Hovs kommuna eigur ein góðan skúlabygning, sum varð tikin í nýtslu í 1983. Skúin er útgoldin, men seinnu árini hevur eingin skúlanæmingur verið í skúlanum, sum annars er í besta standi.
- Í staðin fyri at brúka skúlan til skúlagongd, hevur hann verið brúktur til nógv ymisk tiltøk og endamál, og hann hevur líka sum verið brúktur sum bygdarhús.
Tað sigur borgarstjórin í Hovs kommunu, Delmar Tausen. Hann vísir á, at Hovs skúli hevur tvær stórar, góðar og ljósar skúlastovur, og her er eisini serstova og fimleikarhøll.
- Nú eingin skúlanæmingur er í skúlanum, kundu vit hugsað okkum, at skúlin gjørdist partur av onkrum skúlasamstarvi, eitt nú við miðnámsskúlan, sum liggur tætt við.
Delmar Tausen vísir á, at ein møguleiki kanska kundi verið at havt FHS-skeið ella SIT-skeið í skúlanum í Hovi.
- Her eru nógvir ymiskir møguleikar, ið skúlamyndugleikarnir kundu gjørt brúk av. Tosað hevur eisini verið um skúlasamstarv fyri alla Suðuroynna, og vit vóna sjálvandi, at Hovs skúli verður partur av einum slíkum samstarvi.
Borgarstjórin sigur, at Hovs kommuna er opin fyri øllum fyrispurningum, bæði úr Suðuroy og úr Mentamálaráðnum.