Dansk Industri hevur nú sett vantandi produktivitetsvøksturin í donsku vinnuni á breddan í nýggjari frágreiðing.
Frágreiðingin vísir, at produktiviteturin í donsku vinnuni í tíðarskeiðnum 1995-2010 veksur alsamt seinni, og í einstøkum vinnugreinum hevur produktivitetsgongdin verið beinleiðis negativ.
- Hetta er eitt nú hent í donsku byggivinnuni, har produktiviteturin í miðal er minkaður við umleið 1% um árið seinastu 15 árini.
Tað sigur Vinnuhúsið, sum vísir á Dansk Industri sum keldu.
- Hóast positivan produktivitetsvøkstur í nýbygging, er negativa gongdin í viðlíkahaldi og serliga annleggsarbeiði við til at hála samlaða talið niður.
Í eldri frágreiðingum er víst á, at produktivitetsvøksturin í donsku byggivinnuni í longri tíð hevur verið munandi lægri enn í grannalondunum, men hetta er fyrstu ferð, at produktiviteturin beinleiðis er minkandi.
- Um produktivitetsvøksturin í einum landi er lægri enn hjá kappingarneytunum, minkar kappingarførið hjá vinnulívinum. Produktivitetsvøkstur er harumframt grundarlag undir búskaparvøkstri í einum landi, og tí er vantandi produktivitetsvøkstur eitt álvarsmál, sigur Vnnuhúsið, ið endurgevur Dansk Industri.









