Tað er nú greitt, at Starvsmannafelagið skal hava nýggjan formann. Selma Ellingsgaard, sum hevur verið forkvinna í Starvsmannafelagnum í skjótt átta ár hevur nevniliga gjørt av, at hon fer ikki at stilla upp aftur, tá ið aðalfundur verður í vár.
Tað boðar hon frá í dag.
Hon hevur nú sitið í tvær setur, ella í átta ár, og eftir viðtøkunum hjá felagnum, kunnu nevndarlimir og formenn røkja sessirnar í mesta lagi tríggjar setur á rað. og sostatt kundi hon sitið eina setu afturat.
- Tað er ikki sørt kensluborið at taka hesa avgerð, tó meti eg tíðin er búgvin at fara - og búgvin til at lata onnur sleppa framat, sigur Selma Ellingsgaard.
Hon er sosialráðgevari og hevur farloyvi frá starvi í Tórshavnar kommunu og nú hon gevst, fer hon aftur í starv hjá Tórshavnar kommunu.
- Hetta er ein avgerð, eg havi hugsað um leingi. Og nú er avgerðin so tikin, tó hon ikki er løtt, sigur hon.
- Selma Ellingaard er 44 ára gomul og varð vald sum fyrsta forkvinna fyri Starvsmannafelagið á valinum 8. mars 2008, eftir Gunnleiv Dalsgarð, sum tá hevði gjørt av, at hann stillaði ikki uppaftur.