Fyrisprákarin Franz Anton Mesmer

Av tí, at magnet kundi draga onnur jørn at sær, varð hildið, at man eisini kundi draga sjúkur úr likaminum við magneti. Tað var við hesu hálvgloymdu og burturskúgvaðu hugsanini, at arbeiðið hjá Mesmer byrjaði

At hava góða heilsu er fyri eitt menniskja ein natúrlig støða. Tá likamið verður sjúkt, leitar tann sjúki ofta eftir meiningini við, at júst hann er vorðin sjúkur. Í gomlum døgum vóru trúgv og kunnleiki knýtt saman; varð man sjúkur, vendi man sær til Gud, og prestar vóru millumgongumenn. Seinni kom eitt tvíbýti millum átrúna og vísindi, prestar tóku sær av tí átrúnaðarliga og fróðskapurin av tí organiska. Aftaná øldir við hesum tvíbýti byrjar tað vísindaliga og sálarliga aftur at nærkast hvør øðrum. Her hevði millum onnur Sigmund Freud ein avgerandi leiklut, men tann sum vísti heimin á sameiningina millum at lekja sjúkur og tað sálarliga sjónarmiðið var Franz Anton Mesmer.
Franz Anton Mesmer var føddur í Týsklandi í 1734. Sum vaksin, og við doktarastigi í gudfrøði og heimspeki, flutti hann til Wien í Eysturríki. Her fekk hann sær framhaldsútbúgving, og fekk í 1766 eisini doktarastig í læknafrøði. Í Wien giftist Mesmer við eini ríkari einkju og búsettist í einum húsum, sum vóru tiltikin fyri hugna og góðar veitslur. Mesmer var ikki bara ein lærdur og ríkur maður, honum dámdi eisini væl tónleik og list. Í urtagarðinum við Donau plagdu fólk at hittast og spæla tónleik, her vóru kvartettir, ariur og sonatur spældar av monnum sum Haydn, Mozart og Gluck, sum allir vóru trúgvir gestir hjá heimablíða Mesmer.
Óskepnan hjá Mesmer var, at hann livdi bæði ov tíðliga og ov seint. Hann livdi í upplýsingartíðini. Í miðøldini trúðu fólk uppá tað gátuføra og mystiska, tað var í hesum tíðarskeiði, at kvinnur vóru ákærdar fyri gand og brendar á báli. Eftir miðøldina kom upplýsingartíðin, har rationalistiska hugsanin var, at tað sum ikki sæst og ikki kann takast við pinsett, var bæði óhugsandi og ógjørligt.
Í miðøldini nýttu læknar ofta magnetir í teirra royndum at lekja fólk. Hugsanin var, at blýggj, gull, silvur, kopar, tin og vanligt jarn øll fylgdu tyngdarmegini, meðan magnetið hevði egna sál og egið virksemi. Av tí, at magnetið kundi draga onnur jørn at sær, varð hildið, at man eisini kundi draga sjúkur úr likaminum við magnetinum. Tað var við hesu hálvgloymdu og burturskúgvaðu hugsanini, at arbeiðið hjá Mesmer byrjaði. Hann hoyrdi um eina damu, sum var blivin lekt fyri magakrampa við einum magneti, og fór tískil at kanna málið nærri. Mesmer byrjaði at gera royndir við magnetum, og bleiv sjálvur bilsin, tá summir av sjúklingunum reageraðu. Hann var tó ikki nøgdur við einans at kunna vísa á tað gandakendu ávirkanina av magnetinum. Hann var vísindamaður og vildi finna ta logisku orsøkina til virknaðin.
Mesmer fann ástøði í miðaldar stjørnuspáfrøðini, tá hildið var, at stjørnumerkini ávirkaðu fólk. Hann heldur seg hava prógvað eksistensin av einum frum-etur, eitt gátuført flot (fluidum), sum er til í allari rúmdini, eisini í menniskjum. Hann hugsar, at magnetið eins og torusteinar stava frá rúmdini og heldur seg hava funnið brúnna millum mannaættina og stjørnuhimmalin. Hann kallar hetta ógreiða "gravitas universalis", tann magnetiska kraftin. Mesmer fatar sjúku sum eina órógvan í tí annars harmoniska kroppinum, sum eitt kvett í tí stigbundnu flóð og fjøruni, og heldur, at magnet endurskapar friðsemi í likaminum.
Tíðindini um virksemið hjá Mesmer vórðu spjadd um alt Eysturríki. Mesmer fekk sær ein viðgerðarstovn, og hevði úr at gera. Her magnetiseraði hann vatn, sum sjúklingar kundu baða í og drekka. Hann magnetiseraði postalínkoppar, klæðir og sengur. Hann helt, at magnetiska kraftin varð leidd ígjøgnum lutir - eins og elektrisitetur, sum tó ikki var uppfunnin enn. Tíðindabløðini skriva nógv um tað nýggja yrkislagið. Tað verður mælt ímóti, róst og háðað. Summir læknar gera royndir við magnetum og geva Mesmer rætt. Men so uppdagar Mesmer, at tað ikki eru magnetini sum lekja, men at hann einsamallur, við at røra sjúklingar fær somu reaktión. Hann broytir tí ástøðina, men ístaðin fyri at sleppa hugsanini um magnetið, gevur hann magnetismu eina tvískilda meining. Hann kallar tað nú djóramagnetisma (animalsk magnetisme). Mesmer heldur, at kraftin í magnetinum eisini er í menniskjanum. Hann skilir, at eitt menniskja kann hjálpa einum øðrum við nærveru og at tað kann verða meira virkið enn medisinsk viðgerð.
Tess kendari Mesmer varð, tess minni umtóktur varð hann millum tey væl lærdu í Wien. Hesi fólk, sum plagdu at hugna sær heima hjá Mesmer, fordøma nú hansara virksemi. Hann var væl umtóktur í aðalsmannastættini, men fróðskapurin vildi ikki viðurkenna hansara arbeiði. Eingin veit um myndugleikarnir skumpaðu Mesmer út ella um hann sjálvur avgjørdi at fara, men hann flutti úr Wien.
Mesmer kom til París í 1778, og við hjálp frá aristokratiskum vinfólkum í Wien fekk hann beinanvegin góða móttøku í París. Í París vóru fólk meiri pátrúgvin enn í Eysturríki, og tað var her, at hugtakið Mesmeromania varð til. Fagnaðurin av Mesmer varð øgiligur. Øll vildu royna magnetismuna, sum bleiv hægsti móti og tað vóru langir bíðilistar at sleppa til Mesmer. Á viðgerðarstovninum hendu undur á hvørjum degi - summi fólk fullu í dvala, onnur fingu krampar og heilir bólkar av fólkum vórðu ávirkað í senn. Tað, sum hendi, var svøvngonga og hypnosa ella óvitsleiðing, men enn hevði eingin sett orð á hendingarnar. Alt París tosaði um virksemið hjá Mesmer, sjónleikarhús spældu leikir um evnið, og úti á gøtunum vóru ofta bardagar millum viðhaldsfólk og tey sum ikki trúðu. Mesmer hevði beinanvegin, tá hann kom til París, vent sær til teir lærdu stovnarnar, men teir vildu ikki vita av honum, men Mesmermanian hevði við sær, at vísindaligu stovnarnir ikki longur kundu látast sum einki. Hesir avgjørdu at gera eina kanning. Niðurstøðan í kanningini var, at djóramagnetisman ikki var til og tískil kundi eingin ávirkan vera av henni.
Mesmer var somikið blendaður av sínum egna hugskoti, at hann ikki dugdi at síggja hendingarnar objektivt. Tað var ein av næmingunum hjá Mesmer í París, Puységur, sum uppdagaði hypnosuna, og at man kundi føra eitt hvørt menniskja inn í hesa óavvitandi støðu. Tað yvirnatúrliga varð tó skjótt eisini vavt uppí - hildið varð, at fólk í hypnosu kundu spáa og at tey vóru millumliðir millum deyð og livandi osfr. og nógv fólk byrjaðu at hava hypnosusýningar. Sjálvt um tað ikki var Mesmer, sum uppdagaði hypnosuna, men bara vísti veg til hana, so umboðaði navn hansara nú svikafult marknaðargykl.
Eftir at hava mist bæði sítt góða umdømi og ríkidømi, rýmdi Mesmer í 1792 úr París. Hann dvøldist fyrst eina tíð í Wien, men búsettist seinni í eini bygd í Sveis, har eingin kendi hansara fortíð. Kollveltingin og Napoleonskríggini høvdy kávað út yvir áhugan fyri Mesmer, og hann varð gloymdur.
Í 1812, fjøruti ár eftir, at Mesmer vendi sær til akademiið í Berlin, fekk hann brádliga teirra áhuga, men tá var Mesmer vorðin gamal og troyttur. Hann slóg av at stíga fram, men visti samstundis, at lív hansara ikki hevði verið til fánýtis.
Fleiri ár eftir deyða Mesmers í 1814, varð hypnosan millum annað íblástur til sálargreiningina hjá einum ungum nervalækna, sum æt Sigmund Freud.