Tað sigur Eilif Samuelsen um skrivið frá Nyrup til Edmund Joensen, har forsætisráðharrin biður Landsstýrið stevna.
Nyrup sigur, at tíðin er ov stutt til samráðingar, men tað erundanførsla. Vit hava heilan mánað at samráðast um bankamálið, áðrenn fyrningarfreistin er úti. Tað átti at verið nóg mikið til at fáa bankamálið avgreitt, sigur Eilif Samuelsen.
Spurdur um hann ikki júst hevur sagt at samráðast skuldi um alt undir einum, sigur Eilif Samuelsen, at hugsandi varð farið at samráðast um endurgjaldið fyrst, og síðan um uttanlandsskuldina í sama umfari, tí hetta eru tvær síður av somu søk.
Eilif Samuelsen veit ikki, nær stevnt verður. Landsstýrisfundur og síðan fundur í uttanlandsnevndini skulu vera, áðrenn støða verður tikin til stevningina.
Tá stevnt verður, skal Landsstýrið deponera umleið 45 mió. krónur. Kravið um endurgjaldið er 1,5 mia. krónur, og 1 pst. av upphæddini skal deponerast, tá rættarmál verður reist.
Hetta er eingin trupulleiki. Vit vistu av tí og vit eiga peningin, sigur varaløgmaður.
Nógv fólk spyrja, hvar løgmaður er, ella um broytingar eru í Tinganesi?
Nei, har er eingin broyting. Tá eg verði spurdur, so svari eg, sigur Eilif Samuelsen