-Eg eri til reiðar at møta mínum skapara og at standa til svars fyri tey, sum hava latið lív orsakað av mínum avgerðum.
Soleiðis tosar maðurin, sum gjørdi av at koyra Bretland í kríggj við Irak. Frammanundan hevði hann hugsað seg væl og virðiliga um, men avgerðina tók hann, tí hann hevði eina næstan halga sannføring um, at hann gjørdi tað, sum rætt var. Hann tók avgerðina, sjálvt um tann minni parturin av veljarunum vóru líka sannførd um, at tað var skeivt at fara í kríggj saman við USA uttan góðkenning frá ST, og sjálvt um meiri enn ein millión fólk savnaðust í gøtunum í London at mótmæla krígsætlan hansara.
Tony Blair er broyttur nógv, síðani hann sum 41 ára gamal varð valdur til formann í bretska arbeiðaraflokkinum Labour. Tey sjáldsama longu eygnahárini og tað sakleysa andlitið høvdu givið honum eyknevnið Bambi. Men tað var, áðrenn innanhýsis uppreistur í parlamentinum, yvirgangshóttanir og gølugreinar í bløðunum høvdu hert hann. Í dag er hárvøksturin tynri, posarnir undir eygunum størri, og Tony Blair líkist einum manni, sum hevur sæð ov nógv, og sum hevur tikið ov nógvar torførar politiskar avgerðir. Hann hvørki roykir ella drekkur. Hansara einasti veikleiki er sambært honum sjálvum sjokuláta og milkshake.
Gekk nýggjar leiðir
Tað sá einki út hjá Labour, tá tann 30 ára gamli Tony Blair varð valdur í parlamentið í 1983. Margareth Thatcher sat enn við valdið og hevði Bretland í síni hulu og jarnhørðu hond, og valskráin hjá arbeiðaraflokkinum var avoldað og hóskaði ikki til dagsins veljarar. Stevnumið sum tjóðartøka og at beina fyri kjarnorkuvápnunum var ikki júst tað, sum hevði áhuga veljaranna. Men tá tann gamli floksleiðarin John Smith doyði, fekk Tony Blair høvi at venda skútuni. Hann lat sær ikki lynda bert at venda skútuni, men umskipaði hana so nógv, at teir gomlu trúgvu Labour-veljararnir høvdu ilt við at kenna flokkin aftur. Í 1994 eydnaðist Blair at gerast leiðari og forsætisráðharraevni eftir einari avtalu við Gordon Brown, fíggjarmálaráðharra, sum umboðar tann vanliga siðbundna Labour-politikkin.
Tað fyrsta, nýggi floksformaðurin gjørdi, var at umskipa bygnaðin í flokkinum. Hann setti serligar ráðgevar, sum skipaðu fyri veljarafundum um ávís evni, og allar veljarakanningar vórðu kannaðar væl og virðiliga. Viðurskiftini millum Labour og bretska vinnulívið høvdu ongantíð verið góð, men eisini tað broytti Blair.
Populisma var ikki longur eitt ókvæmisorð, men heldur tað, sum skuldi fáa Labour aftur til valdið. Teir floksfelagarnir, sum funnust at broytingunum, fingu greitt at vita, at alternativið var ein konservativ stjórn, og tað gjørdi, at tey atfinningarsomu tagdu. Tiltakið gjørdist ein sonn sólskinssøga í 1997, tá konservativa stjórnin hjá John Major var fyri einum so eyðmýkjandi ósigri, at flokkurin hevur ikki reist seg aftur enn.
Longu tá Tony Blair flutti inn í forsætisráðharrabústaðin í Downing Street 10, fór hann undir tað næsta málið, sum var at tryggja, at Labour skuldi eisini vinna næsta val. Hetta hevði ikki verið vanligt hjá undanfarnum arbeiðarastjórnum, men Blair vísti enn einaferð, at tann gamla tíðin var farin, og at ein nýggj hevði tikið við. Ráðgevar hansara fingu úr at gera, og veljarakanningarnar komu í hásætið. Stórar upphæddir vórðu játtaðar almennu tænastunum, og Blair nýtti hvørt einasta høvi til at greiða fólki frá, at Labour var fólksins flokkur. Ja, tað vóru teir politisku eygleiðararnir, sum høvdu hug at kalla hann ein Bill Clinton, sum tosaði enskt.
Stóð við sítt
Men úrslitið kom í 2001, tá hann varð afturvaldur við stórum meiriluta.
Men hann fekk ikki frið at njóta sigurin leingi og at samsýna veljarunum. Hendingarnar í New York og Washington tann 11. september broyttu ístaðin lív hansara. Blair var ein av teimum fyrstu stjórnarleiðarunum, sum skiltu, at yvirgangshóttanin var heimsumfatandi, og at tilburðirnir í USA høvdu gjørt, at heimurin var ikki tann sami longur. Hann var eisini tann fyrsti, sum tók undir við altjóða stríði ímóti yvirgangi, og sambandið millum Bretland og USA gjørdist tættari enn nakrantíð. Tað vóru nú ikki øll, sum vóru líka fegin um tað, og tá hann valdi at styðja George W. Bush í krígnum í Afghanistan, vóru tað summi, sum skýrdu hann ein lýdnan hund. Men hann stóð við sítt.
Á landsfundinum hjá Labour í fjør fekk hann tær fyrstu veruligu ávaringarnar frá sínum egnu, men við einari megnarrøðu eydnaðist tað honum í síðstu løtu at forða einari samtykt um at fordøma eitt møguligt kríggj við Irak. Samstundis fekk hann eisini annað at hugsa um. Bløðini skrivaðu um konu hansara, sum hevði keypt eina íbúð í Bristol, har hon hevði nýtt ein svikara sum millummann. Í fleiri vikur válkaðu bløðini sær í málinum, men Blair fekk vent almenna tosinum við at venda aftur til eitt møguligt kríggj við Irak.
Tá Evropa og USA ikki kundu semjast um Irak-málið, royndi Blair seg sum semingsmann millum partarnar, tó uttan stórvegis hepni, og tað hevur kostað honum sambandið við Frakland og kanska eisini Týskland. Men sjálvur var hann ikki eina løtu í iva um, at kríggið var rættvíst. Sjálvt ikki tá helmingurin av hansara egna flokki var ímóti honum, lat hann seg vika.
Búgvin heimsleiðari
Ístaðin helt hann enn eina megnarrøðu, hesaferð í parlamentinum, har hann meiri ella minni beinleiðis bað sínar floksfelagar velja at taka undir við krígnum ella at koyra seg frá. Alment tosar hann ikki um síni trúarviðurskifti, men tað var tann nærum fullkomna trúgvin, sum var mergurin í røðuni hendan dagin. Tað vóru eisini tey, sum sammettu røðuna við tær, sum Winston Churchill plagdi at halda, tá harðast leikaði á. Hesar dagarnar hugsaði Blair ikki um veljarakanningar, men eftir á pallinum stóð ein heimsleiðari, sum var til reiðar at fylgja sínum hugsjónum, sama hvat tað kostaði.
Síðani sigurin í Irak hava veljarakanningarnar víst, at Blair er vorðin betur umtóktur aftur. Rætt er tað, at kommunuvalið herfyri var ein ósigur fyri Labour, men úrslitið var kortini ikki av leið, tá hugsað verður um, at vit eru miðskeiðis í einum valskeiði.
Á pallinum aftan á Irakkríggið stendur ein maður, sum er vorðin meiri búgvin, og sum hevur fingið størri altjóða dám sum politikari og heimsleiðari.
Eiin maður, sum er til reiðar at møta sínum skapara.
(Kelda: Berlingste Tidende)