Alment hátíðarhald: Tveir heiðursdoktarar útnevnast

Í ár eru 60 ár liðin, síðani Fróðskaparsetur Føroya varð sett á stovn, og tí verður alment hátíðarhald fríggjadagin 12. september, tá tveir nýggir heiðursdoktarar eisini verða útnevndir

Fróðskaparsetur Føroya:

 

Vit á Fróðskaparsetri Føroya gleða okkum til at bjóða almenninginum til hátíðarhald í stásiligu Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju í Havn, nú Setrið hevur 60 rund ár á baki.

 

Tiltakið verður fríggjadagin 12. september frá klokkan 14-16, og vit hava sett eina spennandi skrá saman.

 

Rektarin, borgarstjórin í Tórshavnar kommunu og tingforkvinnan halda stuttar røður; vit fáa tvær spennandi gestaframløgur um ávikavist leiklutin hjá universitetum sum vitanarsúlur í lítla samfelagnum, og um stóra leiklutin, sum metabolisma hevur fyri heilsuna; og vit sleppa eisini at njóta klassiskan tónleik við Jóhannesi Andreasen á flygli og Heiðrun Petersen á violin.

 

Og so fer Fróðskaparsetur Føroya somuleiðis at útnevna tveir heiðurdoktarar, sum á hvør sín hátt hava givið eitt serligt og vísindaligt íkast við virki sínum. Hvør fær heiðursdoktorat verður avdúkað á degnum í Kongshøll.

 

Hetta er á øðrum sinni, at heiðursdoktarar verða útnevndir við Fróðskaparsetur Føroya. Fyrstu ferð var í 2015, tá Setrið fylti 50 ár. Tá fingu Hanus Kamban, Jens Kjeld Jensen og Petur Jacob Sigvardsen heiðursdoktaraheiti.

 

Heimildin í lógini at útnevna heiðursdoktarar er lutfalsliga nýggj. Hon er í lógini um Fróðskaparsetur Føroya og ljóðar soleiðis:

 

Heiðursheitið, philosophiae doctor honoris causa, stytt ph.d.h.c., kann verða latið fólki, sum hevur gjørt vart við seg vísindaliga á annan hátt. Stýrið tekur avgerð eftir tilmæli frá rektaranum.

 

Hátíðarhaldið endar við eini hugnaløtu við onkrum góðum afturvið.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin!

 

  • Kongshøll
  • Fríggjadagin 12. september 2025
  • kl. 14:00 – 16:00