JOF.
Soleiðis verður hann kallaður av fólki, sum kennir hann.
Hann er Jens Ove Fris. Danskur plátufelagsstjóri við stórum áhuga fyri føroyskum tónleiki.
Hann hevur havt hálvføroysku poppduoina Creamy undir sínum veingjum, hann vísti stóran áhuga fyri Týr eftir seinasta Prixið, og hann var í fjør eisini sinnaður at gera sáttmála við Brand Enni.
Hann er stjóri fyri plátufelagið RecArt, sum heldur til í Århus, og í sambandi við finaluna í Prix Føroyum vitjaði hann aftur hendanvegin. Hann var fyrstu ferð til Prixið í 1999, og hann hevur upplivað, hvussu tónleikavinnan í Danmark hevur verið úti fyri eini kollvelting.
- Tónleikavinnan er fullkomiliga broytt seinastu fýra árini. Tað tykist næstan sum vit hava bíbilskar tilstandir, tí eftir sjey feit ár koma sjey rak ár, sigur Jens Ove Friis, sum vanliga verður róptur JOF.
Hann sipar til, at fløgusølan í Danmark er hálverað eftir tveimum árum, og sjálvt tey størstu nøvnini hava trupulleikar við at selja nógvar fløgur. Ein kanning, sum varð gjørd av plátuvinnuni í Danmark fyri kortum, vísti, at meginparturin av tónleikinum, sum stendur á hillunum á kømrunum hjá ungfólkum, er ólógliga kopieraður.
- Ólóglig kopiering av tónleiki er sera umfatandi, og tað tekur grundarlagið undir nógvum útgávum. Sølan er nógv afturfarin seinastu árini, og nú skulu vit náa botnin, áðrenn vit aftur fara at arbeiða okkum uppaftur. Eg rokni við, at vit standa á botninum í løtuni, so vónandi fer tað at ganga uppeftir aftur, sigur Jens Ove Friis.
Ov nógvar útgávur
Plátufelagsstjórin heldur, at umframt ólógligu kopieringina av tónleiki, hevur fløgan eisini verið eitt bakkast fyri tónleikavinnuna.
- Nýggja tøknin hevur havt við sær, at øll kunnu gera eina fløgu. Alt hevur verið útgivið - bæði góður og vánaligur tónleikur. Fyrr var tað ein verulig hending, at ein pláta kom út í Danmark, men soleiðis er tað ikki longur. Nú leggja fólk valla til merkis, at ein nýggj fløga er komin út, tí tað er allatíðina, og so ignorera tey tað, heldur Jens Ove Friis.
Hann heldur, at plátusølan fer at broytast næstu árini.
- Fløgan fer at verða seld í nógv ár afturat, men eg rokni við, at meira av tónleiki fer at verða seldur umvegis internetið. Serliga hittónleikurin kann seljast á hendan hátt, tí fólk tíma ikki at keypa eina heila fløgu hjá nøvnum, sum bara fáa eitt hitt.
- Fólk eru ferð eftir ferð vorðin skuffað av útgávan, har okkurt hitt hevur verið á, tí tað hevur víst seg, at restin av fløguni als ikki stendur mát við hittið. Tí verður tað helst soleiðis framyvir, at fólk kunnu keypa einstakar sangir - hittini - umvegis internetið.
Kampurin verður á pallinum
Støðan hjá plátuvinnuni í Danmark og aðrastaðni hevur eisini ávirkan á bólkar, sum vilja fram við sínum tónleiki. Her eru føroyskir bólkar eisini íroknaðir, tí nógvir teirra leita fyrst til Danmarkar, tá ið teir vilja fram uttanlands.
- Tað eru nógv færri nøvn, sum koma fram nú, enn tað var fyri tveimum ella trimum árum síðani. Tú skalt veruliga hava nakað serstakt at bjóða fólki ella hevur tú ongan kjans. Tað er ikki óvanligt, at tað gongur long tíð frá tí at fyrsta sambandið er millum eitt plátufelag og ein tónleikabólk, áðrenn nøkur fløga verður givin út. Tað skal veruliga vera eitt grundarlag til staðar, áðrenn eitt plátufelag satsar uppá ein bólk, sigur Jens Ove Friis.
- Í framtíðini verður tað á pallinum, at tann stóri kampurin verður spældur. Tað er har, at bólkarnir skulu gera vart við seg og vinna sær undirtøku. Plátubransjan hevur í nógv ár gjørt arbeiðið fyri bólkarnar, men plátusølan er hálverað eftir tveimum árum, og tí skal nógv meira til fyri at selja eina fløgu. Nú skulu bólkarnir út at spæla fyri at koma fram og vinna fólk, áðrenn plátufeløgini geva teimum ein kjans.
Hava stríðst í nógv ár
Jens Ove Friis nevnir tveir danskar bólkar, sum eru komnir fram við at spæla og stríðast í nógv ár. Fólk skríggjaðu at enda eftir eini fløgu frá teimum, og tá ið útgávurnar komu, so seldu tær væl beinanvegin.
Talan er um rockbólkarnar Saybia og Carpark North, sum teljast millum stóru nøvnini í donskum tónleiki í løtuni.
- Hetta eru bólkar, sum hava stríðst í nógv ár fyri at vinna fram. Teir hava ongantíð givið upp, og teir hava støðugt vunnið hjørtuni á alt fleiri fólkum. Teir skaptu sær eitt grundarlag, sum plátufeløgini at enda ikki kundu síggja burtur frá. Og soleiðis verður vegurin hjá alt fleiri bólkum framyvir.
- Tí eru bestu ráðini, sum eg kann geva tónleikabólkum, sum vilja sláa ígjøgnum, at teir fara út at spæla allastaðni, har teir kunnu. Um einasti kjansurin at spæla á einum festivali er á pallinum uttan fyri vesið, so skulu bólkar taka kjansin. Og hóast tað bara møta fimm fólk upp fyrstu ferðina, so skal tað nokk frættast, um bólkurin er góður, og so koma fleiri fólk næstu ferð. Fyrr ella seinni so koma plátufeløgini eisini at lurta.
Jens Ove Friis heldur, at hevur ein tónleikabólkur nakað serstakt at bjóða, so skal hann nokk koma fram fyrr ella seinni.
- Tað er ógjørligt at rokna út, hvussu tú skalt koma fram. Vit royna allatíðina at gera tað, men tað er í grundini ógjørligt.
Øgilig krøv til tónleikarar
Nýggju tíðirnar í tónleikavinnuni gera, at tað verður kravt nógv meira av teimum tónleikarunum, sum ætla sær nakað innan tónleikin.
- Fólk skulu veruliga brenna fyri tónleikinum, tað skal vera eitt kall fyri tey. Tað nyttar ikki at koma við einum innstillingi um, at tú vilt gerast kendur sum skjótast. So skalt tú bara gloyma tað og finna tær eitt annað starv.
- Tað hava ongantíð verið so nógvir góðir tónleikarar, sum tað eru nú, men tað hava hinvegin ongantíð verið so fáir nýggir tónleikarar og bólkar, sum koma fram, sum tað er nú. Tí er støðan sera trupult, og tað skal eitt hart arbeiðið í nógv ár til, áðrenn tú kanst rokna við at fáa eitt gjøgnumbrot.
Jens Ove Friis leggur dent á, at ein bólkur skal hava nakað serligt at bjóða.
- Nóg gott er bara ikki nóg gott. Og tað ringasta, tú kanst siga um tónleikin hjá einum bólki er, at hann er sera góður. Tað merkir, at hann er mainstream og líkagyldugur. Nú krevur vinnan, at bólkarnar hava nakað so serstakt at bjóða, at fólk antin fullkomiliga falla fyri teimum ella kveistra teir frá sær. Fólk skulu verða noydd at taka støðu til ein bólk, heldur stjórin á RecArt.
Føroyskir bólkar í somu støðu
Jens Ove Friis heldur, at eisini føroyskir bólkar skulu veruliga stríðast fyri sakini, um teir vilja hava gjøgnumbrot uttanlands.
- Men tað ber til, um tú hevur nakað originalt og serstakt at bjóða. Tá ið ein føroyskur bólkur hevur tað, so verður tað ein fyrimunur fyri hann, at hann kemur úr Føroyum, tí tað er ein góð søga at kunna siga. Og støðan í løtuni ger tað ikki verri fyri slíkar bólkar.
- Nú hevur Guðrun Jacobsen gjørt um seg í Danmark, og øll vita, at hon er føroyingur. Men fyri tað verður tað framvegis eitt sindur eksotiskt at koma úr Føroyum. Í hvussu er til eini fimm ella seks bólkar hava sligið ígjøgnum, so verður tað líkamikið aftaná tað.
Aftaná seinastu Prix Føroyar tónleikakappingina, sum varð hildin í 2001, var Týr ein av bólkunum, sum útlendsku gestirnir til finaluna fingu eyga á.
- Týr hevði júst nakað av tí, sum vit altíð leita eftir. Teir blandaðu nakað av tí gamla føroyska saman við nýggjari rocktónleik - í øllum førum í einum sangi. Eg tók teir í PUK Studio fyri at spæla okkurt inn, men tað vísti seg, at restin av tónleikinum hjá teimum var ov gammeldags, og so heldur tað ikki, sigur Jens Ove Friis.
Segði nei til Saybia
Tað finnast nógvar góðar søgur um, hvussu tónleikarar ella bólkar eru komnir fram, og sum oftast hava teir skula yvirlivað nógvar avvísingar frá plátufeløgum, áðrenn tað so at enda hevur borið til.
Soleiðis er støðan framvegis, og bólkar skulu nú meira enn áður hava tol og vilja til at halda fram.
- Tað eru nógv ár síðani, at eg fekk eina demofløgu frá Saybia. Eg helt ikki, at tað var nakað serligt, og hóast eg hevði fingið ein fløgu frá teimum í dag, so rokni eg ikki við, at eg hevði reagerað øðrvísi. Men teir eru eitt gott dømi um ein bólk, sum hevur vunnið sær undirtøku millum fólk við at spæla allastaðni, har teir eru slopnir framat. Og so bilti tað heldur ikki, at teir høvdu eitt veruligt hitt á síni fyrstu útgávu.
Men hvussu kennist tað, tá ið tú hevur sagt nei takk til ein bólk, sum síðani fær gjøgnumbrot hjá einum øðrum plátufelag?
- Tað eri eg sjálvsagt keddur av, men soleiðis gongur tað í tónleikavinnuni. Nógvir av teimum bólkunum, sum eg havi gjørt sáttmála við, hava fingið nei frá øðrum feløgum. Tað er einki óvanligt í tí. Vit royna at rokna alt út, men vit klára tað ikki, og nakað av tí besta kemur fram, tá ið vit ikki klára at rokna tað út.
Jens Ove Friis heldur, at føroyskir bólkar skulu fyrst og fremst hugsa um at sleppa at spæla til konsertir uttanlands.
- Hevði eg verið tónleikari í Føroyum í dag, so hevði eg brúkt meira tíð upp á fólkini frá festivalum og spælistøðum, enn uppá fólk frá plátufeløgunum. Hava bólkar nakað at bjóða, og fólk taka væl ímóti teimum, so møta vit eisini upp fyrr ella seinni, sigur hann.