Felagsformansvalið í Føroya Fiskimannafelag er av, og tá talt varð upp í dag, hevði Jan Højgaard trygt endurvunnið formanssessin og heldur soleiðis fram sum formaður tey næstu trý árini aftrat.
Hóast Jan Højgaard varð valdur við stórum meiriluta, hevur avbjóðarin, Sniálvur Røvilsberg, tó ikki mist hugin at umboða fiskimenn í felagnum, og hann er fegin um hvørja einastu atkvøðu hann fekk á valinum hesaferð.
Umframt felagsformann, hevur Føroya Fiskimannafelag eisini sýsluformenn, sum saman við felagsformanninum mynda stjórnina. Sniálvur Røvilsberg hevur áður sitið í stjórn felagsins, umboðandi Sandoyar sýslu.
Men, á sýsluformansvalinum seinasti tapti hann fyri Tummasi Frank Joensen, sum soleiðis situr í leiðsluni í Føroya Fiskimannafelag, umboðandi Sandoyar sýslu, sum Skúvoy er partur av.
- Eg ætli mær at stilla uppaftur til sýsluformansvalið, sum verður næstu ferð, og eg ætli mær at arbeiða hart fyri at verða valdur. Eg haldi tað vera ógvuliga umráðandi, at tað eru fiskimenn, sum mynda felagið.
Tá In.fo fekk orð á Sniálv Røvilsberg í kvøld, var hann staddur umborð á línuskipinum Sandshavinum suðuri á Munkagrunninum. Hann læt heilsa og segði, at veðrið er gott, men í løtuni er fiskiskapurin einki at reypa av.










