Fyrr í dag spældi U19-manslandsliðið í fótbólti triðja og seinasta dystin í fýralandakapping, ið hevur verið í Slovenia.
Í dag leiktu Føroyar móti vertstjóðini, Slovenia. Dysturin endaði við teprum 0-1 tapi. Slovenia skoraði sigursmálið miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Fyrradagin taptu Føroyar 1-2 (1-1) fyri Aserbadjan, og í fyrsta dystinum taptu Føroyar stórt 0-6 (0-3) fyri Póllandi.
Sostatt kann staðfestast, at talan er um tvey góðkend úrslit í øðrum og triðja dystinum í kappingini, meðan fyrsti dysturin gjørdist eitt skrædl.
Fyrstu 11:
12. Tróndur Sjúrðarson (M)
2. Silas Bjarnason Joensen
3. Dávid P. á Líðarenda
4. Jákup Olsen
7. Mattias Dahl Djurhuus
8. Djóni Sivertsen (L)
13. Benadiktus Olsen
14. Jens Eiler Samsson
16. Eyðtór Eyðsteinsson Joensen
17. Dánial Mørkøre
18. Dennis Stefan Anghel Olaru
Kelda: FSF