Aftur meirilutastýri

Borgarstjórin í Havn og flokkur hansara eru nú partur av samgonguni, sum telur allar býráðslimirnar, uttan teir hjá Fólkaflokkinum

Eirikur Lindenskov


Millum jólanna hava samráðingar verið millum býráðslimir í Havn - og aftur eru tað fólkafloksumboðini, sum eru við sviðusoð. Allir hinir flokkarnir - og fyrrverandi fólkafloksmaðurin, Ingi Mohr, hava skipað samgongu - ella gjørt eina samstarvsavtalu, sum tey sjálv velja at kalla tað.

Eftir býráðsvalið í desember 1996 skipaðu Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin samgongu. Av hesum var Fólkaflokkurin størstur við fýra býráðslimum, meðan Tjóðveldis- og Javnaðarflokkurin høvdu hvør sínar tveir býráðslimir.

Men í apríl 1998 hendi eitthvørt í Fólkaflokkinum, sum gjørdi, at tveir av býráðslimunum, Ingi Mohr og Páll Petersen tóku seg úr samgonguni. Teir gjørdu síðani samgongu við Sambandsflokkin og Sjálvstýrisflokkin, sum tá sótu í andstøðu. Hetta merkti, at gamli meirilutin nú bert hevði seks býráðslimir, meðan andstøðan hevði sjey. Men eftir fáum døgum hálsaði fólkafloksmaðurin, Páll Petersen umaftur - og kom við aftur í samgonguna, sum nú aftur hevði meirilutan, 7 móti 6.

Men av tí at Ingi Mohr hevði sæti í fleiri býráðsnevndum fekk andstøðan meirilutan í hesum nevndum. Hevði førdi við sær, at Javnaðarflokkurin misti formannin í Sosialu nevnd, og Tjóðveldisflokkurin misti formannin í Mentanarnevndini. Tá tað nógva av býráðsarbeiðinum fer fram í nevndunum, var misnøgdin stór - og tók Javnaðarflokkurin seg í mars í ár úr samgonguni og fór at samstarva við Sambandsflokkin, Sjálvstýrsiflokkin og Inga Mohr.

Hesin nýggi meirilutin hevði nú 8 býráðslimir, meðan samgongan við Tjóðveldisflokkinum og trimum av fólkafloksumboðunum, bert hevði 5 býráðslimir. Hetta førdi aftur við sær, at býráðsnevndirnar vórðu skipaðar umaftur, og fekk Javnaðarflokkurin nú aftur formannin í Sosialu nevnd, meðan Sambandsflokkurin m. a. fekk formannin í byggi- og býarskipanarnevndini og mentamálanevndini, meðan Ingi Mohr framhaldandi var formaður í Heilsu- og Umhvørvisnevndini.

Royndir vóru tá gjørdar at fáa Tjóðveldisflokkin við í nýggju samgonguna, men flokkurin valdi heldur at verða í samgongu við teir tríggjar býráðslimirnar, sum eftir vóru í Fólkaflokkinum.

Men hetta samstarv brast, nú býráðið samtykti fíggjarætlanina fyri ár 2000. Allir flokkar, uttan Fólkaflokkurin, gjørdu semju, og tá Fólkaflokkurin kom við egnum uppskoti - uttan um Tjóðveldisflokkin, valdi Tjóðveldisflokkurin at slíta samstarvið við Fólkaflokkin.

Tískil situr Fólkaflokkurin, sum hevur góð 30% av býráðslimunum, púra uttan ávirkan í Tórshavnar býráð. Flokkurin hevði um hendi leiðsluna í býráðnum í Havn frá 1973 til 1993.

Leivur Hansen, borgarstjóri, segði við útvarpið í gjár, at endamálið við nýggju samgonguni var av praktiskum slag.

? Hetta er ein roynd at fáa politiskan stabilitet. Tað er ikki ætlanin, at vit skulu fylgja ávísum arbeiðssetninig, men fíggjarlógin verður karmur um samstarvið, segði Leivur Hansen.

Nýggja samgongan hevur 10 av 13 býráðslimum.