ÚTISETAR
Jón Rói Jaocbsen var ikki á Brøndby liðnum, sum leygardagin megnaði at vinna 2?1 í Esbjerg. Michael Laudrup er framvegis sera væl nøgdur við tað, sum Jón Rói hevur víst. Men verjuspælarin var so óheppin at koyggja fótin, tá ið hann var í Føroyum og spældi ímóti Kasakstan. Tað darvar honum eitt sindur.
FCK meiri enn hálvkiksaði sunnudagin. Teir høvdu vitjan av grannunum úr AB. Gestirnir løgdu seg framum 1?0. Málskjútti var egyptiski Mohamed Zidan, sum gjørdi sær dælt at kiksi í heimaverjuni. AB hevði rimmar møguleika at økja um leiðsluna, men Jesper Sørensen misnýtti brotsspark.
Tað stóð illa til hjá FCK, sum trýsti, og tað var ikki fyrrenn tað bara restaðu tveir minuttir, at teir megnaðu at javna. Málskjútti var Todi Jónsson. Hóast FCK misti tvey stig, so var talan um stóran sigur fyri Toda. Síðstu vikurnar hevur Todi fingið lítið rós í donsku pressuni. Tá ið Tipsblaðið í næstsíðstu viku royndi at finna orsøkir til vánaligu gongdina í FCK, vístu teir m. a. á, at teir hildu Todi ikki vísti nakran íblástur.
Sunnudagin var Todi millum teir fyrstu ellivu. Hann var í álopinum saman við Jörgen Pettersson. Tað hevði við sær, at hann helt Peter Møller, sum eina løtu mikukvøldið var partur av danska landsliðnum, á beinkinum.
Todi var á vøllinum allar 90 minuttirnar. Hann var ágangandi og væl upplagdur, og stutt fyri leiklok skoraði hann eftir hornasparksinnlegg. Harvið var maðurin, sum leiðslan í felagnum í vetur og í vár hevur viljað hildið so langt frá teimum fyrstu ellivu, sum tað bar til, aftur í miðdeplinum, tá ið tíðindafólkini eftir dystarenda vildu finna serligu søgurnar.
? Tað hevði kanska verið freistandi at lúta við høvdinum og at geva skarvin yvir, tá ið eg í februar fekk boðini um, at eg ikki skuldi við á venjingarlegu í Suðurafriku, og tá ið eg ikki var partur av liðnum í venjingardystunum. Men eg valdi eina aðra loysn. Tað ráddi um at halda høvdið høgt og stríðast, eisini fyri viðhaldsfólkini, sum hava havt so stóran týdning fyri meg. Undir venjing havi eg so at siga strítt afturpartin úr buksunum, og sjálvandi eri eg fegin um, at tað nú gekk væl, sigur Todi Jónsson.
Hurðin er á gloppi
Hóast tað hevur verið kalt millum FCK og serliga ítróttarstjóran Niels Christian Holmstrøm og Toda Jónsson síðani tað í februar var greitt, at teir ikki kundu semjast um treytirnar fyri framhaldandi samstarvi, so vil Todi ikki heilt nokta fyri, at hann kanska fer at halda fram í felagnum:
? Í fótbólti eru tveir mánaðir long tíð. Eg vil ikki útiloka, at tað kanska fer at spyrjast ein nýggjur sáttmáli millum FCK og meg. Eg havi ongantíð fjalt yvir, at mær hevur dámað sera væl í felagnum, men tað er eingin loyna, at eg segði nei takk til treytirnar, sum teir bjóðaðu mær fyri framhaldandi samstarvi. Men tað hava ongar samráðingar verið síðani í februar millum FCK og meg, sigur Todi Jónsson. Hann er ikki bangin fyri at gerast arbeiðsleysur:
? Eg kann skriva undir sáttmála í morgin, um tað skal vera. Eg havi fleiri áhugaverd tilboð frá øðrum feløgum í Danmark og aðra staðni frá í Skandinavia, sigur Todi. Tað kann tykjast sum um, at hann spælir høgt spæl við at bíða og halda allar dyr opnar. Tað hevur ikki gingið nakað serligt, men nú hevur treisknið og áræðið, sum áður hevur borið talentið so langt fram, aftur bent fótbóltsleiðini á rætta kós.
Meistarastríð
FCK hevur verið oddalið í superliguni fimtan tey síðstu umførini. Við 2?1 sigirnum í Esbjerg leygardagin vann Brøndby seg upp á fremsta plássið, og tá ið FCK bara megnaði javnleik ímóti AB, varð Brøndby oddalið eftir 26. umfarið. Í vár hevur Brøndby vunnið átjan av 24 stigum, meðan FCK bara hevur fingið níggju stig. Tað boðar frá, hvat av teimum báðum oddaliðunum er á aldukambinum, og hvat av liðunum er í dalinum.
Næsta vikuskifti verður aftur sera spennandi. Leygardagin fer FCK at spæla í Farum. Tann dysturin verður vístur á TV3+ rásini. Einki man vera at ivast í, at Todi Jónsson verður millum teir fyrstu ellivu hjá FCK. Men kappingin um plássið verður størri, enn hon var sunnudagin, tí nú er Zuma ikki leikbannaður longur.
Sunnudagin fer Brøndby at spæla á heimavølli ímóti AGF. Hóast Brøndby er oddalið, og AGF er á niðurflytingarplássi, so verður tað mett, at uppgávan hjá Brøndby verður ivaleysa stór, nú AGF tykist hava fingið nýggjan íblástur í stríðnum at varðveita plássið í bestu deildini.
Brøndby og FCK eiga ein dyst á. Hann verður á Brøndby stadion, og tað kann væl fara at vísa seg, at hann verður alt avgerandi fyri, hvat at føroysku útiseta feløgunum fer at vinna meistaraskapin.










