Útbyggja fyri 30,5 milliónir krónur

Nú verður arbeiðið at útbyggja Leguhúsið í Nesvík bjóðað út.

Mynd: Trubodin.fo

Nú tykist at vera endaliga klárt fyri, at arbeiðið at útbyggja Leguhúsið í Nesvík kann byrja. Høvuðsstýrið fyri Kirkjuligu Heimamissiónina hevur nevniliga saman við bygginevndini og umboði fyri arkitektin avgjørt at bjóða út arbeiðið. Tað skrivar blaðið Trúboðin á síni heimasíðu.


Tað er Sp/f Selmar Nielsen Arkitektur, ið hevur gjørt projekteringini av verkætlanini, ið verður mett at kosta 30,5 milliónir krónur. Harumframt kemur meirvirðisgjald, sum Taks tó endurrindar sambært lóg og góðkenning frá 2012.


Verkætlanin fevnir um tríggjar bygningar, ið verða bygdir saman við verandi leguhúsi.


- Ein kombihøll á góðar 450 fermetrar, sum partvíst skal nýtast til møtir, fyrilestrar, skeið, konsertir og aðrar samkomur. Til hesa nýtslu verða 500 sitipláss, 300 av hesum á eini tribunu, sum kann rullast fram og aftur eftir tørvi. Harumframt skal høllin nýtast til alskyns ítrótt og spæl. Mittasti bygningurin er ljóst og opið felagsøki við vøkrum útsýni oman móti sundinum, í kjallarahæddini eru skiftirúm við brúsum, goymsla og annað knýtt at høllini. Niðasti bygningur er ein kamarslon við 12 hjúna-/familjukømrum, skrivar Trúboðin.


Eftir ætlan verður bygt í trimum byggistigum, har leiðslan í Heimamissiónini hevur rætt til at steðga arbeiðinum millum byggistigini. 

Mynd: Trubodin.fo

Mynd: Trubodin.fo

Mynd: Trubodin.fo

Mynd: Trubodin.fo

Mynd: Trubodin.fo