Herdu tiltøkini hjá svensku stjórnini, ið høvdu til endamáls at minka um talið av flóttafólkum, ið komu til landið, tykjast í fyrstu atløgu ikki at hava eydnast. Tvørturímóti, aftaná ein dag við herdum eftirliti vaks talið av fólkum, ið søktu friðskjól. Tað vísa tølini frá svenska útlendingastýrinum.
Tølini frá svenska stovninum vísa, at leygardagin søktu 215 fólk friðskjól, meðan 236 fólk søktu friðskjól sunnudagin. Í gjár, fyrsti dagur har eftirlitið varð hert, søktu 331 fólk friðskjól. Gott hundrað fólk fleiri enn dagin áðrenn.
Við danska blaðið Politiken sigur kunningarstjóri í DSB, Tony Bispeskov, at ikki serliga nógv fólk vórðu steðgaði av eftirlitinum.
- Talan var um nøkur heilt fá ferðafólk. Av teimum fleiri túsund, ið ferðast um brúnna við tok, kann man róliga siga, at vit mugu rokna í promillum, sigur Tony Bispeskov og leggur afturat.
- Av teimum, ið ikki sluppu gjøgnum eftirlitið, var tað galdandi fyri tey flestu, at tey ikki høvdu røttu skjølini á sær ella høvdu gloymt tey. Vit meta eisini, at tey vóru fá, ið vóru flóttafólk ella onnur, ið søkja friðskjól.
Umleið 163.000 fólk søktu friðskjól í Svøríki í 2015.

Mynd: Polfoto.
Fleiri umsóknir um friðskjól hóast hert eftirlit

Mynd: Polfoto.

Mynd: Polfoto.

Mynd: Polfoto.

Mynd: Polfoto.

Mynd: Polfoto.

Mynd: Polfoto.