Havnarfólk arbeiða á skrivstovu og bygdarfólk liva av fiskivinnu

Bara 18% av øllum inntøkum í Suðurstreymoy verða forvunnar við kropsligum arbeiði og yvir 80% verða forvunnar í tænastuvinnuni. Úti um landið er støðan tann beint øvugta

Í Suðurstreymoy arbeiða nógv tey flestu í tænastuvinnuni. Men úti á bygd arbeiða nógv tey flestu í fiskivinnuni. Hetta er ein niðurstøða av kanningini, sum fýra næmingar á stundentaskúlanum í Suðuroy hava gjørt sum eitt lið í útbúgvingini. Tey fýra, Rakul Vang, Debora Hjelm, Elin Mortensen og Rúni Nielsen, hava gjørt eina kanning, har tey hava samanborið ymisk viðurskifti í fýra ymsum landspørtum í Føroyum.

Í blaðnum í gjár greiddu vit frá, hvussu grefligan mun, kanningin vísti, er ímillum inntøkurnar hjá teimum, sum búgva í Suðurstreymoy og teimum, sum búgva úti um landið.

Eitt nú er miðalinntøkan fyri hvørt fólk tríggjar ferðir so høg í Suðurstreymoy, sum hon er í Suðuroynni.

Men kanningin vísir eisini, at tað er rættiliga avgerandi munur, hvussu fólk úti á bygd og hvussu fólk í Suðurstreymoy forvinna sínar inntøkur. Høvuðsmunurin er, at í Suðurstreymoy er tað bara ein heilt lítil partur av fólkinum, sum arbeiðir í fiskivinnuni, ella í framleiðsluvinnuni annars, tí nógv tey flestu arbeiða í tænastuvinnuni. Úti um landið er støðan tann beint øvugta, tí har verða tær flestu inntøkurnar forvunnar í fiskivinnuni. Men hartil sæst eisini á hagtalstilfarinum, sum næmingarir hava savnað saman, at tað henda rættiliga stórar broytingar úti um landið ímeðan støðan lítið og onki broytist í Suðurstreymoy. Eitt nú eru inntøkurnar í tænastuvinnuni í Suðuroynni heilt nógv minkaðar seinastu fimm árini.

Annars vísa talvurnar, at tey ymsu útjaðaraøkini hava tað felags, at tey øll missa tænastuvinnu, men at fiskivinnan veksur. Kanningin hjá teimum fýra studentaskúlanæmingum í Suðuroy vísir, at í høvuðsheitinum er allur vøkstur í útjaðaraøkjunum í fiskivinnuni og tá mest av fiskiskapi. Hinvegin er vøksturin í Suðurstreymoy í tænastuvinnuni. Tó sæst, at bæði í Megineysturoy og í Norðoyggjum, hevur tænastuvinnan at kalla varðveitt sín týdning, tó at hon er fallin eitt sindur. Harafturímóti er týdningurin av tænastuvinnuni heilt nógv fallin í Suðuroynni hesi seinastu árini. Tí vísir kanningin hjá studentaskúlanæmingunum eisini, at búskapurin í útjaðaranum er blivin tættari knýttur at fiskivinnuni, enn hann hevur verið og eisini tættari enn hann er í Suðurstreymoy. Men ein avleiðing av tí er eisini, at inntøkurnar í útjaðaranum eru nógv óstøðugari enn tær eru í Suðurstreymoy, tí gongdin í fiskivinnuni er upp og niður alla tíðina.


Tríggir høvuðsbólkar

Í yvirlitinum yvirav, eru tær ymsu vinnugreinirnar býttar sundur í tríggjar høvuðsbólkar:

1. vinna er: Fiskiskapur, landbúnaður, ali- og kryvjivirki og ráevnisvinna. Tvs, at talan er um vinnur, sum fáa síni ráevni beinleiðis úr nátúruni.

2. vinna er: Fiskaarbeiði, skipasmíð, smiðjur, bygging, framleiðsla annars og orkuveiting.

3. vinna er: Handil og umvæling, gisting og matstovur, sjóflutningur, flutningur annars, postur, fjarskifti, fígging, trygging, vinnuligar tænastur, húsarhaldstænastur, almenn fyrisiting, undirvísing, heilsu- og almannaverkið og felagsskapir

Ótilskilað vinna er: Vinnur, sum eitt nú ikki eru ordiliga skrásettar í samskiftinum ímillum hagstovuna og lønarmyndugleikarnar á staðnum. Men hesi tølini eru so smá, at tey hava lítlan og ongan týdning og tey broyta á ongan hátt heildarmyndina.


Fyrivarni

Beint áðrenn blaðið fór til prentingar í gjár, ringdi Hans Pauli Strøm, hagfrøðingur á Hagstovu Føroya og gjørdi vart við, at kanningin hjá studentaskúlanum í Suðuroynni er eitt sindur misvísandi, um ikki nøkur fyrivarni verða tikin.

Tað eru í sambandi við lønarútgjaldingarnar í teimum ymsu pørtunum í landinum í blaðnum í gjár, og hvørjum vinnum fólk í ymsum pørtum í landinum arbeiða í (greinin omanfyri), at hagfrøðingurin hevur nøkur fyrivarni.

Hann sigur lønarútgjaldingarnar eru ikki skrásettar, har løntakarin býr, men, har arbeiðsgevarin er skrásettur. Tvs, at allar lønir til allar lærarar í Føroyum, politistar, øll hjá toll & skatt, hjá almannastovuni, landsverkfrøðinginum, SEV o.s.fr., eru skrásettar í Havn, sama hvar í landinum løntakarin annars býr.

Av tí sama skulu skulu upplýsingarnir um, at miðallønin í Havn er tríggjar ferðir so stór sum í Suðuroy og at næstan ongin tænastuvinna er úti um landið, takast við allar størsta varsemi, ? Tí, sum sagt, eru lønirnar til nógv fólk í nógvum ymsum vinnum kring landið, skrásettar sum lønir, ið eru útgoldnar í Havn, sigur Hans Pauli Strøm, hagfrøðingur á Hagstovuni.


SUÐUROY: Tað henda rættiliga stórar broytingar frá ári til ár. Í 1. vinnuni broytist prosentparturin frá 31,9% av samlaðu inntøkunum í 1994 til 44,2% í 1998. Vøksturin er at kalla støðugur hvørt ár. Í teimum vinnugreinum, sum koma undir 2. vinnu, henda stórar broytingar. Tey fyrstu árini lækka inntøkurnar í prosentum úr 27,3% í 1994, niður í 21,3% í 1995, men í 1996 fer tað heilt fitt uppeftir aftur, uppá 33,4%. Síðani fella inntøkurnar um 5% um árið, niður á 23,1% í 1998. Hvat 3. vinnununum -tænastuvinnunum-viðvikar eru eisini stórbroytingar hendar í Suðuroynni, tí í 1994 til 1995 vóru yvir 40% av samlaðu inntøkunum í Suðuroynni úr tænastuvinnuni. Men í 1996 fellur tað heilt niður á 25,6%. Síðani er tað kvinkað eitt lítið sindur uppeftir aftur. Men samanlagt eru inntøkurnar í Suðuroynni av tænastuvinnum nógv falnar tey fimm árini frá 1994 til 1998, frá 40,8%, niður í 29,4%. Samanlagt kann sigast, at einasti vøkstur í Suðuroynni er í 1. vinnuni, tvs av fiskiskapi


SUÐURSTREYMOY: Tølini vísa, at tað henda ikki tær stóru broytingarnar, men inntøkurnar av fiskiskapi fella og inntøkurnar á tænastuvinnuni eru komnar upp aftur á sama støðið sum í 1994. Í 1. vinnum. vinnunum eru broytingarnar ikki stórar, bara nøkur frá prosent. Men tað sæst, at fiskivinnan viknar í Suðurstreymoy, tí í 1994 vóru 9,6% av lønarútgjaldingunum í Suðurstreymoy av fiskiskapi og landbúnaði, men í 1998 var tað fallið niður á 7,2%. Hinvegin er aðrar framleiðandi vinnur styrknaðar eitt sindur t.d. bygging, smiðjur og skipasmíð, tvs tað, sum kemur undir 2. vinnur. Tær eru hækkaðar frá 9,2% í 1994, upp í 11,3% í 1998. Men størstu broytingar eru hendar í tænastuvinnunin, tí í 1994 vóru 81,2% av lønarútgjaldingunum í Suðurstreymoy í tænastuvinnuni, men bæði í 1995,1996 og í 1997 fullu inntøkurnar prosentvís, heilt niður á 68,9% í 1997. Í fjør er tó hent eitt veruligt skarvslop aftur, tí tá komu tænastuvinnurnar heilt upaftur á yvir 80% av samlaðu lønarútgjaldingunum í Suðurstreymoy. Gongdin er tann beint øvugta av henni í útjaðarunum, tí í Suðurstreymoy flytast inntøkurnar frá fiskivinnuni, yvir í tænastuvinnurnar, hóast broytingarnar ikki eru so stórar samanlagt.


MEGINEYSTUROY: Tølini vísa, at tað fyrsta árið eru inntøkurnar hampiliga javnt býttar ímillum tær ymsu vinnugreinirnar, men munurin veksur hvørt ár og í 1998 eru inntøkurnar av fiskivinnu og aðrari framleiðslu vaksnar nokk so fitt, men inntøkurnar av tænastuvinnuni eru nógv falnar. Annars er gongdin í Megineysturoy lík teirri í hinum útjaðaraplássunum, sum kanningin fevnir um. Inntøkurnar av fiskivinnuni veksa stútt í prosentum av samlaðu lønarútgjaldingunum, í 1994 vóru tær 33,2% og í 1998 vóru tær 41,8% av samlaðu lønarúgjaldingunum. Hinvegin fella inntøkurnar í prosentum av fiskiídnaði og aðrari framleiðslu úr 36% í 1994, niður í 30,4% í 1998. Harafturat fella tænastuvinnurnar eisini, men ikki so nógv sum í Suðuroy, tær vóru 30,7% av samlaðu lønarútgjaldingunum í 1994 og 27,3% í 1998. Yvirhøvur sæst, at lønarúgjaldingarnar flytast úr 2. og 3. vinnu, yvir í 1. vinnu og tað er sama mynstur sum í hinum útjaðarunum.


NORÐOYGGJAR:Eisini her sæst, at í 1994 er ikki so stórur munur ímillum inntøkurnar av fiskiskapi og tænastuvinnuni, men at munurin veksur fram til 1998. Gongdin her er tann sama sum í Suðuroynni og Megineysturoy, at inntøkurnar verða fluttar úr tænastuvinnuni, yvir í fiskivinnuna. Í Norðoyggjum vóru 37% av lønarúgjaldingunum í fiskivinnuni og øðrum 1. vinnum í 1994, men í 1998 eru prosentparturin komin upp á 44,7%. Í 2. vinnum er eisini ein minking, úr 22,8% í 1994, niður í 19,4% í 1998. Tilsvarandi broyting er í tænastuvinnuni, sum minkaði úr 40% av samlaðu lønarútgjaldingunum í 1994, niður í 35% í 1998. Eisini í Norðoyggjum sæst sostatt, at inntøkur verða fluttar úr tænastuvinnuni og 2. vinnum, yvir í 1. vinnuni og tað er, eins og í hinum útjaðaranum, vøkstrinum í fiskivinnuni fyri at takka.