Helena Dam á Neystabø - fólkapensjónin

-

Helena Dam á Neystabø - fólkapensjónin.

Nú hevur verið nógv tosa um fólkapensjónina. Og ofta eru orð fallin niður yvir Helenu, orð sum eru púra órættvís.

Men nokk um tað.

Eg haldi at Helena hevur sanniliga víst, at hon meinti tað hon segði, um at nú skuldi pensjónin hækka. Og nú er hon hækka. Hitt er so tað, at tað vantar ein lóg um skattspurningin.

Landsfelag Pensjonistanna gjørdi longu vart við hetta mál á fundi við Trivnaðarnevndina tann 15. desember. Landsfelagið framhelt, at um viðbótin bleiv skatta framyvir, so kemur hækkingini ongan mun at gera. Men nú hevur boðað frá at eitt uppskot kemur á ting heilt skjótt.

So eg haldi at vit eiga øll at geva henni frið at arbeiða, og bíða til allur pensjónsspurningurin er greiddur, - einaferð í januar ella í februar. Ein pensjónistur úr Skopun skrivar, at vit mugu hava val nú. Eg gangi út frá at hann meinar, at vit fáa betri pensjón aftaná tað valið.

Nei, góði vinur. Eitt nýtt val broytir onki til tað betra, men kundi hent tað tað bleiv nógvar ferðir verri. Tí vit eru bara soleiðis, at av gomlum vana, so velja vit tey somu fólkini aftur, og soleiðis melur alt runt.

Ein svenskur pensjoneraður yvirlækni segði á einum norðurlanda fundi.

Vit pensjonistar hava allan feilin sjálvi at pensjónin og kor okkara eru so vánalig, tí vit velja sum vit velja. Og segði hann víðari: Um nú allir vit pensjonistar, - og fyri so vítt eisini øll avlamisfólk atkvøddu fyri einum pensjonistaflokki, so kollveltu vit tað svenska tingi. Tað sama hevði verið her. Tað hevði verið nógv tann størsti flokkurin á tingi. Hevði helst fingið bæði løgmann og fíggjarmálaráðharra.

Men mín góði vinur, hetta gera vit føroyingar bara ikki. Nei, Helena hevur hildið tað hon hevur lovað, so lat okkum geva henni frið og fullføra arbeiði.

Símun P. Poulsen

formaður fyri Eldraráðið