tað eisini at vera í framtíðini, men nú verður leiðslan tann sama. Atli Gregersen, stjóri í Pf. Fútakletti, sigur fyri blaðnum, at felagið hevur leingi ligið í samráðingum við hitt felagið um at keypa alibrúki [...] Strukturera víkina Spurdur, hví hann hevur keypt alibrúkið í Gøtuvík, sigur hann, at høvuðsendamálið við keypinum er at strukturera víkina betri, og her verður sjálvandi hugsað um sjúkur og annað. Bæði [...] Bæði alibrúkini í Gøtuvík seldu eini 2500 tons í fjør, og Atli Gregersen metir, at sølan verður nakað tann sama í ár. Rognaframleiðsla Pf. Fútaklettur hevur í mong ár havt smoltstøð á Fúkletti og framleitt
Nyrup sigur, at tíðin er ov stutt til samráðingar, men tað erundanførsla. Vit hava heilan mánað at samráðast um bankamálið, áðrenn fyrningarfreistin er úti. Tað átti at verið nóg mikið til at fáa bankamálið [...] sigur Eilif Samuelsen. Spurdur um hann ikki júst hevur sagt at samráðast skuldi um alt undir einum, sigur Eilif Samuelsen, at hugsandi varð farið at samráðast um endurgjaldið fyrst, og síðan um uttanlandsskuldina
harvið góðar møguleikar at fáa ein skjótan og eisini lættan flutning til og úr Føroyum, tá ið hugsað verður um samhandil við londini eystanfyri. ? Vit hava ikki gjørt so nógv við at kunna fólki um henda [...] tí vit hava sæð í eyguni, at har hevur lítil og eingin samhandil verið á hasari leiðini, sigur Eyðstein Jensen, fíggjarleiðari hjá Eimskip. ? Hinvegin er tað ofta soleiðis, at tá fyrst ein flutningsvegur [...] av skipunum hjá Maras Linjuni. ? Tað besta við hesi sambandinum er, at um hesin flutningsmøguleikin verður nýttur, so er bara neyðugt at umskipað einaferð og flutningurin verður nógv skjótari, enn hann annars
- vit velja 0 krónur í sjálvsábyrgd, og vit siga, at vit byrja á 5. avsláttarstigi. Tá síggja vit, at ábyrgdartryggingargjaldið verður 434 krónur og at skokktryggingin verður 2.846 krónur. Tilsamans kostar [...] tú vita, hvussu nógv tú skalt gjalda fyri biltrygging, so hevur tú nú møguleikan sjálvur at kanna málið. Við at hyggja inn á heimasíðuna hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, sum hevur adressuna: www.trygging [...] Ford Focus 3.280 krónur í tryggingargjaldið um ársfjórðingin. Um vit hinvegin høvdu so stórt bonus, at vit vóru á 11. avsláttarstigi, so lækkar skrokktryggingin úr 2.846 krónur niður í 949 krónur. Tryg
Havnar kirkju, nú dómkirkjuni. Eftir er so bert at vóna, at vit øll kunnu liva upp til hesi megnar orð. Mong munnu vit vera, sum ynskja og biðja um, at prestsins mannligu starvsfelagar, bæði teir, sum [...] prestur man fara at siga í ár. Ymiskt er, sum prædikurnar eru. Summar fara aftur við borðinum og eru gloymdar. Aðrar eru so innihaldsríkar, viðkomandi og við so mongum gullkornum, at tær liva á mannamunni [...] nakað at hugsa um og vilja taka við læru, so vit aftur kunnu fáa frið, eisini í tí føroysku kirkjuni, áðrenn klandur, egoisma og fariseralyndi hava tømt allar kirkjurnar í Føroyum. Við vón um, at vit aftur
Av tí, at tað eydnaðist Útvarpi Føroya at fáa hendur á einum eintaki av Hvítubók uttan um vegir, gjørdi løgmansskrivstovan av fríggjadagin seinnapartin, at hinir fjølmiðlarnir eisini skuldu fáa Hvítubók [...] síðani, at hetta ikki skuldi verða fyrr enn í morgin 1. september. Løgtingsfólk hava eisini fingið bókina sendandi við postinum. - Lekin hevur gjørt, at vit mugu skunda undir útgávuna. Vit miða ímóti at fáa [...] fáa bókina út so skjótt sum gjørligt. So skjótt Helgi Justinusen er liðugur við at hefta bókina, kemur hon út til føroyska almenningin, sigur Sjúrður Skaale, ið hevur verið fundarskrivari hjá sáttmálanevndini
iðaranum hjá danska Hjartafelagnum vísa kanningarnar, at hjartasjúkur nú eru eins vanlig deyðsorøk hjá kvinnum sum hjá monnum. Munurin er bert, at kvinnurnar gerast sjúkar eini átta ella tíggju ár seinni [...] skelkandi upplýsing í hagtølunum hjá Hjartafel-agnum er, at munandi fleiri børn verða nú fødd við hjartasjúkum. Kanningar hjá felagnum vísa, at í tíðarskeiðinum frá 1978 til 1996 er talið á nýføðingum [...] upplýsingar, at í 1978 blivu 175 donsk børn í aldrinum 0-1 ár løgd inn á sjúkrahús, tí tey høvdu hjartasjúku. Í 1996 var hetta talið komið upp á 300. Í danska Hjartafelagnum duga tey ikki at siga, hví so
Ein kundi kanska væntað, at tá ið ein so stórur barnaflokkur, 100 børn vóru knappar ein og ein hálvan mánað á slíkari ferð, at onkur fór at vera óheppin og kanska bróta seg sundur, men tíbetur var tað [...] ið var í Stóru Dímun. Hann kom aftur við øðrum skøvninginum í gipsi. Hann var ein dagin farin at læra seg at súkkla, men hann var áhaldsin og datt við súkkluni og brákaði skøvningin. Sofus Petersen mátti [...] aftur. Men hetta kundi eins væl hent einum øðrum dreingi. Olivur á Skarvanesi var eisini farin at læra seg at súkkla, men hann snarar inn fyri ein bil, ið kemur eftir vegnum. Bilførarin bremsar, kemur út
sigur, at stovnurin hevur fingið samstarv í lag við Atlantic Airways. Eftir hvat stjórin hevur frætt higartil, so verður hetta ein óluksáliga stuttlig ferð, við tilboðum um at síggja landið og t.d. at fara [...] hugagóður, tí skrubbuspælið gevur yvirskot. Gravgangur er eftir skrubbuni, men tað stendur á at fáa nóg nógvar skubbur at selja. Eitt nú eigur Postverkið ongar skrubbur í løtuni. Nýtt upplegg verður kortini prentað [...] Tað kom dátt við hjá SvF, tá farið varð undir skrubbuspælið. Ein feilur í plátunum gjørdi, at alt ov nógv fólk vunnu. Higartil hava 24 vinnarar í skrubbuspælinum vent sær til SvF, og teir verða bodnir
so eydnaðist at fáa samband við línubátin, ið var Polarstjørnan, og hann varð spurdur, um teir manglaðu ein mann. Teir at telja, men teir vóru fullmannaðir. Haraftrat kundu teir upplýsa, at tað, sum farið [...] Dúgvuni ivaðust ikki í, at tað var ein maður, sum var fyri borð, og løgdu stilt. Meðan teir leitaðu eftir telefonnummarinum hjá línubátinum róptu teir á ein minni bát á leiðini um at koma til hjálpar. Saknaðu [...] tveitt fyri borð. - Eg veit ikki, hvat tað skuldi til, at tveita ein jakka í havið, og eg var ikki sørt fortørnaður, tí vit vóru sannførdir um, at tað var ein maður, sum var farin fyri borð, sigur Sámal