Eftir at hava ligið bundin við kai í Tromsø við norska vaktarskipinum Sortland uttan á sær síðani fríggjadagin, hevur flakatrolarin Gadus hjá JFK Trol seinnapartin loyst. Kósin er sett móti Føroyum, og gongur alt, sum tað skal, so verður Gadus á Klaksvík einaferð seinnapartin mikudagin.
Lastin var full hósdagin – 780 tons í frystum flaki. Tá varð kósin sett móti kontrolpunktinum. Talan plagar sum oftast at vera um avgreiðsluspurning, men soleiðis var tað ikki hesaferð. Boð vóru givin um, at Gadus skuldi inn til Tromsø, tí myndugleikarnir søgdu, at talan var um skeiva uppgerð av veiðuni. Sektaruppskotið var 1,1 millión krónur. Tað vildi reiðaríið ikki gjalda, og tí verður málið avgjørt í rættinum í Tromsø um nakrar vikur.
-Vit mugu ásanna, at eitt lítið mistak er framt. Vit hava givið rætt upp fyri samlaðu veiðina, men vit hava ikki, sum vit áttu at havt givið upp, hvat veiðan var mánadagin, týsdagin, mikudagin og inn í hósdagin. Vit bjóðaðu okkum at rinda minni upphædd fyri hetta mistakið, men tað gingu myndugleikarnir ikki við til, og harvið verður talan um rættarsak, sigur Hanus Hansen, reiðari á Gadus.