Liðskiparin, Gullbrandur í Horni Øregaard (myndin) spældi allan dystin, og Olaf Bárðarson var á vøllinum í 71 minuttir, tá lið teirra, Sandnes ULF á Øster Hus Arena í Sandnes vann 2-0 á Sogndal. Olaf var við í nógvum framrættaðum støðum.
Mathias Sundberg fekk Sandnes á sigurskós í 12. minutti, og í 72. minutti staðfesti Sandnes sigurin við einum sjálvmáli.
Sandnes ULF er nummar 10 í deildini við 10 stigum. Teir hava fýra stig niður til næstaftasta plássið, so sigurin ígjár kom sera væl við.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Sandnes ULF-Sogndal 2-0 (1-0). Olaf Bárðarson sæst í nógvum støðum í samandráttinum:
##med2##










