Betri flutningsmøguleikar til londini eystanfyri

? Møguleikarnir fyri einum góðum samhandli við londini eystanfyri skuldu nú verið til staðar. Vit hava í øllum førum góðar og skjótar flutningsmøguleikar, sigur Eyðstein Jensen, fíggjarleiðari í Eimskip

Fyri tveimum árum síðani keypti Eimskip Maras Linjuna. Hetta flutningsfelagið hevur fýra skip, sum sigla til tær størstu havnabýirnar í londunum eystanfyri. Knútapunktið er Rotterdam og Keypmannahavn. Eimskip hevur harvið góðar møguleikar at fáa ein skjótan og eisini lættan flutning til og úr Føroyum, tá ið hugsað verður um samhandil við londini eystanfyri.

? Vit hava ikki gjørt so nógv við at kunna fólki um henda flutningsvegin, tí vit hava sæð í eyguni, at har hevur lítil og eingin samhandil verið á hasari leiðini, sigur Eyðstein Jensen, fíggjarleiðari hjá Eimskip.

? Hinvegin er tað ofta soleiðis, at tá fyrst ein flutningsvegur er skipaður, so veksur samhandilin eisini landana millum. Tað er tengt at hvørjum øðrum.

Eimskip bjóðar longu nú góðar flutningsmøguleikar til Rotterdam. Harfrá kann farmurin verða umskipaður einaferð og síðan førdur víðari við einum av skipunum hjá Maras Linjuni.

? Tað besta við hesi sambandinum er, at um hesin flutningsmøguleikin verður nýttur, so er bara neyðugt at umskipað einaferð og flutningurin verður nógv skjótari, enn hann annars hevði verið.

Maras Linjan siglir til fleiri býir eystanfyri. Høvuðsbýirnir eru Riga, ST. Petersburg/Tallin og Klaipeda/Kalingrad. Øll hesi farmaskipini sigla via Rotterdam og nøkur eisini via Keypmannahavn.