SNARVEGUR TIL UTOPIA

2. partur

KOLLVELTING SUM KALL

KARL MARX var ikki einasti hugmyndafrøðingur, sum hugtók tann russiska ungdómin. Í roynd og veru hevði Russland í seinnu helvt av 19. øld ? umframt marxismuna - tveir aðrar kostir í at velja. Annar kosturin var tann frílynta, vesturlendska kósin, við fólkaræði, talufrælsi og valdsins tríbýti. Tað var henda kósin, sum hevði við sær ta fyrstu, óbeinleiðis valdu, ríkisdumuna í 1905 og seinni februarkollveltingina í 1917, og tað er hesa leiðina, Russland nú ? eftir at sovjetstýrið fall í 1991 ? við skinklutum gongulag roynir at ganga.
Men í Russlandi var eisini ein heilt onnur hugmyndafrøðilig siðvenja. Henda stevna var utopisk, hevði andstygd fyri fólkaræði og borgaraligari siðmenning og var eyðkend av elituhugsan. Millum teirra, sum talaðu fyri hesi stevnu, vóru høvundar sum Pjotr Tkatjov, Mikhail Bakunin, Nikolaj Tjernysjevskij og Sergej Netjajev.
Ein høvuðstanki hjá mongum av hesum høvundum var, at ótolnir kollveltarar høvdu ikki fyri neyðini at bíða eftir, at ídnaður stig fyri stig avrøkti bóndasamfelagið, ella at fólkið einaferð tók sær um reiggj, kravdi fólkaræði ella gjørdi uppreistur. Tað bar til at ganga ein snarveg. Ein lítil bólkur av stældum og fyrilitsleysum garpum kundi við vápnum taka valdið, seta kollveltingina í verk og grunda tað fullkomna ríkið.
Í eini slíkari støðu kundi tann seinføra, afturhaldssinnaða fjøldin gerast ein vansi heldur enn ein fyrimunur, eitt rasshaft um beinini á teimum úrvaldu. Tkatjov helt tað tí vera neyðugt, um kollveltingin skuldi eydnast, at beina fyri einum parti av fjøldini. Um hvørja lagnu fólksins fíggindar skuldu fáa, tók Pjotr Zaisjnevskij (sum seinni varð fagnaður av bolsjevikkum) soleiðis til í bókini Unga Russland frá 1862:

Vit skulu drepa tey á torgunum, um tey skitnu svínini nakrantíð tora at vísa seg har; drepa tey í sínum húsum; drepa tey í teimum trongu býargøtunum; drepa tey á høvuðsstaðanna breiðbreytum; drepa tey í bygdunum. Minst til; ein og hvør, ið ikki er við okkum, er okkara fíggindi, og allir miðlar kunnu brúkast til at beina fyri fíggindum okkara.

Ein annar høvundur, sum umboðaði hesa jakobinsku siðvenju, var Sergej Netjajev. Tá ið Dostojevskij, sum sjálvur hevði verið kollveltingarmaður og kendi hetta umhvørvið innanífrá, skrivaði skaldsøguna Teir trásettu (eisini rópt Devlarnir), 1872, var Netjajev fyrimynd til nihilistin Pjotr Verkhovenskij. Í 1869 skrivaði Netjajev, kanska saman við Bakunin, Ta kollveltingarligu lærubókina. Fyrsta boðið í lærubókini ljóðaði soleiðis:

Kollveltarin er kallaður. Hann hevur ongar persónligar kenslur, eingi persónlig áhugamál, eingi følilsir, einki tilknýti, onga ogn og einki navn. Alt í honum er undirlagt einum einasta tilknýti, einum einasta tanka og einans einari trá ? kollveltingini.


MILLUM TIFLIS OG TURUKHANSK

VIT VENDA nú aftur til Stalin. Tá ið skúlaárið 1899 var um at vera av, fór hann ikki upp til próvtøku. Á sumri 1899 var hann tí burtursagdur av gudfrøðiskúlanum í Tiflis.
Eitt stutt skifti ? frá jólum 1899 til seinast í mars árið eftir ? starvaðist hann á veðurstovuni í Tiflis. Hetta er einasta dømi um, at Stalin hevur havt eitt vanligt arbeiði. Nýggjársnátt ár 1900 var hann einsamallur til arbeiðis á tí manntómu veðurstovuni. Hvat man hann hava væntað sær hesa náttina, á gáttini til eitt nýtt ártúsund ? kanska starandi út í stjørnuhimmalin ? av tí øld, hann meira enn nakar annar fór at ávirka ? politiskt sum hugmyndafrøðiliga?
Í tíðini eftir hetta ? frá 1900 til 1917 ? er Stalin kollveltingarmaður burturav. Hann virkar, sum marxistur, í tí russisku sosialdemokratisku rørsluni. Hann eggjar til kollvelting, er við í felags- og blaðarbeiði, luttekur í orðaskifti um skipan ella um hugmyndafrøðilig mál. Hann er virkin í Tiflis, Baku, Batum og aðrastaðni, serliga í Georgia, sum um hetta mundið, við sínum vaksandi oljuídnaði og sínum mongu jarnbreytararbeiðarum, er gróðrarríkt jørðildi at sáa kollvelting í. So líðandi fær hann samband við aðrar navnframar marxistar, bæði í Russlandi og í Vestureuropa. Tey fyrstu árini undirskrivar hann seg við ymiskum dulnevnum, eitt nú Koba, sum fyrr er nevnt. Heitið Stalin ? Stálmaðurin ? brúkar hann fyrstu ferð í 1912.
Eitt ávíst afturvendandi mynstur eyðkennir hesa tíðina. Ið hvussu er sjey ferðir verður Stalin handtikin og antin settur í fongsul ella burtursagdur í útlegd til ofta fjarskotin støð í Sibiria. Ofta flýggjar hann, væl áðrenn útlegdin er av, og fer undir aftur at virka fyri kollvelting. Hann varð fyrstu ferð handtikin á vári 1902 og sat tá 18 mánaðir í fongsli, fyrst í Baku og seinni í býnum Kutaisi í Vesturgeorgia. Hann varð seinastu ferð handtikin í mars 1913 og burtursagdur til Turukhansk við ánna Jenisei í Sibiria, langt av leið frá allari siðmenning.
Loyniløgreglan hjá zarinum kundi fara ógvuliga harðliga fram og eitt nú brúka píning til at fáa upplýsingar frá fangum. Í øðrum førum kundi hon vera merkiliga lagalig. Stalin og mangir av hansara lagsbrøðrum høvdu leysar teymar á sínum útlegdum. Teir sluppu at lesa og skriva, veiða og fiska. Okkurt bendir á, at útlegdin í Turukhansk, sum vardi í fýra ár, var tann harðbalnasta hjá Stalin. Einsemið og kuldin, kavaroksódnir og hesar endaleysu fløturnar av ísi og kava kundu gera, at menn mistu vitið ella beindu fyri sær.
Tann sosialdemokratiski flokkurin, sum Lenin var oddamaður í, hevði brúk fyri pengum bæði til at tryggja sínum fremstu talsmonnum í Europa kost og vistarhald og til at fíggja tað politiska arbeiðið. Tí varð í loyndum skipað fyri sonevndum "ognartøkum", har vápnað álop vórðu framd á eitt nú pengaflutningar. Serfrøðingar eru samdir um, at Stalin, sum bakmaður, skipaði fyri summum av hesum ráns- og terroratgerðum, sum viðhvørt høvdu við sær, at fólk doyðu ella vórðu løstað.


FLOKSINS FJALLAØRN

Í millumbilunum millum útlegdir og fongsulsuppihald virkaði Stalin í tí russisku sosialdemokratisku rørsluni. Hesi árini hitti hann teir menn, sum seinni blivu hansara lagsbrøður og saman við honum framdu ta russisku kollveltingina, í Tiflis í 1904 Leo Kamenjev, árið eftir í Tammerfors í Finnlandi Lenin, í 1907 Í London Lev Trotzkij, í 1913 í Wien Nikolaj Bukharin.
Gløggur sum hann var, varnaðist Stalin skjótt, at hesir menn í mongum lutum vóru honum ólíkir. Teir vóru mentaðir, lærdir og orðaríkir, summir førdu seg fram sum verðinsmenn og høvdu uppgjørdar keipur. Aftur ímóti teimum var hann ótelgdur og grefligur, dugdi ikki vestureuropeisk mál, hevði fordómar eitt nú móti jødum og var nakað av einum illibirtli. Hann var tí lítið umhildin, og enntá vanvirdur av summum. Men hann var snúin, lærdi seg at siga lítið og lurta so mikið meira, sat ofta á fundum tigandi og roykti, meðan hann krutlaði okkurt orð á eitt pappír. Tá so fundurin var um at enda, tók hann orðið, bar saman sjónarmiðini hjá hinum og gjørdi eina niðurstøðu. Hesar snildir góvu úrslit. Hansara umdømi vaks.
Tann einasti millum hansara lagsbrøður, sum Stalin kendi seg skyldan við, var Lenin. Teir báðir hittust sum nevnt fyrstu ferð í Tammerfors í Finnlandi í 1905, á eini ráðstevnu har fyri bolsjevikkar. Seinni greiddi Stalin soleiðis frá hesum fundi:

Eg hevði væntað at sæð floksins fjallaørn, ein miklan mann, ikki bara í politiskari merking, men, um ein kann taka so til, eisini kropsliga, tí í mínum huga hevði eg sæð Lenin fyri mær sum ein risa, hábærsligan og tignarligan. Sum eg var vónsvikin, tá eg sá ein púra gerandisligan mann, heldur lágvaksnan, í ongum, bókstaviliga ongum luti øðrvísi enn onnur deyðilig menniskjur.

Hugsar ein um uppvøkstur og jørðildi, vóru hesir menn ógvuliga ymiskir. Lenin var av múgvandi fólki til tað, sonur ein skúlaumsjónarmann í Simbirsk, og hann hevði sum heild havt ein lukkuligan barndóm. Stalin var vaksin upp í vesældómi, og varð sum barn bardur, um hann ikki aktaði.
Hinvegin vóru hesir menn líkir í lyndi og skapi, lágvaksnir og samstundis óvanliga viljasterkir og út um alt mark fyrilitsleysir. Ein lyndismunur var kortini. Lenin dugdi illa at meta um fólk, Stalin hinvegin var menniskjakennari sum fáur. Hesin munur fór seinni at fáa lagnutungar avleiðingar.


EDUARD BERNSTEIN

TANN LÍTLA sosialdemokratiska rørslan, sum Lenin meira enn nakar annar fór at seta sín dám á, helt sína fyrstu ráðstevnu í Minsk í Russland i 1898. Á teirri aðru ráðstevnuni ? sum varð hildin í Bruxelles og London í 1903 ? varð rørslan til ein politiskan flokk. Samstundis varð gjørt av, at flokkurin skuldi hava eina fastari skipan enn aðrir og størri sosialistiskir flokkar.
Fyri at skilja, hví hetta varð gjørt, er neyðugt at umrøða nakrar spurningar av ástøðiligum slag. Av tí at henda viðgerðin er stutt, verður neyðugt at seta hesir viðurskiftir heldur einfalt upp.
Karl Marx hevði gjørt greitt, at sum tann borgaraliga yvirstættin bleiv ríkari, takkað verið tí meirvirði, hon vann úr arbeiðarans sliti og orku, og sum arbeiðarastættin bleiv fátækari, fóru tær innaru mótsagnirnar í kapitalismuni at vaksa. Tann útpínda undirstættin fór ikki at vera ment at taka ímóti kapitalsins framleiðslu og varu. Hetta fór at hava við sær, at tað kapitalistiska samfelagið fór at vikna og hokna av sær sjálvum. Samstundis fór tann útpíndi fæloysingurin at hvessa sítt medvit, til hann ? neyðturviliga ? framdi kollvelting.
Men longu fyri aldarskiftið fyrra var greitt, at hetta marxistiska ástøðið ikki sampakkaði við veruleikan. Eitt nú kundu ábøtur í tí borgaraliga samfelagnum (t.d. tann sosiallóggáva, sum Bismarck framdi) taka broddin úr arbeiðarans medviti. Samstundis var einki, sum bendi á, at arbeiðarans armóð altíð vaks, sum kapitalisman mentist, heldur hinvegin. Við tí vaksandi vælferðini gjørdist arbeiðarafjøldin mjúkrendari og minni hugað fyri kollvelting. Tann gávuríki týski javnaðarmaðurin Eduard Bernstein skapti, samsvarandi hesi empiri, í 1899 eitt nýtt og endurskoðað (revisionistiskt) ástøði og mælti arbeiðarum til at samstarva við tann frílynta borgaraskapin.


TAÐ ÚRVALDA LIÐIÐ

HENDA ENDURSKOÐANARSTEVNA er baksýnið fyri tí orðaskifti, sum russiskir sosialdemokratar høvdu á ráðstevnuni í 1903 um, hvat slag av bygnaði teirra flokkur skuldi hava. Martov førdi fram, at limanna tilknýti til flokkin skuldi vera leyst. Lenin helt hinvegin upp á, at hvør einstakur limur skuldi "taka persónliga lut" í felagsarbeiðinum. Hesin at vísa seg ørlítli munurin í áskoðan um limanna tilknýti fekk avleiðingar av víttrøkkandi slag.
Í roynd og veru vildi Lenin, at flokkurin skuldi vera ein elita, eitt úrvalslið. Hansara sjónarmið bendir á, at hann kanska innast inni hevur sannað, at ikki Marx, men Bernstein hevði rætt. Kollveltingin fór ikki at koma, sum ein avleiðing av mótsagnum í kapitalismuni, ein søgulig neyðsyn. Tað fór tvørturímóti, í tøkum tíma, at verða neyðugt at fremja hana við einum kvetti.
Upp á ein máta slepti Lenin við hesi ásannan Marxi upp á fjall og fekk í endan á tí stevnu, sum eitt nú Tkatjov og Netjajev høvdu umboðað. Tann læra, hann ýtaði av eftir, var ikki longur ein vísindalig búskaparheimspeki, men ein miðaldarlig messianistisk stevna. Tá ið kollveltingin ikki kom av sær sjálvari, mátti tað stælda liðið ? medvitsins súrdeiggj ? taka sær um reiggj og fremja hana við hørðum, eisini ? um tað bleiv neyðugt ? í einum ríki, har meira enn 90 % av undirstættini var bøndur.
Tá ið atkvøtt varð í flokkinum um limatilknýtið, var Lenin í minniluta. Hann vildi kortini ikki boyggja seg, og sostatt fór flokkurin í tvíningar. Hinvegin fekk Lenin í einum øðrum máli ? um, hvør skuldi ráða yvir blaðnum Iskra, sum var floksins málgagn ? meiriluta. Hetta hevði við sær, at bólkurin hjá Lenin fekk heitið bolsjevikkar (t.e. meirilutamenn) og tann hjá Martov heitið mensjevikkar (t.e. minnilutamenn). Á ráðstevna í Prag í 1912 skipaðu bolsjevikkar seg sum serstakan flokk.


LEYVUMENNISKJAÐ

VIÐ FYRSTA heimsbardaga varð ein so djúp glyvur grivin millum eina farandi og eina komandi siðmenning, at søgufrøðingurin Eric Hobsbawm (í bókini Age of Extremes, 1994) valdi at seta árið 1914 sum tað veruliga markið millum 19. og 20. øld. Tann farandi øldin bar upplýsing og skil í sínum skildri, treysti til framburð og humanismu. Hennara fremstu andar vóru fólk sum Victor Hugo, Anatole France og Georg Brandes.
Hvat tann komandi øldin hevði at borðreiða við, mundi fáur gruna í 1914. Men við yrkingini "The Second Coming", 1921 (helst yrkt fyrr), lýsti írski yrkjarin W.B. Yeats framtíðina við eini bæði døkkari og ræðuligari hugbirting. Nú Gud var deyður, hevði menniskjan med alla mist sítt moralska tjóður, men sveimaði líkasum villfalkurin í einum alsamt víðkandi ringi av etiskari relativismu. Ruðuleiki valdaði, um heimin fossaði blóð "sum vatn í sævarflóð". Skaldið sá eitt skepilsi við leyvukroppi og mannahøvdi skjølka gjøgnum oyðimørkina:

But what rough beast, its our come round at last,
Slouches towards Bethlehem to be born?

Skaldið lýsir her tann nýggja Messias, sum heimsbardagin hevði rutt slóð fyri, og sum 20. øld fór at bera í gullstóli, ein blóðtystan Sabbati Zewi, bornan á lógvum bæði av fjøldini og aldarinnar fremstu andsmennum.


KOLLVELTING Í FEBRUAR

SUM FYRSTI heimsbardagi helt á, fóru bygnaðarligir spenningar og duld syndran ? bæði av tjóðskaparligum og stættaligum slag - í Russlandi at gera vart við seg. Hermenn, bøndur og konur teirra kravdu frið, breyð, jørð og frælsi. Aftrat hesum kom ein vánalig og ridlut leiðsla, við zarinum Nikolaj II á odda fyri herinum og Rasputin til háborðs í Sankta Pætursborg. Skerpingur førdi til hungursneyð, og tað brádliga toybilið í februar 1917 loysti samstundis upp fyri uppreistri ? tí gitnu kollveltingini í februar.
Eftir stuttari tíð var zarveldið koyrt frá og ein skipan, sum kundi slóðað fyri vesturlendskum fólkaræði, komin ístaðin. Tann 2. mars legði zarurin sjálvboðin frá sær. Ríkisduman ? sum hevði verið til frá 1905 og, við tað at hon var vald, hevði umboðandi gildi ? valdi eina bráðfeingis stjórn. Ein annar nýggjur valdsdepil var sovjettirnar, hermanna- og arbeiðararáð, tann fyrsta vald í Pætursborg. Í Russlandi var brádliga talu-, skrivi- og fundarfrælsi. Fólk sungu og dansaðu í gøtunum. Hetta var tann vesturlendska kósin, vegurin til pluralismu, leiðin hjá Turgenev og Bernstein.
Josef Stalin kom heim av síni seinastu og longstu útlegd og var í Sankta Pætursborg í mars 1917. Hann fekk skjótt fleiri álitisstørv, eitt nú sum limur í blaðstjórnini fyri Pravda, málgagninum hjá bolsjevikkum, og sum bolsjevikkiskt umboð í Pætursborgarsovjettini.


KVETT Í OKTOBER

UM HETTA mundið var flokkurin hjá russiskum bolsjevikkum fámentur, taldi o.u. 25.000 limir. Og hvørki Stalin ella hansara lagsbrøður í Russlandi droymdu um hetta mundið um at fáa valdið í landinum. Kanska sóu teir fyri sær, at ár ella áratíggir fóru at ganga, til ein sosialistisk skipan fór at avrøkja ta borgaraligu kollveltingina. Teir hugsaðu sær, at teir í eini skiftistíð noyddust at samstarva við aðrar flokkar, eitt nú Teir Sosialrevolutioneru, og at teir máttu lata sær lynda, at landið varð stýrt av eini bráðfeingis borgaraligari stjórn.
Bara ein maður hevði onnur sjónarmið. Úr Zürich, har hann var staddur, sendi Lenin Pravda síni Brøv úr firruni, har hann mælti til at halda fram við stríðnum fyri kollvelting og staðfesti, at sosialisma var einasta leið. Hann skundaði sær til Russlands, við týskari hjálp, og var í Pætursborg tann 3. apríl 1917. Lenin legði nú fram tær sonevndu apríltesurnar, har hann gjørdi greitt, at kapitalisman skuldi koppast, og at alt samstarv við t.d. mensjevikkar var forboðið. Hann var í fyrstuni einsmallur um hesa hugsan. Tá ið nakrir dagar vóru farnir, fór Stalin at linka, og longu tann 11. apríl tók hann undir við Lenin. Sum frá leið var hann eldhugaður talsmaður fyri stevnuni hjá "floksins fjallaørn".
Kanska var Lenin spámaður, kanska ikki. Ið hvussu var og ikki, fyribils stjórnin, fyrst við Lvov fúrsta og seinni við sosialistinum og løgfrøðinginum Kerenski á odda, rendi seg í vandasjógv. Jarðarspurningurin, sum undir- og yvirstætt vóru ósamdar um, og ynskið um frið vóru nøkur av teimum stórmálum, sum bara ein sterk stjórn kundi loysa. Við ongari løgreglu og einum ólýdnum heri var stjórnin máttlítil.
Á heysti 1917 royndi herovastin Kornilov at fremja eitt høgrakvett. Kvettið miseydnaðist, og í ruðuleikanum og ómegdini, sum nú valdaðu, gjørdi Lenin av, at løtan var komin. Bolsjevikkar framdu sítt kvett tann 25. oktober (7. nov. eftir tí gregorianska álmanakkanum) 1917.


EIN NÝGGJ MIÐØLD

UM HESA kollvelting er mangt sagt og skrivað. Hvør tíð ger sær sína mynd av søguni, og í tíðini fram til 1989, tá múrurin fall, var ikki óvanligt, at søgufrøðingar onkursvegna høvdu hug at legitimera oktoberkollveltingina. Teir kundu vísa á, sum rætt var, at flokkurin hjá Lenin í 1917 vaks skjótt, og at bolsjevikkar t.d. høvdu meiriluta á tí næstu alrussisku sovjettráðstevnuni.
Tað er kortini torført, tá ein í dag hyggur aftur um bak, at koma til aðra niðurstøðu, enn at henda hending í roynd og veru var - ikki ein kollvelting, men eitt kvett, sum umboðaði eitt stórt hugsjónarligt afturstig. Ein lítil bólkur, við avmarkaðari fólksligari undirtøku og ongum rættarligum gildi, hevði tikið valdið. Talu-, skrivi- og fundarfræslið varð avtikið. Øll tala um valdsins tríbýti ? sum Montesquieu hevði lýst í 1746 ? varð kveistrað til viks. Reglan um habeas corpus ? sum varð staðfest í Onglandi longu í 1679 ? fekk ongantíð ein møguleika.
Ein talandi mynd av tí støðu, sum nú var, var lagnan hjá tjóðfundinum ? grundlógartinginum -, sum var valdur í november 1917 til at gera uppskot til grundlóg og nýggja stýrisskipan. Bolsjevikkar fingu bara 168 av tilsamans 703 umboðum, t.e. 20% av atkvøðunum, meðan eitt nú Teir Sosialrevolutioneru fingu yvir 40%. Hetta var tað fyrsta og einasta frælsa valið í sovjetskari søgu. Tingið kom saman tann 5. januar, men Lenin, sum nú hevði alt veruligt vald í Russlandi, gav boð um at senda tað heim.
Mongum tóktist í 1917 og seinni, sum gól reyðhanin í eystri fyri eini nýggjari frælsis- og lukkuøld. Í roynd og veru varð fólksins vilji niðurbundin. Russland var, sum heimspekingurin Nikolaj Berdjajev seinni rak framundir, á veg aftur í eina nýggja miðøld.