– Eg velji tað Grøn­land vit kenna í dag

- Vit hava arvað landið frá okkara forfedrum, og tað er hetta landið, vit skulu lata víðari til okkara eftirkomarar, sigur Múte B. Egede

 

Fyrrverandi grønlendski landsstýrisformaðurin, Múte B. Egede, skrivar á sínum Facebook-vanga, at hann velur tað Grønland, sum vit kenna í dag.

 

Árini 2021 til 2025 var hann landsstýrisformaður, og síðan 2018 hevur hann verið formaður fyri Inuit Ataqatigiit og er í dag fíggjarmálaráðharri.

 

- Líkamikið, hvat trýst verður lagt á okkum, verður okkara land ikki givið burtur, og tað skal ikki spælast við okkara framtíð.

 

Og Múte B. Egede leggur aftrat:

 

- Eg velji tað Grønland, sum vit kenna í dag - og teir møguleikar, vit hava. Vit hava arvað landið frá okkara forfedrum, og tað er hetta landið, vit skulu lata víðari til okkara eftirkomarar, sigur hann.

 

Múte B. Egede sigur, at eingin roynd at geva Grønland burtur til onnur kann góðtakast.

 

- Hetta er okkara land, og tað eru vit, sum skulu mynda landsins framtíð, sigur fyrrverandi grønlendski landsstýrisformaðurin og núverandi fíggjarmálaráðharrin.