man onkuntíð inn á hvønn annan, men annars eru øll fitt, sigur Ingi. Síðsta árið hevur hann gingið á Skisofreniskúlanum, sum Johanna Andreasen og Oddbjørg Johansen hava tikið stig til á psykiatriska deplinum [...] »Liv altíð lívið við handling!« Vit sita tveireinir í einum rúmi á psykiatrisku deild á Landssjúkrahúsinum. Fyri mær at hoyra er púra kvirt rundan um okkum, men ungi maðurin hinumegin borðið hoyrir eina [...] Eitt útvarpstól, nakrar plantur og myndir á vegginum megna ikki at gera tað heilt heimligt. Men tað er heldur ikki sjúkligt. Vit sita við eitt borð við vindeygað. Á borðinum liggja hálvgomul donsk vikubløð
politiskur eggjari. Hann helt fram at trúgva upp á ta permanentu kollveltingina og førdi fram, at Stalin, við sínum harðrenda "skrivstovuveldi" hevði svikið hugsjónina. Í 1938 setti Trotskij á stovn tann Fjórða [...] Rjutin varð seinni píndur og skotin. Ein kann í dag ikki annað enn undrast á hansara ófatiliga reystleika. Hin hendingin fór fram á tí 17. Flokstinginum, tá ið tann nýggja aðalnevndin varð vald. Við tað at [...] grund var lívverjin hjá Kirov, Borisov, ikki á varðhaldi, tá Nikolajev skeyt tann gitna flokslimin niður aftanífrá. Ikki minni undarligt var tað, at Borisov, á veg at vitna í kanningunum eftir morðið, varð
magnetismuna, sum bleiv hægsti móti og tað vóru langir bíðilistar at sleppa til Mesmer. Á viðgerðarstovninum hendu undur á hvørjum degi - summi fólk fullu í dvala, onnur fingu krampar og heilir bólkar av fólkum [...] ella óvitsleiðing, men enn hevði eingin sett orð á hendingarnar. Alt París tosaði um virksemið hjá Mesmer, sjónleikarhús spældu leikir um evnið, og úti á gøtunum vóru ofta bardagar millum viðhaldsfólk og [...] nærkast hvør øðrum. Her hevði millum onnur Sigmund Freud ein avgerandi leiklut, men tann sum vísti heimin á sameiningina millum at lekja sjúkur og tað sálarliga sjónarmiðið var Franz Anton Mesmer. Franz Anton
við tær, sum Winston Churchill plagdi at halda, tá harðast leikaði á. Hesar dagarnar hugsaði Blair ikki um veljarakanningar, men eftir á pallinum stóð ein heimsleiðari, sum var til reiðar at fylgja sínum [...] úrslitið var kortini ikki av leið, tá hugsað verður um, at vit eru miðskeiðis í einum valskeiði. Á pallinum aftan á Irakkríggið stendur ein maður, sum er vorðin meiri búgvin, og sum hevur fingið størri altjóða [...] og bretska vinnulívið høvdu ongantíð verið góð, men eisini tað broytti Blair. Populisma var ikki longur eitt ókvæmisorð, men heldur tað, sum skuldi fáa Labour aftur til valdið. Teir floksfelagarnir, sum
hon var sunnudagin, tí nú er Zuma ikki leikbannaður longur. Sunnudagin fer Brøndby at spæla á heimavølli ímóti AGF. Hóast Brøndby er oddalið, og AGF er á niðurflytingarplássi, so verður tað mett, at uppgávan [...] teir m. a. á, at teir hildu Todi ikki vísti nakran íblástur. Sunnudagin var Todi millum teir fyrstu ellivu. Hann var í álopinum saman við Jörgen Pettersson. Tað hevði við sær, at hann helt Peter Møller [...] Møller, sum eina løtu mikukvøldið var partur av danska landsliðnum, á beinkinum. Todi var á vøllinum allar 90 minuttirnar. Hann var ágangandi og væl upplagdur, og stutt fyri leiklok skoraði hann eftir horn
hava ein føroying á liðnum. Í botninum er talan um satt eljustríð. Køge er fýra stig aftanfyri hini liðini, og teir á uppflytaraliðnum tykjast nú so mikið mótfalnir, at sera nógv bendir á, at teir fara at [...] bestu fótbóltsdeildini. Sunnudagin møttu 8.242 á Århus stadion, og tey fingu tað fyri pengarnar, sum tey droymdu um. AGF vann 4?1 á OB. Gestirnir løgdu seg á odda, og teir høvdu takið fyrsta hálva tíman [...] nú sigst hann vera friðaður av leiðsluni, og tað líkar spælarunum væl. Esbjerg er á fimta plássi. Leygardagin taptu teir á heimavølli 2?1 ímóti Brøndby. Brøndby fekk sigursmálið, tá ið tað restaðu fýra minuttir
gjørd av plátuvinnuni í Danmark fyri kortum, vísti, at meginparturin av tónleikinum, sum stendur á hillunum á kømrunum hjá ungfólkum, er ólógliga kopieraður. - Ólóglig kopiering av tónleiki er sera umfatandi [...] kann seljast á hendan hátt, tí fólk tíma ikki at keypa eina heila fløgu hjá nøvnum, sum bara fáa eitt hitt. - Fólk eru ferð eftir ferð vorðin skuffað av útgávan, har okkurt hitt hevur verið á, tí tað hevur [...] einstakar sangir - hittini - umvegis internetið. Kampurin verður á pallinum Støðan hjá plátuvinnuni í Danmark og aðrastaðni hevur eisini ávirkan á bólkar, sum vilja fram við sínum tónleiki. Her eru føroyskir
sum ikki liva av tí, sum upp úr havinum kemur, arbeiða í flestu førum í Havn. Onkur arbeiðir longur norðuri á Streymoynni. Í Nólsoy er barnagarður og góður skúli, og bygdin er eitt gott uppvakstrarstað [...] vitja aftur á slóðina. Norðuri í bygdini eitt slíkt kvøld fyri páskir møttu vit mammu Ova, Olevinu Joensen, sum stóð og prátaði við eina vinkonu. Vina, sum hon vanliga verður rópt, helt fyri, at tað er [...] onkur persónbilur eisini smeyg sær framvið undir vindeyganum av og á... Gongutúrar Nógv, sum leita sær út til Nólsoyar í tí góðu tíðini á árinum, hava eisini hug at síggja náttúruna. Og soleiðis var eisini
tó at hon ikki hevur verið løtt hjá Rógva, so stendur hann fast við hesa, tá vit á føðingardegnum, týsdagin, fingu orðið á hann umvegis telefonina. - Tað er í botn og grund ein spurningur um motivatión. [...] hjá Shell við meg um at leingja sponsorsáttmálan, sum eg havi havt við teir, men eg helt meg ikki til. Kendi líka sum á mær, at eg ikki fór at súkkla í Føroyum, og vildi tí ikki »snýta« ein sponsor til at [...] havi verið sterkari fyri hvørt ár. Hvussu er og ikki, so kann Rógvi í øllum føurm líta aftur á eina góða tíð á súkkluni. Eina tíð, har hann eftir fáum árum lyfti seg upp í donsku A-røðina, eftir at hann
kvetti. Upp á ein máta slepti Lenin við hesi ásannan Marxi upp á fjall og fekk í endan á tí stevnu, sum eitt nú Tkatjov og Netjajev høvdu umboðað. Tann læra, hann ýtaði av eftir, var ikki longur ein vísindalig [...] sosialdemokratiska rørslan, sum Lenin meira enn nakar annar fór at seta sín dám á, helt sína fyrstu ráðstevnu í Minsk í Russland i 1898. Á teirri aðru ráðstevnuni ? sum varð hildin í Bruxelles og London í 1903 [...] sosialdemokratar høvdu á ráðstevnuni í 1903 um, hvat slag av bygnaði teirra flokkur skuldi hava. Martov førdi fram, at limanna tilknýti til flokkin skuldi vera leyst. Lenin helt hinvegin upp á, at hvør einstakur