Rokna tryggingargjaldið á internetinum

Á heimasíðuni hjá Tryggingarfelagnum Føroyar ber nú til hjá kundum sjálvum at kanna biltryggingargjaldið

Vilt tú vita, hvussu nógv tú skalt gjalda fyri biltrygging, so hevur tú nú møguleikan sjálvur at kanna málið.

Við at hyggja inn á heimasíðuna hjá Tryggingarfelagnum Føroyar, sum hevur adressuna:

www.trygging.fo

finnur tú ein knøtt, har tú kanst klikkja teg inn á eina síðu, sum eitur »rokna nýggju biltryggingargjøldini«.

Á hesi síðu velur tú, hvat bilmerki talan er um.

Velja vit eitt nú ein Ford Focus 1600I Giha og velja tað fullu tryggingina - hana, sum Tryggingarfelagið nevnir A - vit velja 0 krónur í sjálvsábyrgd, og vit siga, at vit byrja á 5. avsláttarstigi.

Tá síggja vit, at ábyrgdartryggingargjaldið verður 434 krónur og at skokktryggingin verður 2.846 krónur. Tilsamans kostar hesin Ford Focus 3.280 krónur í tryggingargjaldið um ársfjórðingin.

Um vit hinvegin høvdu so stórt bonus, at vit vóru á 11. avsláttarstigi, so lækkar skrokktryggingin úr 2.846 krónur niður í 949 krónur. Tryggingargjaldið fyri sama bil á 11. avlsáttarstigi hevði sostatt verið 1.162 krónur.

Við heimasíðuni hjá Tryggingarfelagnum Føroyar ber til hjá kundunum sjálvum at kanna, hvussu tryggingargjaldið kann broytast.

Ein kærkomin og leingi saknað tænasta?