Ein minnilig ólavsøkuprædika

Ein tøkk til Sonju Klein, prest

Gudstænastan í Dómkirkjuni ólavsøkudag man vera ein av teimum mest hátíðarligu løtunum um ólavsøkuna. Vit munnu vera mong, sum fyri ólavsøku tosa um, hvat prestur man fara at siga í ár. Ymiskt er, sum prædikurnar eru. Summar fara aftur við borðinum og eru gloymdar. Aðrar eru so innihaldsríkar, viðkomandi og við so mongum gullkornum, at tær liva á mannamunni, verða tiknar fram aftur ár um ár í samrøðum.

Prædikan, sum Sonja Klein prestur helt á ólavsøku í ár, kemur í søguna. Hetta man vera ein av teimum bestu prædikum, sum hildin er í Havnar kirkju, nú dómkirkjuni.

Eftir er so bert at vóna, at vit øll kunnu liva upp til hesi megnar orð. Mong munnu vit vera, sum ynskja og biðja um, at prestsins mannligu starvsfelagar, bæði teir, sum vóru í kirkju, og teir, sum ikki vóru, fáa nakað at hugsa um og vilja taka við læru, so vit aftur kunnu fáa frið, eisini í tí føroysku kirkjuni, áðrenn klandur, egoisma og fariseralyndi hava tømt allar kirkjurnar í Føroyum.

Við vón um, at vit aftur kunnu ynskja hvørjum øðrum »Guds friður í húsi«, eisini í kirkjuni, vil eg takka Sonju Klein fyri hasa megnar prædiku.


Katrin Dahl