Av tí, at tað eydnaðist Útvarpi Føroya at fáa hendur á einum eintaki av Hvítubók uttan um vegir, gjørdi løgmansskrivstovan av fríggjadagin seinnapartin, at hinir fjølmiðlarnir eisini skuldu fáa Hvítubók, hóast avgjørt er fyri langari tíð síðani, at hetta ikki skuldi verða fyrr enn í morgin 1. september. Løgtingsfólk hava eisini fingið bókina sendandi við postinum.
- Lekin hevur gjørt, at vit mugu skunda undir útgávuna. Vit miða ímóti at fáa bókina út so skjótt sum gjørligt. So skjótt Helgi Justinusen er liðugur við at hefta bókina, kemur hon út til føroyska almenningin, sigur Sjúrður Skaale, ið hevur verið fundarskrivari hjá sáttmálanevndini.
Hvítabók er í trimum bindum. Høvuðsbókin, ið telur gott og væl hálvt annað hundrað síður, verður prentað í 3000 eintøkum. Fylgibindið, sum er úrslit av arbeiðinum hjá búskaparbólkinum, verður prentað í 1000 eintøkum, og fylgibindið, sum er úrslit av arbeiðinum hjá fyrisitingarbólkinum verður prentað í 500 eintøkum. Bindini fáast fyri 50 krónur eintakið.
Ein donsk fyribilstýðing er gjørd av Hvítubók. Forsætismálaráðið hevur fingið eitt eintak, og donsku fjølmiðlarnir, embætisfólk og onnur fáa eintøk.
Hvítabók verður eisini løgd út á internetið so skjótt til ber, helst í dag. Adressan verður www.fl.fo/fullveldi