Fyrst í komandi ári byrjar nýggjur kapittul í føroyskari útbúgvingarsøgu, tá fyrsti flokkurin av námsfrøðilesandi byrjar á Fjarlestrardeplinum í Vági. Lesandi úr øllum landinum eru sloppin inn á útbúgvingina, sum byrjar fyrstu viku í februar í 2016.
Hesin fyrsti flokkurin telur 25 lesandi, sum koma at taka alla útbúgvingina sum fjarlestur. Í praksis merkir tað, at tey lesandi koma at fylgja undirvísing, gera bólkaarbeiðis os.fr. á Fjarlestrardeplinum í Vági fimm vikuskiftir hvørja lestrarhálvu. Harumframt verður eisini undirvísing einstakar gerandisdagar, sum tey lesandi kunnu fylgja á Fjarlestrardeplinum ella heima. Próvtøka og annað verður eisini skipað á Fjarlestrardeplinum.
Fjarlestrardeplin skipaði í summar samstarv við UCC-Nord í Danmark og er tað í hesum sambandi, at pedagog útbúgvingin nú byrjar.
Dennis Holm, borgarstjóri, fegnast um, at ein nýggjur kapittul í føroyskari útbúgvingarsøgu nú byrjar í Vági.
- Vit hava, síðani Fjarlestrardepilin varð stovnaður, virkað fyri at bjóða føroyingum fleiri útbúgvingartilboð umvegis fjarlestur. Higartil hava tað serliga verið einstaklingar og smærri bólkar, sum hava brúkt Fjarlestrardepilin, men ætlanin hevur frá byrjan verið at bjóða heilar útbúgvingar út til flokkar, og hendan ætlanin er nú veruleiki, sigur Dennis Holm.