Ung verða ikki tikin í álvara

Firouz Gaini sigur, at tey ungu nærum eru ósjónlig í samfelagnum. Mynd: setrid.fo

Fólkaskúlanæmingar royna seg hesar dagarnar í Løgtinginum. Ein neyðugt átak, heldur granskari, Firouz Gaini.

Meðalaldurin í Løgtinginum er 51 ár. Edmund Joensen (B) er aldurspresidentur við sínum 72 árum, meðan Jónleif Johansen (C) er yngsti limurin. Hann er 38 ár. Høgi meðalaldurin í Løgtinginum kann vera ein trupulleiki fyri fólkaræðið, heldur granskarin, Firouz Gaini.

- Tey ungu eru ein stórur partur av samfelagnum, og tey umboða ymisk sjónarmið og virði, sum eldri fólk ikki geva sær far um. Um vit skulu hava eitt ordiligt fólkaræði, er tað er øgiliga umráðandi at taka tey upp í, tá tað snýr seg um taka politiskar avgerðir, sigur Firouz Gaini, sum hevur granskað ungdómsmentanina í Føroyum.

Tey ungu eru ósjónlig

Hóast Firouz Gaini heldur, at tað er umráðandi at fáa tey ungu upp í, má hann ásanna, at tey ungu ikki í nóg stóran mun verða tikin í álvara.

- Tey eru nærum ósjónlig í samfelagnum, sigur hann.

Firouz Gaini heldur, at Ungdómstingið er eitt gott stig á leiðini, men vil mæla til, at vit í framtíðini gera meira fyri at fáa tey ungu upp í.

Tøl: Logting.fo

Mynd: Setrid.fo 