so er áhugavert at vita, hvørja støðu tey fólkavaldu í Havn hava til Marknagil. Har eru tey trý í tali, trý, ið eiga at kempa fyri skúlanum, men tíverri eru tey ikki øll líka eldhugaði.
Fyri at taka tann ”veikasta í trúnni ” fyrst, Hanus Samró. Ferð eftir ferð hevur hann síðsti vikurnar úttalað seg um Marknagilsdepilin. Men líka fjølbroyttir sum teir pallar, ið hann hevur brúkt at úttala seg frá, m.a. tingsins røðarapalli, Degi & Viku ella á sínari facebook vangamynd, eru hansara meiningar. Ein dagin var boðað frá í løgtingum, at skúlin skuldi skrottast. Fáar dagar seinni var tónin ein annar í Degi & Viku. Nú mátti landsstýrismaðurin fáa frið at arbeiða. Ein friður, ið vardi stutt, tí seinasta útmeldingin er ein hálovan av uppskotinum hjá Articon og Búsetur, har núverandi ætlan verður vrakað. Tílíkar broyttar støðutakanir tæna ongum, og skapar tað bert ein ófrið, ið tey, ið eru ímóti skúlanum, njóta gott av.

Annika Olsen
Annika byrjaði nýggja árið við einum lesarabrævi fyri Marknagilsdeplinum, har hon lastaði politisku skipanina fyri at sáa iva um og harvið skapa ófrið um depilin. Men ófriðurin hevur sína keldu úr hennara egna flokki. Væl vitandi at hon sum landsstýriskvinna ikki beinleiðis kann ávirka avgerðina í tinginum, so kann hon syrgja fyri, at flokkurin dregur eina linju um skúlan og stegða tí illvilja, ið er innanhýsis í hennara egna flokki.

Bjarni Djurholm
Stóri fortalarin í Fólkaflokkinum fyri at byggja Marknagilsdepilin hevur altíð verið Bjarni Djurholm. Tí var tað eisini kærkomið, at tað var júst hann, ið Fólkaflokkurin valdi til formann í Mentanarnevndini, tí tað er ongin ivi, at skúlin liggur Bjarna nær at hjarta. Djurholm hevur fleiri ferðir verið úti og vart Marknagil fyrr og heitt á landsstýrismannin um ikki at drála við æltanini, so seint sum í desember gjørdi hann greitt, at Marknagilsdepilin mátti byggjast nú ella ongantíð. Eg fái meg ikki at trúgva, at løgtingsmaðurin fer at broyta støðutakan, men ferð framvegis, óansæð hvørja støðutakan floksleiðsan hevur, fult út at stuðla núverandi verkæltan.
Men tað hevði verið kærkomið fyri málið og fyri gjøgnumskygni í politisku skipanini, um Bjarni og Annika í felag høvdu kunna fingið flokkin at komið við eini útmelding, har stuðlað verður uppundir Marknagil. Ein tílík útmelding hevði minkað um tann illgrunan, ið er íkomin, um at Fólkaflokkurin aldrin hevur slept mótstøðuni móti miðnámsdeplinum, men enn arbeiðir miðvíst fyri at stegða honum. Ein illgruni, ið kemst av mótstøðuni hjá Jørgini Niclasen og Jákupi Mikkelsen og útmeldingunum frá Hanusi Samró.

Ferð søgan at endurtaka seg?
Um Marknagilsdepulin ikki verður bygdur nú, tá søgulig breið politisk semja er um hann, so eru sannlíkindi fyri, at prosjektið endar sum enn ein miseydna roynd at loysa tær vanvirðilgu umstøður, ið miðsnámsskúlanæmingar í Havnini liva undir hvønn dag.
Vandin er, at søgan endurtekur seg. Ein loysn verður funnin, men tá tað nærkast at gerast veruleiki, so bakkar politiski mynduleikin undan, við tí grundgeving, at ein onnur loysn hevði verið betri. Tær alternativu loysnir, ið verða førdar fram í dag, fremja einki annað endamál enn at grugga málið. Serliga tykist ætlanin hjá Articon og Búsetur einans at vera ein síðsta roynd hjá nøkrum afturhaldskreftum at forða fyri Marknagilsdeplinum.
Vita eftir, at um tann dagur kemur, har mynduleikarnir geva eftir og stegða núverandi verkætlan, so verða tað í minsta lagið 10 ár, áðrenn næsta prosjekt kann gerast veruleiki. Tað vísur søgan okkum. Tí skal tað vera mín inniliga bøn til løgtingsfólk, latið ikki søguna endurtaka seg. Tit hava nú møguleikan at loysa einum av størstu skommum í føroyskum politikki síðsti 20 árini. Takið av.