m. Talan plagar sum oftast at vera um avgreiðsluspurning, men soleiðis var tað ikki hesaferð. Boð vóru givin um, at Gadus skuldi inn til Tromsø, tí myndugleikarnir søgdu, at talan var um skeiva uppgerð [...] í Tromsø um nakrar vikur. -Vit mugu ásanna, at eitt lítið mistak er framt. Vit hava givið rætt upp fyri samlaðu veiðina, men vit hava ikki, sum vit áttu at havt givið upp, hvat veiðan var mánadagin, týsdagin [...] Eftir at hava ligið bundin við kai í Tromsø við norska vaktarskipinum Sortland uttan á sær síðani fríggjadagin, hevur flakatrolarin Gadus hjá JFK Trol seinnapartin loyst. Kósin er sett móti Føroyum, og
Herdu tiltøkini hjá svensku stjórnini, ið høvdu til endamáls at minka um talið av flóttafólkum, ið komu til landið, tykjast í fyrstu atløgu ikki at hava eydnast. Tvørturímóti, aftaná ein dag við herdum eftirliti [...] Bispeskov, at ikki serliga nógv fólk vórðu steðgaði av eftirlitinum. - Talan var um nøkur heilt fá ferðafólk. Av teimum fleiri túsund, ið ferðast um brúnna við tok, kann man róliga siga, at vit mugu rokna [...] sluppu gjøgnum eftirlitið, var tað galdandi fyri tey flestu, at tey ikki høvdu røttu skjølini á sær ella høvdu gloymt tey. Vit meta eisini, at tey vóru fá, ið vóru flóttafólk ella onnur, ið søkja friðskjól
nú greitt, at Starvsmannafelagið skal hava nýggjan formann. Selma Ellingsgaard, sum hevur verið forkvinna í Starvsmannafelagnum í skjótt átta ár hevur nevniliga gjørt av, at hon fer ikki at stilla upp [...] kundi hon sitið eina setu afturat. - Tað er ikki sørt kensluborið at taka hesa avgerð, tó meti eg tíðin er búgvin at fara - og búgvin til at lata onnur sleppa framat, sigur Selma Ellingsgaard.
Hon er s [...] forkvinna fyri Starvsmannafelagið á valinum 8. mars 2008, eftir Gunnleiv Dalsgarð, sum tá hevði gjørt av, at hann stillaði ikki uppaftur.
Nú tykist at vera endaliga klárt fyri, at arbeiðið at útbyggja Leguhúsið í Nesvík kann byrja. Høvuðsstýrið fyri Kirkjuligu Heimamissiónina hevur nevniliga saman við bygginevndini og umboði fyri arkitektin [...] arkitektin avgjørt at bjóða út arbeiðið. Tað skrivar blaðið Trúboðin á síni heimasíðu. Tað er Sp/f Selmar Nielsen Arkitektur, ið hevur gjørt projekteringini av verkætlanini, ið verður mett at kosta 30,5 milliónir [...] knýtt at høllini. Niðasti bygningur er ein kamarslon við 12 hjúna-/familjukømrum, skrivar Trúboðin. Eftir ætlan verður bygt í trimum byggistigum, har leiðslan í Heimamissiónini hevur rætt til at steðga
í 2016. Hesin fyrsti flokkurin telur 25 lesandi, sum koma at taka alla útbúgvingina sum fjarlestur. Í praksis merkir tað, at tey lesandi koma at fylgja undirvísing, gera bólkaarbeiðis os.fr. á Fjarlest [...] summar samstarv við UCC-Nord í Danmark og er tað í hesum sambandi, at pedagog útbúgvingin nú byrjar. Dennis Holm, borgarstjóri, fegnast um, at ein nýggjur kapittul í føroyskari útbúgvingarsøgu nú byrjar í Vági [...] Vági. - Vit hava, síðani Fjarlestrardepilin varð stovnaður, virkað fyri at bjóða føroyingum fleiri útbúgvingartilboð umvegis fjarlestur. Higartil hava tað serliga verið einstaklingar og smærri bólkar,
Hann vísir á, at Hovs skúli hevur tvær stórar, góðar og ljósar skúlastovur, og her er eisini serstova og fimleikarhøll. - Nú eingin skúlanæmingur er í skúlanum, kundu vit hugsað okkum, at skúlin gjørdist [...] skúlasamstarvi, eitt nú við miðnámsskúlan, sum liggur tætt við. Delmar Tausen vísir á, at ein møguleiki kanska kundi verið at havt FHS-skeið ella SIT-skeið í skúlanum í Hovi. - Her eru nógvir ymiskir møguleikar [...] um skúlasamstarv fyri alla Suðuroynna, og vit vóna sjálvandi, at Hovs skúli verður partur av einum slíkum samstarvi. Borgarstjórin sigur, at Hovs kommuna er opin fyri øllum fyrispurningum, bæði úr Suðuroy
r nú møguleika at uppliva aðrar skapandi lærugreinar á felags verkstovu. Listaskúli Føroya vísir á, at tað eru sansirnir, sum eru høvuðsleikarar í verkstovunum. Hetta er neyðugt fyri at kunna skapa. Tí [...] Tí, tú mást sansa verðina, lurta fyri at skriva, nerta fyri at skapa formligt og brúka eyguni, um tú vilt tekna. - Leik og lærd eru hjartaliga vælkomin og kunnu vænta sær dygdarfrálæru á høgum støði, har [...] betur til tað, tey longu duga, siga tey á Listaskúla Føroya. Lagt verður aftrat, at endamálið hjá Listaskúla Føroya er at veita dygdarfrálæru í øllum listagreinum á høgum støði fyri allar Føroyar. Tí er
umráðandi at fáa tey ungu upp í, má hann ásanna, at tey ungu ikki í nóg stóran mun verða tikin í álvara. - Tey eru nærum ósjónlig í samfelagnum, sigur hann. Firouz Gaini heldur, at Ungdómstingið er eitt [...] umráðandi at taka tey upp í, tá tað snýr seg um taka politiskar avgerðir, sigur Firouz Gaini, sum hevur granskað ungdómsmentanina í Føroyum. Tey ungu eru ósjónlig Hóast Firouz Gaini heldur, at tað er umráðandi [...] eitt gott stig á leiðini, men vil mæla til, at vit í framtíðini gera meira fyri at fáa tey ungu upp í. Tøl: Logting.fo Mynd: Setrid.fo
partur av. - Eg ætli mær at stilla uppaftur til sýsluformansvalið, sum verður næstu ferð, og eg ætli mær at arbeiða hart fyri at verða valdur. Eg haldi tað vera ógvuliga umráðandi, at tað eru fiskimenn, sum [...] línuskipinum Sandshavinum suðuri á Munkagrunninum. Hann læt heilsa og segði, at veðrið er gott, men í løtuni er fiskiskapurin einki at reypa av. [...] Højgaard varð valdur við stórum meiriluta, hevur avbjóðarin, Sniálvur Røvilsberg, tó ikki mist hugin at umboða fiskimenn í felagnum, og hann er fegin um hvørja einastu atkvøðu hann fekk á valinum hesaferð
Fuglafirði hava tey havt úr at gera tað mesta av hesum árinum. Virkið hevur havt nógvar svartkjaftalandingar, og stundum hava skip og manningar bíðað eftir tørni at sleppa framat til at landa. Í síðstu viku hevði [...] fiskafóðuri til alivinnuna. Hesa tíðina av árinum plaga føroysku uppsjóvarskipini at fiska svartkjaft so mikið sunnarlaga, at fiskurin ikki verður landaður til matna í Føroyum. Tað er ov long sigling við fiskinum [...] farnu viku, var Tróndur í Gøtu við 2800 tonsum og Finnur Fríði við 2600 tonsum. Óhugsandi er ikki, at onkur onnur skip hava landað aftrat, síðan heimasíðan hjá Havsbrún varð dagførd fyri nøkrum døgum síðan