SvF bjóðar skrubbuvinnarum til Íslands

Higartil hava 24 vinnarar í skrubbuspælinum vent sær til SvF, og teir verða bodnir eina ferð til Íslands við maka og 5000 krónur i lummapeningi.

 

Tað kom dátt við hjá SvF, tá farið varð undir skrubbuspælið. Ein feilur í plátunum gjørdi, at alt ov nógv fólk vunnu.

Higartil hava 24 vinnarar í skrubbuspælinum vent sær til SvF, og teir verða bodnir eina ferð til Íslands við maka og 5000 krónur i lummapeningi.

Tróndur Djurhuus, sjónvarpsstjóri, sigur, at stovnurin hevur fingið samstarv í lag við Atlantic Airways. Eftir hvat stjórin hevur frætt higartil, so verður hetta ein óluksáliga stuttlig ferð, við tilboðum um at síggja landið og t.d. at fara til ymisk, áhugaverd og stuttlig tiltøk í Reykjavík.

Hann nevnir dømi um eitt gallashow og serligar útferðir.

Feilurin á skrubbuplátunum kostar SvF við hesi ferðini einar 300.000 krónur. Tað er harmiligt, men gerst ikki við, heldur Tróndur Djurhuus.

Hann er tó hugagóður, tí skrubbuspælið gevur yvirskot. Gravgangur er eftir skrubbuni, men tað stendur á at fáa nóg nógvar skubbur at selja.

Eitt nú eigur Postverkið ongar skrubbur í løtuni. Nýtt upplegg verður kortini prentað fyrsta dagin.

Spurdur, um slíkar pakkaferðir frameftir verður vinningur í skrubbuspælinum, sigur stjórin í SvF, at tað veit hann ikki í løtuni,men vónandi ikki sum hesaferð - orsakað av einum feili.