Hugleiðingar um aldarskiftið

Sosialurin hevur heitt á umboð fyri politisku flokkarnar á tingi um at skriva nakrar hugleiðingar, nú stigið verður um gáttina til eina nýggja øld og eitt nýtt ártúsund.

Evnið til hugleiðingarnar hevur ikki verið bundið. Einasta kravið var, at hugleitt skuldi verða um aldarskiftið.

Tíverri eydnaðist tað okkum ikki at fáa fatur á nakrari hugleiðing frá Miðflokkinum. Vónandi bera tit yvir við hesum.

Gott nýggjár øll somul og takk fyri gott samstarv í farna ári.

Lagnuár Føroya


Alt 1999 hevur - politiskt sæð - verið nógv merkt av málinum um framtíðarstøðu Føroya. Og hóast tað ikki er ráðiligt at bjóða seg fram sum spámann, so hugsi eg, at politiskt fer eisini ár 2000 at standa í skugganum av hesum stóra og avgerandi máli.

Fá munnu tó vera í iva um, at eisini í 21. øld verður heimsrákið økt samband og samstarv millum lond, og tað er nátúrligt, at eisini Føroyar taka lut í altjóða menningini við øktum sambandi og samstarvi - eisini við londini í ríkisfelagskapinum.

Eftir mínari meining eiga føroyingar so avgjørt at taka avgerð um at halda fram í Ríkisfelagsskapinum, og so eigur stóra og uppslítandi orðaskiftið um loysing ella samband at steðga, meðan vit í felag fara undir eina nýmótansgerð av viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark.

Útvarp Føroya gjørdi herfyri eina veljarakanning, sum vísti, at stórur meiriluti av føroyingum ynskja at verða verandi í ríkisfelagsskapinum. Og tað fegnist eg sjálvsagt almikið um.

Eisini heldur ein stórur meiriluti av føroyingum, at spurningurin um hvørt Føroyar skulu verða innanfyri - ella uttanfyri Ríkisfelagsskapin, eigur at verða lagdur fyri veljararnar áðrenn samráðingarnar byrja.

Sambandsflokkurin legði í heyst, beint áðrenn kanningin var kend, eitt uppskot fyri løgtingið um at halda eina slíka fólkaatkvøðu. Men uppskotið fall - bara Sambandsflokkurin atkvøddi fyri tí.

Her á gáttini til ár 2000 kunnu vit eisini staðfesta, at tað stundum langdrigna orðaskiftið um framtíðarstøðu Føroya eisini hevur verið óheppið. Serliga óheppi er tað, at polariseringin eisini hevur grivið eina djúpa gjógv millum fólkið í Føroyum. Øðrumegin standa tey, sum eru fyri ætlanini hjá landsstýrinum. Hinumegin eru tey, sum vilja halda fram í Ríkisfelagsskapinum. Gjógvin verður helst størri og djypri, jú longur vit koma inn í orðaskiftið um framtíðarstøðu Føroya.

Hetta birtir upp undir sundurlyndi og elvir eisini til, at vit í Føroyum duga verri at semjast um, hvussu vit vilja hava okkara samfelag at virka. Tað harmist eg um.

Mítt nýggjársynski fyri lagnuárið 2000 er, at vit í Føroyum velja røttu leiðina í málinum um framtíðarstøðu Føroya, leiðina sum Føroya fólk longu hevur sæð, men politikkarar teirra ikki vilja kennast við. Á tann hátt seta eitt punktum fyri langdrigna orðaskiftinum, og so vit fáa møguleika at sleppa undan politisku og fólkaligu polariseringini.

Eisini í 21. øld eiga Føroyar og føroyingar at taka lut í altjóða menningini við øktum sambandi og samstarvi - eisini við londini í ríkisfelagsskapinum.

Gott nýggjár!

Edmund Joensen, formaður Sambandsfloksins


--------


Ein nýggjárskvøða


Á gáttuni til tað nýggja árið verður altíð dúgliga hugleitt um tað, sum farið er og um tað, sum koma skal. Løgmaður, drotningin, ríkis- og stjórnarleiðarar og sjálvur pávin í Rom lesa fram nýggjársrøður. Allar røður, sum eftirmeta farna árið og meta um, hvat vit kunnu vænta okkum av nýggja árinum.

Nýggjársleitið fær okkum at steðga á - fær okkum til at hugsa minni ítøkiligt og meira yvirskipað. Nýggjársleitið fær okkum til at hugsa størri og víðari bæði frameftir og aftureftir. Vit kunnu tá hóma tíðarinnar veldugu víddir, og vit kunnu tí ásanna, hvussu avmarkað okkara egna æviskeið í grundini er.

Soleiðis er tað vanlig nýggjár, men hetta, sum vit standa á gáttini til, hava vit sjálvi valt at gera til nakað heilt serligt. Men er tað øðrvísi at fara frá 1998 til 1999 enn at fara frá 1999 til ár 2000? Í prinsippinum er tað sjálvandi ongin munur, annað enn, at vit eru øll vorðin eitt ár eldri. Men vit hava valt at leggja munandi størri týdning í júst hetta ársskiftið í mun til øll onnur, vit hava upplivað.

Tað er eins og 1999 hevur staðið í skugganum av ár 2000, tí hetta ársskiftið er nakað serligt. Umframt eitt vanligt ársskifti, so er tað eisini eitt tíggjuáraskifti, eitt aldarskifti og haraftrat eitt túsundaáraskifti.

Eitt tíggjuáraskifti, sum t.d. frá 1989 til 1990, tað uppliva flestu okkara fleiri ferðir í lívinum, men eitt aldarskifti, verri enn so øll, tó at nøkur heilt fá kunnu uppliva tvey aldarskifti.

Tá tað so kemur til túsundáraskiftið, so hevur tað hug at gera okkum eina kenslu av, at vit hava ein framíhjárætt í mun til øll hini. Men er tað nú tað?

Er tað sjálv tíðin, sum er ein framíhjárættur, ella er tað ikki lívið sjálvt, sum er ein framíhjárættur? Er eitt tíðarskeið, sum er okkara avmálda æviskeið, meira týdningarmikið enn eitt annað?

Sjálvandi eru vit øll børn av okkara tíð, og tí eru tað avrikini og innihaldið í tí lívi, vit hava fingið, sum hevur týdning. Tað er ikki tíðarskeiðið, ið verður skrivað á okkara gravsteinar, sum hevur týdning - men meira tað, at onkur vil minnast okkum.

Og tíðarrokningin hevur menniskjan sjálv skapt. Og tað er kanska eisini orsøkin til, at vit ikki eru heilt samd um, nær nýgga túsundáraskeiðið byrjar. Er tað ár 2000, ella er tað ár 2001? Og nær byrjar nýggja øldin? Er tað ár 2000, ella er tað ár 2001?

Og hvønn týdning hevur tað nú eisini, tá vit hugsa um, hvussu stutt hetta tveytúsundáraskeiðið er í mun til jarðarinnar longu søgu?

Í kjalavørrinum av øllum hóvastákinum av aldarskiftinum ella túsundáraskiftinum - ella var tað beint øvugt - er komin ein nýggjársátrúnaður. »The Millennium« hevur grundlagt sín egna ídnað, har tey gjaldandi eru øll vit, sum halda, at ársskiftið ikki bara kann fara aftur við borðinum.

Fyri nógvar milliardir krónur verður fýrverk skotið fríggjakvøldið. Danir skjóta fyri hálvatriðjuferð ríkisstuðulin beint upp í loft, og hvør kommuna í Føroyum við virðing fyri sær sjálvari futtar nógvar túsund krónur av.

Og soleiðis skal tað kanska vera. Ta løtuna fram ímóti midnátt eru allir heimsins borgarar samdir um at gleðast yvir júst tað sama - nýggju øldina - nýggju túsundárini.

Eisini skulu vit velja aldarinnar hetjur og enntá hetjurnar seinasta túsundáraskeiðið. Og so løgið tað enn ljóðar, so eru ongar kvinnur millum hetjurnar og heldur ikki millum møguligar hetjur.

Eitthvørt val er eisini eitt val um at velja frá. Gamaní vóru Nólsoyar-Páll, Jóannes bóndi, Kjølbro, Áarstovubrøðurnir og William Heinesen úrmælingar, men hvat við teimum tigandi og teimum burturtagdu hetjunum?

Sluppfiskimaðurin við vaðbeinið, útróðrarmaðurin við ella uttan bátsband, línumaðurin, trolaramaðurin, fiskagentan á fiskaplássinum, tann einsamalla mamman við stóra barnaflokkinum og øll hini, vóru tey ikki eisini verd at tikið fram, um nakað skal takast fram?

Og er tað ikki lættari at verða hetja í 20.undi øld enn í 12. øld?

Lat okkum tí ikki leggja so nógv í hetta við at velja tíðarinnar hetjur. Lat okkum heldur í stórari virðing fyri teimum, ið undan eru farin, gera sum í »Fedranna talu« og taka førningin, sum fedrarnir settu frá sær, og bera hann longur fram á vegin, har okkara egnu eftirkomarar bíða okkum.

Lat okkum tí, tá seinasta rakettin er farin á flog, aftur fara undir okkara »egna« gerandisdag og okkara »egnu« trupulleikar.

Á henda hátt vil eg ynskja øllum føroyingum bæði burturi og heima eitt gott nýggjár, og ynskja, at vit í nýggju øldini framhaldandi virka fyri, at okkara land verður eitt gott land at geva okkara eftirkomarum.

Jóannes Eidesgaard


-----------


Menniskjalig virðir í hásæti


20. øld og annað ártúsund eru nú bert til sum eitt blað á kalendaranum. Túsundtals nýggj og óskrivað bløð bíða okkum. Øll hava vit lagt summi av kalendarabløðunum úr hesi øld niður í tær mongu skuffurnar í sinni og minni okkara. Hjá nógvum eru tungar skuffur við pínu og sorg, sum bert spakuliga kunnu gloppast komandi árini. Hjá øllum kunnu vónandi eisini skuffur dragast fram á tremur við góðum minnum og upplivingum.

Fyri 100 árum síðani, tá farið var inn í 20. øld, valdaði hjá nógvum ein trúgv uppá, at framburður fór at valda og skapa ein góðan heim fyri øll. Vísindi og tøkni skuldu leiða mannaættina fram móti støðugari menning.

Og víst hevur tøknin skapt ein materiellan framburð ? serliga í vesturheiminum ? sum fáur hevði droymt um í hesi øldini. Men hendan øldin gjørdist eisini tann blóðugasta í søgu menniskjans. Seinastu árini eru vit aftur skelkað av meiningsleysum kríggi millum fólk, ið skuldu liva saman sum frændur og grannar.

Líka so nógv fólk, sum læknavísindi hava bjargað frá sjúku, líka so nógv fólk hevur framkomin tøkni dripið í 20. øld. Samstundis sum okkara vitan um náttúruna hevur ment seg í risalopum, hava vit oytt djóra- og plantulív kring allan heim. Samstundis sum vit framleiða størri og størri mongd av vørum og hentleikum, veksur munurin millum rík og fátæk í heiminum.

Í okkara sonevndu vesturlendsku vælferðarsamfeløgum hava vit í seinastuni sæð fleiri og fleiri óhugnaligar tilburðir, har ungdómur skjýtur frá hond og drepur javnlíkar ella tilvildarlig fólk. Bara soleiðis. Rasuhatur, harðskapur og vápn gera meiri og meira um seg millum ungdóm í Norðurlondum.

Læran av 20. øld er, at framburður uttan menniskjalig virðir skapar onga framtíð. At tøknilig nýskapan og materiellur vøkstur hava onki virði í sjálvum sær. At um vit ikki byggja á felags virðir og virðing, sum hvør einstakur kennur seg aftur í og kennir seg hava ávirkan á, so er ongin framburður møguligur. Seta vit blint okkara álit á anonymar kreftir sum pengar, kapital, vísindi ella lærur um, hvussu søgan fer at enda, so skapa vit gróðrarbotn fyri meiningsloysinum.

Vit sóu tað eystanfyri, at eitt samfelag uttan kjølfesti í fólkaræði og ábyrgd fyri felagsskapinum, dettur sundur frá degi til dags. Vit hava sæð tað í vesturheiminum, har stórur partur av fólkinum onga ávirkan hevur á sítt arbeiðslív ella ikki vil taka lut í politikki, tí hann er vorðin mannfjarur. Har nógv fólk verða krøkt føst sum móttakarar av veitingum frá einum skrivstovuveldi, ið politiskir flokkar vilja stimbra fyri at varðveita atkvøður og vald.

Vit sóu tað í Føroyum í áttatiárunum, har vit kastaðu ábyrgdina fyri borð í trúnni uppá tekniskan framburð. Og vit sóu tað í nítiárunum, har anonymar kreftir settu okkum undir umsiting og tóku lagnutungar avgerðir fyri okkum.

Komandi øld og túsundár mugu seta menniskjalig virðir í hásæti. Vit hava í Føroyum møguleikan at ganga undan og byggja eitt samfelag og ein felagsskap á verulig virðir, har vit hava ábyrgd ? ikki bara fyri okkum sjálvum, men fyri medmenniskjanum. Tey sum hava gingið undan okkum, hava prógvað, at tað er tað sum skapar framtíðina og allan framburð.

Tey megnaðu at skapa eitt livandi føroyskt mál og eina livandi føroyska mentan ? beint móti øllum forsagnum, materiellum berokningum og uttan persónligan vinning fyri eygað.

Hetta gevur okkum førningin og trúnna uppá, at Føroyar eru eitt gott land at skapa eina framtíð í. Har tað eru menniskjalig virðir, fólkaræði, samhaldsfesti og kærleiki, sum eru drívmegin. Har vit liva av náttúruni og við náttúruni uttan at oyða og dálka í jagstranini eftir stuttskygdum materiellum framburði. Har ongin dettur burturímillum í gloymsku, og har ongin kann gera nakað, uttan at síggja avleiðingarnar av sínum gerðum. Har vit eisini eiga at dyrka tað virði, at vit eru ymisk og ósamd. At vit eiga originalar, kverulantar, skræðugákar, fantastar og stillfør arbeiðsfólk, ið hvør duga eina rúgvu. Henda møguleika hava vit í einum lítlum samfelag sum okkara, tí vit eru nær hvørjum øðrum og hava gjøgnum søguna altíð merkt beinleiðis, at næstans lív ella deyð eisini er okkara gleði og sorg.

Vit hava møguleikan at geva frælsinum eitt veruligt innihald. Frælsi er at kunna taka avgerðir og at taka ábyrgdina av avleiðingunum. Frælsi er ikki at sæta sær sjálvum og síðani renna undan ábyrgdini ella biða onnur um at verja okkum móti okkum sjálvum.

Hesin møguleikin er ein gáva til okkara og til komandi ættarlið. Kasta vit ikki hesa gávu frá okkum, kunnu vit gerast eitt lítið klípi í einum garði, sum eigur at røkka um allan heim í komandi túsundári.


Høgni Hoydal


------------


Sjálvstýri og samvinna ? fortreytir fyri framburði Føroya


Næsta øld stendur fyri durum og vit føroyingar stíga, eins og øll onnur, inn í eina øld, har eingin rættuliga veit, hvat væntast kann.

Hendan seinasta øldin hevur givið okkum nógvan framburð á flest øllum økjum; men hevur so sannliga eisini verið tann øldin, har flestu ræðuleikar hava verið framdir ímóti menniskjaættini.

Eisini føroyingar og Føroyar hava merkt nógv til tær broytingar, sum eru farnar fram seinastu øldina. Frá at hava verið eitt vanligt bóndasamfelag, eru Føroyar í dag ein framkomin fiskivinnutjóð við øllum framkomnum hentleikum.

Í takt við hendan framburð hava eisini stórar broytingar verið á tí politiska økinum. Frá at hava verið eitt danskt amt við donskum máli í skúla og kirkju, eru Føroyar í dag eitt land har vit føroyingar fáa frítt at verða, virka og mennast.

Sjálvstýrisflokkurin hevur, síðan hann var stovnaður í 1907, virkað fyri at føroyingar framhaldandi koma at avgera, hvussu okkara egna framtíð skal síggja út. Mætir menn, sum Jóannes Patursson, Louis Zachariassen, Símun Petur Zachariassen, Djóni í Geil og Hilmar Kass hava saman við øðrum myndað henda flokk, sum í dag framvegis virkar fyri at tryggja føroyingum tey rættindi og virði, sum eiga at tilkoma okkum, sum búgva her á landi.

Sjálvstýrisflokkurin var eisini við til at samráðast við danir, tá ið vit fingu heimastýrislógina. Hendan lóg var við til at menna Føroyar og geva føroyingum loyvi at avgera okkara egnu framtíð.

Men vit meina, at tíðin er farin frá heimastýrislógini og at vit føroyingar eiga at semjast um eina loysn á tí ríkisrættarliga økinum, sum vit øll kunnu varða av.

Tað sum samgongan er farin undir er í tráð við stevnuskrá Sjálvstýrisfloksins.

Í stevnuskránni hjá Sjálvstýrisflokkinum stendur skrivað, at virkað verður fyri fullum sjálvstýri, at føroyingar gerast sjálvbjargnir og at Føroyar verða viðurkendar sum tjóð og at grundlóg verður gjørd fyri Føroyar. Víðari stendur, at ríkisrættarliga støða Føroya verður løgd út til fólkaatkvøðu.

Men umráðandi er, at semjan, sum fæst við danir er ein semja, sum alt Føroya fólk kann taka undir við. Tað er alt umráðandi, at Føroya Landstýri tekur sær ta tíð, sum skal til, so funnið verður fram til eina loysn, sum vit øll kunnu taka undir við.

Fyri Sjálvstýrisflokkin er frælsi ikki bert frímerki og flagg við ST høvuðsborgina, men frælsi til at tryggja føroyingum eitt samfelag við tænastuveitingum á sama støði sum hini Norðurlondini. Tað merkir eitt samhaldsfast samfelag, har tær sterkaru herðarnar bera fyri tær veikaru.

Í dag gongur rákið tann vegin, at tað eru sjálvstøðugar tjóðir sum samvinna. Fyri at fáa tann fyrimunin, er tað neyðugt at eisini Føroyar gerast sjálvstøðugar. Tað er tó framvegis samvinnan og samstarvið við Danmark og við onnur lond, sum er av størsta týdningi.

Sjálvstýrisflokkurin metir, at tað er neyðugt at menna Føroyar tøknifrøðiliga, skulu vit økja um inntøkugrundarlagið. Hetta er neyðugt fyri framburði bæði innan fiskivinnu og aðrar vinnur, eisini oljuvinnuna.

Sjálvstýrisflokkurin dugdi longu fyri 25 árum síðani at síggja, hvussu umráðandi tað var, at Føroyar fingu rætt til sína egnu undirgrund. Nú hava vit fingið hetta mál uppá pláss, og Føroyar eru av álvara komnar á heimskortið.

Ábyrgdin hjá okkum og teimum sum koma at mynda næstu øld, verður at umsita hetta ríkidømi, soleiðis, at tað kemur komandi ættarliðum til góðar, og ikki bara teimun sum liva her og nú. Hetta krevur sterkan rygg.

Tað er ungdómurin, sum skal bera samfelagið víðari. Tí skulu vit satsa uppá fjølbroyttar útbúgvingar, og eitt fjøltáttað mentunarlív, sum byggir á tann gamla føroyska kristna siðaarvin.

Missa vit okkara egnu mentan so verður tjóðin skjótt fokin.

Hetta verður ein týdningarmikil politisk uppgáva í teldu og internetøldini, sum vit standa á gáttini til.

Gott nýggjár og Harrans signing í komandi ári verður ynskt tykkum øllum.



Vegna Sjálvstýrisflokkin ? Jákup Sverri F. Kass



------------


Nýggjárshugleiðing


Hóast óvissa er um neyva árstalið fyri føðing Krists, og at tað kann metast at vera søgunnar tilvild, at vit nýta 10-tals skipanina umframt, at aldarskiftið ikki er fyrr enn um eitt ár, so eru vit øll samd um, at ársskiftið komandi er nakað serligt.

Hesaferð fyrireika vit okkum øll til at stíga inn í 2000 við vissuni um, at vit teljast millum tey hepnu, sum royna hesa søguligu hending.

Men tað er eisini við sorgblýdni, at vit sanna, at hurðarnar verða latnar aftur til farna hundrað ára skeiðið.

Slíkar løtur reikar hugurin til tær hendingar, sum merktu gerandisdagin og harvið eisini lagnurnar hjá okkum og hjá teimum, sum undan okkum fóru.

Tikið saman um, so meta tey flestu óivað, at brátt farna øldin samanlagt hevur verið eyðkend av framburði fyri land og fólk.

Men vit ásanna eisini, at lagaligu viðurskiftini á okkara leiðum eisini eru úrslit av einum støðufesti og trúgv uppá, at samfelagið altíð eigur at taka støðu út frá frælsi hins einstaka, og at tað ongantíð má vera politiska valdið, sum ásetur virðini, men einstaklingurin sjálvur. At siðalæran skal spretta úr fólkinum og ikki frá valdsharrunum.

Stríðið fyri hesi demokratisku mannafatan varð vunnið, tá múrarnir fullu í 1989.

Eitt stríð, sum í ártíggju var vent móti teirri totaliteru hugsjón, har politisku sjónarmiðini áhaldandi loyva valdsharrunum at nýta ráðagerðir og brøgd til tess at náa endamálinum. Henda hugsjón, sum gevur valdsharrunum rætt og skyldu at definera moralsku virðini í samfelagnum, samstundis sum trúðarfrælsi verður noktað einstaklinginum. Moralurin verður ein statsuppgáva, sum bert kann loysast í einari totaliterari samfelagsskipan.

Tað er tí við eisini við takklæti at vit kunnu skoða úrslitið av søgunnar gongd undan aldarskiftinum. Hóast demokratisku skipanirnar hava trong kor mangastaðni, so sprettur um gangandi fót í mongum av fyrrverandi totaliteru samfeløgunum.

Líta vit frameftir, so verða okkara viðurskifti eisini merkt av broytingum í næstum. Politiska ábyrgdin verður skipað samsvarandi ásetingunum um, at ábyrgd og myndugleiki altíð eiga at samsvara. Hesin grundsetningur eigur kjølfesti millum flestu føroyingar, so tað verður politiska handalagið í og uttanfyri samgonguna, sum fer at gera av, um hesin týdningarmikli setningur vónandi verður náddur í næstum.

Við vón um heppið handalag og eitt skilagott úrslit verður ynskt øllum eitt Harrans signað nýggjár.


Bjarni Djurholm