»De love kan han ikke kende, thi hann kommer fra Skarvanes?«

Brot úr bókini Tjaldrið

Ein kundi kanska væntað, at tá ið ein so stórur barnaflokkur, 100 børn vóru knappar ein og ein hálvan mánað á slíkari ferð, at onkur fór at vera óheppin og kanska bróta seg sundur, men tíbetur var tað bara ein av okkum, ið var fyri óhappinum, og tað var Jansu Jensen, bóndin, ið var í Stóru Dímun. Hann kom aftur við øðrum skøvninginum í gipsi.

Hann var ein dagin farin at læra seg at súkkla, men hann var áhaldsin og datt við súkkluni og brákaði skøvningin. Sofus Petersen mátti fara við honum við bili á Fakse sjúkrahús í røntguna har og fáa armin lagdan í gips. Hetta hendi bert fáar dagar, áðrenn vit fóru heim aftur. Men hetta kundi eins væl hent einum øðrum dreingi. Olivur á Skarvanesi var eisini farin at læra seg at súkkla, men hann snarar inn fyri ein bil, ið kemur eftir vegnum. Bilførarin bremsar, kemur út úr bilinum og er frá sær sjálvum av øði og spyr Olivur um hann ikki dugir ferðslulógina. Ein drongur, ið var við honum, svarar: ³De love kan han ikke kende, thi han er fra Skarvanes.²