Lærir til húsasmið - skal nú smíða landsins lógir

Kristian Krog Hentze, sum var 23 ára gamal, tá hann læt seg stilla upp, fekk 297 atkvøður á løgtingsvalinum hin 26. mars í ár

 

- Jú, eg ætli mær at gerast liðugur og fáa sveinabrævið sum húsasmiður til heystar. Skjótt fer tingið í summarfrí, og eg fari at royna at finna út av, hvussu læran kann samskipast við tingarbeiðið.

 

Tað sigur Kristian Krog Hentze, lærlingur og løgtingsmaður.

 

24 ára gamli, Kristian Krog Hentze á Sandi, sum í dag er løgtingsmaður, lærir til húsasmið í fyritøkuni hjá Mads Hentze, timburmeistara á Sandi.

 

Her hevur hann lært í stívliga hálvt fjórða ár. 

Í juni verður hann liðugur við skúlan, og tá skal hann eisini gera sveinastykkið. Síðan skal hann arbeiða eina tíð aftrat, og gongst alt væl, fær hann sveinabræv sum húsasmiður í oktober. 

 

Kristian Krog Hentze, sum var 23 ára gamal, tá hann læt seg stilla upp og fekk  297 atkvøður á løgtingsvalinum hin 26. mars í ár, hevur unnustu í Fuglafirði, sum er Gunnvá Vang.

 

##med2##

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum, er ein størri samrøða við nýggja løgtingsmannin.

 

 

 

 

 

Mynd: Álvur Haraldsen