Tað er so hugnaligt, tá ið ljósini í vindeygunum eru tendrað

- Nú er vent í holuni í Nólsoy. Fleiri familjur við børnum eru fluttar útaftur at búgva. Onkur familja við tilknýti til oynna er flutt heimaftur úr Danmark og hevur búsett seg aftur í heimbygdini. Eisini onkur familja, sum heldur, at tað er ov dýrt at búgva í Havn, hevur keypt hús í Nólsoy.

Páskirnar

Nógv fólk leitaðu sær út til Nólsoyar dagarnar fyri páskir at halda frí og hugna sær saman við familju, vinum og kenningum. Óneyðugt er at siga, at bygdin liggur tætt uppat Havnini, og tí verður eisini siglt nógv um fjørðin í maskinbátum.
Kaffistovan, sum bæði selir mat og drekka, verður nógv vitjað í tí betri tíðini av árinum, og tað er ikki so sjáldan slíkar frídagar, at fullsett er.

Bygdin veksur

Í sínari tíð búðu 350 fólk í Nólsoy, og talið av skúlabørnum lá um seksti.
Undir kreppuni fyrst í nítiárunum, kom fólkatalið niður á umleið 240, og talið av skúlabørnum mundi ikki liggja stórt omanfyri 25-30.
Nú er aftur vent í holuni, og fleiri familjur við børnum eru fluttar útaftur til Nólsoyar at búgva. Onkur familja við tilknýti til oynna er flutt heimaftur úr Danmark og hevur búsett seg aftur í heimbygdini. Eisini onkur familja, sum heldur, at tað er ov dýrt at búgva í Havn, hevur keypt hús í Nólsoy.
Gott ferðasamband er við Rytuni um Nólsoyarfjørð 3-4 ferðir um dagin og tey, sum ikki liva av tí, sum upp úr havinum kemur, arbeiða í flestu førum í Havn. Onkur arbeiðir longur norðuri á Streymoynni.
Í Nólsoy er barnagarður og góður skúli, og bygdin er eitt gott uppvakstrarstað hjá børnum.

Hugnaligt umhvørvi

Eitt góðveðurskvøld er hugnaligt at spáka í bygdini, tá ið ljós er tendrað í mongum av teimum húsum, sum annars standa tóm.
Fólk, sum hava búsett seg í Havnini og aðrastaðni, vitja aftur á slóðina.
Norðuri í bygdini eitt slíkt kvøld fyri páskir møttu vit mammu Ova, Olevinu Joensen, sum stóð og prátaði við eina vinkonu.
Vina, sum hon vanliga verður rópt, helt fyri, at tað er so hugnaligt, tá ið ljós aftur er at síggja í hvørjum vindeyga. Hon er nú farin um tey áttati, men er framvegis røsk.
Vina, sum hevur verið ein megnar kvinna, hevur ikki altíð havt tað so lætt. Maðurin var sjúkur í mong ár, áðrenn hann doyði, og seinni í tíðini vildi lagnan tað so illa, at hon misti tveir synir á sjónum, harav Ovi var annar.
Slíkar góðveðursdagar, sum dagarnar fyri páskir, siglir Rytan við nógvum fólki, og nógv fólk ? og ikki minst børn ? eru at síggja í trongu túnunum ímillum hundar og onkran traktor, sum koyrir fram við. Og tað var ikki sørt hesar dagar, at onkur persónbilur eisini smeyg sær framvið undir vindeyganum av og á...

Gongutúrar

Nógv, sum leita sær út til Nólsoyar í tí góðu tíðini á árinum, hava eisini hug at síggja náttúruna.
Og soleiðis var eisini dagarnar fyri páskir.
Væl av fólk sást fara í hagan ? summi longri túrar, onnur styttri.
Skírisdagur var ein so frálíkur dagur, og langi fríggjadagur var eisini góður.
Vit pakkaðu eisini skjáttuna og fóru ein gongutúr suður á Tjørnunes langa fríggjadag. Hetta er ein av teimum stuttu, men góðu túrunum, har gott er at ganga, og bæði børn og vaksin kunnu vera við.
Veðrið var gott, og úti á Tjørnunesi høvdu børnini hug at fara út í Tjørnunesdammin, har mangur smádrongur í Nólsoy lærdi seg at svimja í gomlum døgum.
Men enn er árið ungt, og tí var vatnið eisini heldur kalt.
Tó helt tað ikki smágentuni, sum var við í ferðalagnum, aftur at fara út í og taka nøkur tøk í hylinum.
Hetta var ein góður túrur, sum eingin vildi verið fyri uttan hendan dagin.

Rullaðu egg

Á páskum rullaðu børnini egg, og úti í bønum heimanfyri Kráku-húsini samlaðist meginpartin av børnunum, sum vóru í bygdini hesi páskini. Nógv vaksin vóru eisini við, og fólk hugnaðu sær.
Hendan dagin var lotið tó kaldari; hann lá inn úr havinum við høgari eysturætt og einum frískum loti.
Hetta vóru góðir apríl-dagar í Nólsoy um páskirnar.
Tá ið farið varð av bygdini aftur, 2. páskadag, mátti Rytan sigla eykatúr, tí øll sluppu ikki við seinasta túrin.
Tey, ið eftir vóru í Nólsoy hetta kvøldið, kundu fara í ungmannahúsið, har nólsoyingar spældu til dans.