Hetta er fjórða játtanarumfarið frá granskingarskránni, sum er fíggjað av donsku stjórnini. Endamálið við skránni er at styrkja samstarvið millum Grønland, Føroyar og Danmark um havgransking í Norðuratlantshavi.
Tað komu 12 umsóknir til freistina 17. februar 2025. Faknevndin setti eina altjóða serfrøðinganevnd at meta um góðskuna á verkætlanunum.
Faknevndin hevur grundað sínar avgerðir á metingarnar og raðfestingina hjá serfrøðinganevndini og á strategisku raðfestingina í útbjóðingartekstinum.
Verkætlanirnar, sum hava fingið játtað stuðul, eru:
AXIS - An extended time series of deep overflow: how variable is the AMOC?
Verkætlanarleiðari: Camilla S. Andersen, GEUS
Samstarv millum GEUS, Havstovuna, Jarðfeingi og Norges arktiske universitet
Játtan: 3.597.718 kr.
GL Halibut - Genomic Architecture of Sex: exploring the role of environmental clines in the sex determination of Greenland halibut
Verkætlanarleiðari: Daniel Estévez Barcia, Grønlands Naturinstitut
Samstarv millum Grønlands Naturinstitut, DTU Aqua, Fróðskaparsetur Føroya og Hafrannsóknastovnun
Játtan: 3.553.450 kr.
MeDNA - Tracking spatial and temporal distribution of marine mammals in the Atlantic Arctic with environmental
Verkætlanarleiðari:Anni Djurhuus, Fróðskaparsetur Føroya
Samstarv millum Fróðskaparsetur Føroya, Havstovuna, Grønlands Naturinstitut, GEUS, DHI Group og Aarhus Universitet
Játtan: 3.597.693 kr.
REDADVANCE – Harnessing genomics to improve future sustainable management of redfish on the
Ridgegyre dynamics: consequences for north Atlantic ecological productivity
Verkætlanarleiðari: Einar Eg Nielsen, DTU Aqua
Samstarv millum DTU Aqua, Fróðskaparsetur Føroya, Havstovuna, Grønlands Naturinstitut, Havrannsóknastófnun, Havforskningsinstituttet og Universitetet i Agder.
Játtan: 3.598.686 kr.