Í ár skulu tvørafólk skjótast inn í nýggju øldina og nýggja túsundárið, sum teir ongantíð fyrr eru skotnir inn í eitt nýtt ár. Tí í ár hevur nýggjársnevndin á Tvøroyri brynjað seg út til nýggjársaftan [...] nýggjársaftan blivin ein hin størsti veitsludagurin í býnum. Tað byrjaði í smáum, tá ið Oddur Dimon og Ronnie Midjord tóku stig til at halda nýggjársaftan í Tvøroyrar klubba. Men tað gingu bara tvey ár, so [...] summar av bumbunum, sum nýggjársnevndin hevur keypt í ár, eru so stórar, at hann ivast ikki í, at hetta eru tær størstu bumburnar, sum nakrantíð eru skotnar í Føroyum yvirhøvur. Talan er um nakrar 12 tumma
formannin í Sosialu nevnd, og Tjóðveldisflokkurin misti formannin í Mentanarnevndini. Tá tað nógva av býráðsarbeiðinum fer fram í nevndunum, var misnøgdin stór - og tók Javnaðarflokkurin seg í mars í ár úr [...] nú aftur formannin í Sosialu nevnd, meðan Sambandsflokkurin m. a. fekk formannin í byggi- og býarskipanarnevndini og mentamálanevndini, meðan Ingi Mohr framhaldandi var formaður í Heilsu- og Umhvørvisnevndini [...] býráðslimunum, púra uttan ávirkan í Tórshavnar býráð. Flokkurin hevði um hendi leiðsluna í býráðnum í Havn frá 1973 til 1993. Leivur Hansen, borgarstjóri, segði við útvarpið í gjár, at endamálið við nýggju
mentanartiltøk í Føroyum ella í útlandinum. Seinastu tvey árini hevur danski fólkatingsmaðurin Søren Hansen verið formaður í grunninum. Hann fer frá á nýggjárinum. Søren Hansen vitjaði í Føroyum í heyst og nýttu [...] Grunnurin stuðlar ikki verkætlanum í einum einstøkum landi. Tí har má tað vera landið, kommunan ella grunnar í landinum, sum stuðla. Tó so, at grunnurin stuðlar tiltaki í einum landi, sum so eisini hevur [...] sum fara til mentanartiltøk í Føroyum, Grønlandi og Álandi. -Er tað nakar, sum heldur fast um sínar røtur, so eru tað hesi tríggjar smátjóðirnar. Tá eg vitjaði í Føroyum fyrr í ár át eg skerpikjøt, grind
verða hetja í 20.undi øld enn í 12. øld? Lat okkum tí ikki leggja so nógv í hetta við at velja tíðarinnar hetjur. Lat okkum heldur í stórari virðing fyri teimum, ið undan eru farin, gera sum í »Fedranna [...] Eisini í 21. øld eiga Føroyar og føroyingar at taka lut í altjóða menningini við øktum sambandi og samstarvi - eisini við londini í ríkisfelagsskapinum. Gott nýggjár! Edmund Joensen, formaður Sambandsfloksins [...] fyri at varðveita atkvøður og vald. Vit sóu tað í Føroyum í áttatiárunum, har vit kastaðu ábyrgdina fyri borð í trúnni uppá tekniskan framburð. Og vit sóu tað í nítiárunum, har anonymar kreftir settu okkum
Elektron, SEV, Føroya Tele og teir almennu stovnarnir eru eftir øllum at døma slopnir snikkaleysir frá ársskiftinum. Enn eru heldur ongar fráboðanir komnar um brek í stóru telduskipanunum í privata vi [...] Nolsøe, stjóri í Elektron. Men allar súður eru ikki syftar enn. Í gjárkvøldi skuldu teldurnar á Elektron standa enn eina roynd, tí tá fóru fyrstu lønirnar gjøgnum skipanina. Og seinni í hesum mánaðinum [...] hevur fylgt gongdini í sambandi við túsundára skiftið. Vóru tilbúgvin Orsøkin til at fyritøkur og stovnar fyribils eru sloppin so snikkaleys er, at tey hava tikið 2000-trupulleikan í álvara og hava búgvið
teimum flestu limunum í felagnum fara tey 4%, sum verða goldin í pensiónskassar, væl upp um tær 4.000 krónurnar, og í slíkum førum fer hvørt oyra, sum verður goldið meiri enn 4.000 krónur, í eina kapitalpensión [...] ið nýtast skal til pensiónirnar, er framleidd í Føroyum. Tað er Vision Software í Klaksvík, sum hevur framleitt telduskipanina. Eyðfinnn Petersen, formaður í Havnar Handverkarafelag, sigur, at teir eru sera [...] nýggja skipanin gevur tí einstaka handverkaranum meiri í pensión, so merkir hetta ikki, at limirnir í Havnar Handverkarafelag skulu gjalda meiri í pensiónskassan. Inngjaldið verður óbroytt; tað vil siga
frá 9,2% í 1994, upp í 11,3% í 1998. Men størstu broytingar eru hendar í tænastuvinnunin, tí í 1994 vóru 81,2% av lønarútgjaldingunum í Suðurstreymoy í tænastuvinnuni, men bæði í 1995,1996 og í 1997 fullu [...] fyrivarni verða tikin. Tað eru í sambandi við lønarútgjaldingarnar í teimum ymsu pørtunum í landinum í blaðnum í gjár, og hvørjum vinnum fólk í ymsum pørtum í landinum arbeiða í (greinin omanfyri), at hag [...] 44,7%. Í 2. vinnum er eisini ein minking, úr 22,8% í 1994, niður í 19,4% í 1998. Tilsvarandi broyting er í tænastuvinnuni, sum minkaði úr 40% av samlaðu lønarútgjaldingunum í 1994, niður í 35% í 1998. Eisini
at geva henni frið at arbeiða, og bíða til allur pensjónsspurningurin er greiddur, - einaferð í januar ella í februar. Ein pensjónistur úr Skopun skrivar, at vit mugu hava val nú. Eg gangi út frá at hann [...] hevur hildið tað hon hevur lovað, so lat okkum geva henni frið og fullføra arbeiði. Símun P. Poulsen formaður fyri Eldraráðið
rað, SEV hevur lækkað elprísin hjá húsarhaldinum, t.v.s. úr 1,39 í 1995 niður í nevndu 1,11 kr/kwh í 2000. Við MVG verður talan um eina sparing fyri eitt meðal húsarhald uppá 1.750 kr. um árið í ár 2000 [...] kr/kwh niður í 0,67 kr/kwh. Í 1991 rindaði ídnaðurin 1,25 kr/kwh, so fyri ídnaðin er prísurin næstan farin niður í helvt eftir 8 árum, og er nú á sama støði, sum fyri 20 árum síðani. Fyri SEV merkir prí [...] in, sum far gildi frá 1. januar 2000, at inntøkan í 2000 verður umleið 10 mió. kr. lægri enn í 1999. Málið hjá SEV er - eins og gjørt hevur verið nú í nógv ár - at halda áfram at bøta um góðskuna á elmegini
ímillum skipini í feskfiskaflotanum. Tó skuldi útróðrarflotin verða friðaður. Á ársfundinum hjá fiskimannafelagnum Fiskimannafelagnum í Havn á ársins triðseinasta degi, segði Óli Jacobsen, formaður, at avtalan [...] skipini í hvørjum bólki sær. ? Og tað kann saktans vera skilagott. Tí, eitt nú, má tað verða meiri lønandi at hava tvey skip við 300 fiskidøgum í part, heldur enn at hava trý skip við 200 fiskidøgum í part [...] nýgja avtalan kann skapa heilt álvársligar broytingar í fiskivinnumynstrinum og kann í seinasta enda beina fyri heilum fiskihættum, segði Óli Jacobsen í ársfrágreiðing síni á ársfundinum hjá Fiskimannafelagnum