Hildu mann fara fyri borð

Strandfaraskipið Dúvvan legði stilt og fekk ein annan bát at gera tað sama, tí teir bóru ótta fyri, at ólukka var hend. Gáloysni hjá línumanni var atvoldin til óneyðuga stríðið



Ein túrin týsdagin, tá Dúgvan var á veg úr Leirvík til Klaksvíkar, sigldi Dúgvan beint aftanfyri ein stóran línubát.

Knappliga síggja teir nakað fara fyri borð á línubát, og tað er ein jakki, sum flýtur í sjónum.

Teir á Dúgvuni ivaðust ikki í, at tað var ein maður, sum var fyri borð, og løgdu stilt. Meðan teir leitaðu eftir telefonnummarinum hjá línubátinum róptu teir á ein minni bát á leiðini um at koma til hjálpar.


Saknaðu ongan

Men so eydnaðist at fáa samband við línubátin, ið var Polarstjørnan, og hann varð spurdur, um teir manglaðu ein mann. Teir at telja, men teir vóru fullmannaðir. Haraftrat kundu teir upplýsa, at tað, sum farið varð yvir borð, bara var ein oljujakki, sum ein av manningini hevði tveitt fyri borð.

- Eg veit ikki, hvat tað skuldi til, at tveita ein jakka í havið, og eg var ikki sørt fortørnaður, tí vit vóru sannførdir um, at tað var ein maður, sum var farin fyri borð, sigur Sámal Jákup Hansen, skipari á Dúgvuni.

Tá skipið legði stilt, greiddi hann ferðafólkunum frá, hvat var áfatt, og tey fingu aftur eina frágreiðing, tá málið var uppklárað.